Fyri fimtu ferð í søguni er norska kvinnulandsliðið í hondbólti heimsmeistari í hondbólti.
Týskland gav Noregi skarpan gang í HM-finaluni í Ahoy høllini í Rotterdam, men seinastu løtuna átti roynda norska liðið meira í sær, og tær knógvaðu ein 23-20 finalusigur.
Í steðginum var støðan javnleikur 11-11. Heimsins besti leikari, Henny Reistad kom í gongd við málskjótingina í seinna hálvleiki, og tað munaði eisini væl, at superveteranurin í norska málinum, 45 ára gamla, Katrine Lunde bjargaði 14 av 34 málroyndum.
Henny Reistad og Thale Rushfeldt Deila vóru við fimm málum hvør toppskjúttar hjá Noregi. Emily Vogel, Alina Grijseels og Viola Leuchter vóru við fýra málum hvør toppskjúttar hjá Týsklandi.
Talan er um 18. endaspælsgullið hjá Noregi, ið hevur vunnið fimm HM-gull, trý OL-gull og 10 EM-gull. Harumframt hevur Noreg vunnið 17 onnur endaspælsheiðursmerki síðani 1986. Ein kann bara lyfta hattin av fyri grannunum.
Týskarar kunnu vera ernir av sínum kvinnum, ið vunnu fyrstu endaspælsheiðursmerkini síðani 2007. Silvurheiðursmerkið hjá Týsklandi setir eisini føroyska avrikið: 26-36 (14-20) móti Týsklandi í eitt gott ljós.
Vit gleða okkum til HM-endaspælið í Ungarn í 2027, har Føroyar vónandi aftur fara at vinna fleiri hondbóltshjørtu.











