Josef átti prúðasta veðrin

Leygardagin var veðrasýning í Vági.Hetta er aðru ferð, sami veðrur fær virðisløn

Leygardagin var veðrasýning í Vági við nøkrum av vakrastu veðrum og lombum í Suðuroynni, sum eru gjørdir til brund.

Við á sýningin vóru einir 20 veðrar og brundlomb.

Ógvuliga hóskandi var veðrasýningin í ullavirkinum, sum varð tikið í brúk henda sama dagin.

Veðrar og lomb vóru úr Sumba, Vági, Porkeri og av Tvøroyri.

Hvalba og Sandvík eru avbyrgd fyri ridluskriða, so haðani er ikki loyvt at føra seyð av bygd.

Dómarar vóru Eliesar Poulsen úr Hvalba, Petur Karl av Rana úr Trongisvági og Frits Poulsen úr Sumba.

Tað var fyrstnevndi sum tók stig til veðrasýningar í Suðuroynni. Tær fyrstu vóru í heimbygdini, Hvalba í 1994, men síðani eru Tvøroyri, Porkeri, Vágur og Sumba komin uppí.

Eliesar Poulsen sigur, at hann hevur sæð stóra framgongd í seyðinum, síðani farið varð undir veðrasýningarnar.

­ Tað er stórur munur á, at menn eru farnir at gera sær størri ómak, táið teir gera brundar, og tað sæst aftur á lombunum, sum koma, sigur hann.

Hann sigur, at serliga hevur hann sæð framgongd viðvíkjandi beinunum, at brundarnir hava fingið sterkari bein og standa betri. Men eisini er týðiligt, at ullin er blivin betri.

Eliesar Poulsen sigur, at stórur dentur verður lagdur á, at brundarnir hava góð bein.

­ Eru beinini vesalig, og standa teir ikki væl, er størri vandi fyri, at klára seg ikki, so vandin fyri brundsviki verður størri.

Annars leggja teir m.a. stóran dent á, táið teir døma, hvussu seyðurin er skaptur, um hann hevur sterkan rygg, hvussu ullin sær út, at ikki ov nógv broddur er í og at hon ikki er ov opin, og at hornini eru góð, at tey t.d. ikki veksa inn í høvdið.


Josef átti tann besta

Á sýningini í Vági fekk Josef Midjord úr Vági 1. fyrstu virðisløn fyri ein tvævetur veðr.

Hetta er aðru ferð, hann fær 1. virðisløn fyri sama veðrin.

Eliesar Poulsen sigur, at hetta er ein hendinga vakur og góður seyður, og hartil er hann av allarstørstu veðrum yvirhøvur.

2. virðisløn fekk Dánjal Johannus Petersen í Porkeri og 3. virðisløn fekk Jens Heri Jacobsen í Sumba.

Á brundsýningini á Tvøroyri fekk Rólant Sørensen 1, virðisløn, Hallur Jacobsen fekk 2. virðisløn og Ásmund Bærendsen fekk 3. virðisløn.

Í Hvalba fekk Jens Chr, Hentze 1. virðisløn, Bárður Willumsen fekk 2. virðisløn og Eliesar Poulsen fekk sjálvur 3. virðisløn.

Eliesar Poulsen sigur, at skuldi hann valt tann vakrasta seyðin av øllum, hevði hann heilt avgjørt givið veðrinum hjá Josef Midjord 1. virðisløn.

Men tað vakrasta lambið heldur hann var tað hjá Jens Chr. Hentze, men hesin sami Josef Midjord eigur eisini eitt hendinga gott lamb, sum hann heldur, hann hevði givið 2. virðisløn.