Nýggi blokkurin komin undir land

Ein arbeiðsbólkur av embætisfólkum í Føroyum og í Danmark, hava seinasta hálva árið arbeitt við nýggjum uppskoti um áseting av blokstuðlinum, sum skal galda frá 1999 og frameftir

Higartil í ár hava bert verið embætisfundir um blokkstuðulin, og tær samráðingarnar eru um at verða lidnar, sigur Rúni Joensen, løgmansfulltrúi.

Sambært avtaluni millum donsku stjórina og Landsstýrið frá november 1994, varð avgjørt at ein embætisbólkur skuldi setast at kanna skipanina og koma við uppskoti um, hvussu blokkurin frameftir skuldi myndast.

Hetta er arbeiði av tekniskum, ópolitiksum slag, har bólkurin skal áseta metingarstøði fyri, hví og til hvat blokstuðul verður latin, og hvussu stuðulin verður roknaður út.

Nýggi blokstuðulin skal hava gildi frá 1999 og frameftir.

Arbeiðið við blokstuðulsskipanini skuldi eftir ætlan verið liðugt ár, men av tí at nógv hevur verið at gjørt, bæði í Tinganesi og í Danmark, er komið so langt út á árið, áðrenn bólkurin varð liðugur við arbeiðið.

Byrjað varð áðrenn summarfrítíðina í ár, men so kom steðgur í. Tað hevur kortini gingið væl, sigur Rúni Joensen.

Tá embætisbólkurin er liðugur, skal uppskotið viðgerast á politiskum stigi. Embætisbólkurin hevur ikki havt til uppgávu at seta krónuupphædd á blokkin. Tað verður uppgávan hjá politikararunum at samráðst um.