vísa sín stuðul til tey tingfólk, sum eru ímóti fosturtøkulógini. – Fyri meg hevur tað týdning at møta upp. Tað eru ikki øll sum kunnu tað, tí tað kostar eisini at møta upp. Eg haldi at tað hevur týdning [...] verið betur enn tann sum nú fyriliggur. Eg havi tosað við nakrar av politikarunum, og teir siga at tað hevur týdning, at man vísir stuðul. Eg umboði felagsskapin Provita og meg sjálva. Kjakið í Løgtinginum [...] – Eg veit ikki, um kjakið hevur flutt nakað í hugaheiminum á fólki, men kjakið hevur partvís verið gott, og eg eri ikki ein av teimum sum haldi, at kjakið hevur verið ósakligt, eg haldi at fólk skulu siga
Frostadóttir skrivar á facebook: “Í ófriðarligum tíðum er tað sera týdningarmikið at fara ábyrgdarfult til verka í altjóða viðurskiftum – og gott at vera í einum sterkum felagsskapi.” Hetta eigur eisini [...] á øllum fundum í Uttanlandsnevndini, meðan hetta málið hevur verið til viðgerðar. Mín niðurstøða er púra greið: Vit mugu gera alt tað vit eru ment fyri at avmarka russiskt virksemi um okkara leiðir. Helst [...] skilji tí ikki, at meirilutin í nevndini kemur til hesa niðurstøðuna: “at neyvan er hald í illgrunanum um, at Føroyar verða brúktar sum umskipanarhavn til ólógligar sanktióneraðar vørur, og at Føroyar eru
5 mió. krónur til útstykkingar. Harumframt eina mió. krónur til lendisgøtur, eina mió. krónur til nýggjar íbindingar – millum Ápramsveg, Tvørgarðsveg og Nýggja veg, og 200.000 krónur til vinnuøki. Hetta [...] ein kommuna, har tað bæði loysir seg og kennist gott at liva og virka. Við hesi kósini er fíggjarætlanin bæði framfúsin og fevnandi, hon styrkir vælferð, undirstøðukervi, menning og tað dagliga lívið í [...] sett inn við 1,35 mió. krónum til almannamál og heilsuøkið. Harav fara 150.000 krónur til fyrireikingar av útbygging av heilsumiðstøðini, og 1,2 mió. krónur verða brúktar til dagføringar av parkeringsvi
upplatingartíðunum, har til ber at seta seg inn í hitan og njóta tað, ið keypt verður í smáttunum. Húsið er pyntað til jóla. Fólk ella feløg sum hava eitthvørt at selja kunnu venda sær til Miðlatún, upplýsa [...] Fram til jóla fer at bera til at keypa sær ymiskt í hugnaligu jólasmáttunum, ið standa miðskeiðis í Vági. Tað eru ymisk ítróttafeløg, ið skiftast at selja. Feløgini eru Vágs kappróðrarfelag, Susvim, VB [...] VB og judo-felagið. 23/12 bjóðar býráðið okkurt gott. Hesa vikuna er tað Vágs kappróðrarfelag, ið hevur sølu í smáttunum. Søluskráin er hendan: • Tórsdagin: Bollar og kakao • Fríggjadagin: Heitar vaflur
varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn, sum tó sigur, at viðkomandi hevur tað gott. Tað var sera halt í gjár, serliga uppi í hæddini, sigur vaktleiðarin. [...] Borg á Hálsi í Havn. Enn er ikki greitt, hvat er stolið, ella um nakað er stolið, men tað verður kannað, tá fólk koma til arbeiðis har í morgun. Løgreglann kann framvegis tvey onnur innbrot, eitt í Rúsuna [...] Tað var stutt fyri klokkan 13 í gjár, at løgreglan fekk boð um, at ein bilur var farin út av vegnum uppi á Oyggjarvegnum norðan fyri Kleynisvarða oman fyri Havnina. Ein persónur var í bilinum, sum varð
Pernille Brandenborg fýra brotskøst til mál. So gekk tað skjótt, og fimm minuttir undan steðginum var Týskland frammanfyri 18-11. Føroyska verjan stríddist væl, men tað var avgerandi, at tær á heimaliðnum [...] undan steðginum. Føroyar løgdu bragdliga fyri, men so myendaði tað seg soleiðis, sum tað hevði gjørt. -Týska liðið vísti seg at vera so gott, sum vit høvdu roknað við. Tær pressaðu okkum nógv, og sum seinni [...] Tað gekk, sum tað kundi roknast við, tá ið føroysku kvinnurnar í kvøld í Dortmund stríddust ímóti týsku heimafavorittunum, sum høvdu knappar 10 túsund áskoðarar í sínum parti. Týskland vann 36-26 eftir
Avgerðina havi eg tikið, tí eg haldi tað vera mína skyldu at vera við til at dagføra eina ótíðarhóskandi lóg, so avgerðarrætturin verður fluttur frá læknanum yvir til kvinnuna. Eg kann snøgt sagt ikki standa [...] Tær arbeiddu í fiski á Tvøroyri og vóru við til at stovna Fiskepigernens Fagforening. Tær vóru undangongukvinnur og høvdu dirvi til at blanda seg, og tað var ikki uttan persónligar avleiðingar, at kvinnur [...] Fyri meg er avgerandi, at kvinnan undir tryggum umstøðum fær tann sjálvsagda rættin til at ráða yvir egnum kroppi. Tað er ein avgerð, sum kvinnan er best før fyri at taka. Hetta haldi eg vera so grundleggjandi
starvinum sum høvuðsvenjari hjá kvinnulandsliðnum. Tað venjarastarvið røkti hann frá 2006 til 2013, og fekk hann tað íslendska kvinnulandsliðið við til tvær EM endakappingar. Eftir 7 ár sum landsliðsvenjari [...] Zuid-West í Belgia. Í 2000 vendi Sigurður nøsina heim aftur til Íslands og leikti næstu 5 árini við KR Reykjavík, har hann í 2002 og 2003 gjørdist íslendskur meistari. Í 2005 skifti Siggi til ÍA Akranes, har hann [...] íslendsku mansdeildini. Hetta starvið røkti hann til 2023. Siggi fer komandi árið at hava ábyrgdina av okkara besta mansliði, og ynskja vit í NSÍ Sigurði alt tað besta í hesum nýggja starvið. Vit gleða okkum
frá danska Abortankenævnet sæst, at til dømis børn við klumpfóti verða vald frá við seinfosturtøkum, hóast tað ber væl til at liva eitt gott lív við klumpfóti. Tað kann ikki vera rætt, at eitt framkomið [...] Atlit at pápanum eru eingi. Tað sigur seg sjálvt, at tá lógin hevur til endamáls at geva mammuni allan avgerðarrættin, so verður einki eftir til pápan. Í viðmerkingunum til uppskotið stendur, at um umsóknin [...] málsetningur! Men fyrsta treytin fyri, at Føroyar kunnu vera eitt gott barnaland er, at øll børn fáa loyvi til at verða fødd - uttan mun til sosiala støðu, brek, rasu, húðarlit, kyn, etniskan uppruna o.s
Tað spyr minnilutin í Rættarnevndini hjá Løgtinginum, Hervør Pálsdóttir, Ingilín Didriksen Strøm og Kristianna Winther Poulsen. Tær hava hesar viðmerkingar til málið, sum kemur til 2. viðgerð í Løgtinginum [...] nøktandi. Tó hevur hugurin at broyta lógina ikki verið til staðar. Tað vil siga, at ongin, uttan Miðflokkurin, sum vil banna fosturtøkum, hevur tikið stig til at broyta ásetingarnar um fosturtøkumarkið á 16 vikur [...] umræður, verður altíð fingin til vegar ein meting aftrat úr danska heilsuverkinum um, hvør støðan er, og hvat tilmæli skal vera. Hesin minnilutin heldur tað eisini vera gott, at uppskotið ásetur, at kvinnan