gingið. – Eg havi ikki tikið eina tablett fyri pínu, ella havt nakran svøvnleysa nátt við stúran, sigur hann. – Um eg nú sleppi út at røra meg tríggjar ella fýra ferðir um vikuna, so er tað gott. Rørslan vísur [...] havt hendan hugin at síggja ein fjøld røra seg. Eg veit ikki um tað er tí eg eri uppvaksin við havið, ella vanur at síggja seyð flyta seg, men tað er fasinerandi at síggja ein skarða fara saman avstað. Tí [...] at hann nú skuldi ein fjallstúr, hann visti ikki hvussu høgt fjallið var, hvussu hann kom niðan á, ella um hann kom niður av aftur, sigur hann rørdur. Síðani byrjaði kampurin. Hann fór niður í fimm vikur
okkara leiðir ella ikki. Taka vit ein annan kombineraðan trolara og nótaskip, Høgaberg, sum eisini loysti í Føroyum seinasta fríggjadag – nakað um somu tíð sum Tróndur í Gøtu – er hetta aðru ferð, at hann verður [...] høvðsmonnunum aftanfyri hesa í sínari tíð stóru verkætlan, sum 16 mans upprunaliga fóru undir. Vit spurdu Arna, hvar tankar hansara vóru, nú Tróndur í Gøtu helst fyri seinastu ferð var inni á Gøtuvík. - [...] - Eg hugsaði slett ikki um skipið ella stálið sum fór, men um tey fólk, sum hava verið um hesa verkætlan, heilt frá byrjan til dagin í dag. Eg hugsaði um allar teir og øll tey, sum hava staðið aftanfyri
síðan kemur tann, sum er í handlinum og hjálpir tær við valinum, um tú ivast. Skal málingin blandast ella ristast, fer hetta eisini fram niðri í handlinum og niðan fyri bandið. Sri Jacobsen sigur, at tær [...] fyri keypið og fóru á dyr. Sri Jacobsen letur annars væl at søluni, síðan Føroyar annars fóru niður í ferð. - Vit hava selt eina rúgvu av máling hesar vikurnar, og vit hava framvegis góða sølu. Tað vísti seg [...] herfyri høvdu nakrar frálíkar fylgjandi dagar við sól, komu fólk eisini at keypa uttanduramáling. Sølan hesa tíðina av árinum - í mars og apríl - hevur ongantíð áður hevur verið so góð í ár, og eg eri púrasta
er sjálvandi eisini vansar við bert at hava vinstru hond at líta á. Men, sum Atli endurtekur ferð eftir ferð: - Í mínari verð finst orðið “forðing” ikki. Hjá mær er alt avbjóðingar, og eg vil ikki síggja [...] er fortalt, at øll gjørdust sera kløkk og illa við av hesum. Tað var ikki sørt av panikki í køkinum hesa løtuna, greiðir Atli álvarsamur frá. Her var einki at bíða við. Í einum bili úr Árnafirði var Atli [...] veruliga einki at gera. Tey máttu bara kubba hondina av, sigur Atli, sum einki minnist til hendingina ella tíðina beint aftaná. Hann varð beinanvegin sendur niður á Ríkissjúkrahúsið í eitt hálvt ár, og tá
tað mest gágga. Samson veit at siga, at útróðrarbátarnir nú hava borið við hvíting, sum er vanligt hesa tíðina á árinum, og um dagarnar hava eitt nú Høvnin úr Leirvík og Líðhamar úr Klaksvík gjørt góðar [...] vanliga størri enn fiskurin eystanfyri, men hetta er kortini lutfalsliga smáur fiskur, kanska sum hýsa 3 ella har umleið. Tí er eisini leingi at kryvja eina stóra nøgd av hvítingi. Men Samson, sum hevur róð út [...] , sum er 430 HK, og báturin gongur einar 18 míl. Oljan er dýr, og vanliga sigli eg við 11-12 míla ferð. Tá tekur hesin teinur mær einar fýra tímar hvønn vegin, sigur Samson. Spurdur, um hetta ikki er langur
viðkomandi bar eitt brek ella hevði ikki klárað seg væl í skúlanum frammanundan. - Her sá eg, at øll høvdu ikki nakað brek, men høvdu kanska brúk fyri einum skumpi at koma víðari, ella bara fyri at fáa ein [...] Áir, sum hann verður nevndur manna millum. Fyri fýra árum síðani trein Tanja Joensen fyrstu ferð inn um hesa skúlagáttina. Og fyri hana var hetta samstundis byrjanin til eina positiva vend í lívi hennara [...] - Ein má stremba eftir tí sum ein vil, slær Tanja Joensen fast. Sjálv hevði hon ein trupulleika - ella rættari sagt tveir: Hon stamaði rættiliga illa. Og hevði haraftrat trupult við at konsentrera seg
Grímur leggur aftrat, at um hann ikki hevði fingið hesa ”karantenu”, hevði hann ikki tikið telefonina kortini - líka mikið, um Sámal er á skrivstovuni ella ikki. - Eg havi sagt við leiðsluna í felagnum og [...] felagsins. Men fyri at hava val, er neyðugt, at sitandi formaður hevur eitt ella fleiri mótvalevni, og tað er ikki hvørja ferð, at mótvalevni eru. Tá heldur formaðurin eftir skipanini fram í trý ár aftrat [...] stillað upp til valið hesaferð, hevði val verið kortini, tí longu, tá hann tók endaligu avgerðina, var greitt, at Sakaris Zachariassen fór at stilla upp. - So, antin eg stillaði upp ella ikki, hevði val verið
ikki at siga nakað um beint nú. Hann hevur í løtuni aðrar ætlanir. Í hesum døgum er hann nevniliga í ferð við at byggja sær egin hús í nýggju útstykkingini í Vestri, ovarlaga í heimbygdini Vestmanna. Heruppi [...] at koma, sigur hann á týðiligum vestmannamáli. Pidi hevur tó ikki bert spælt hondbólt og arbeitt. Hesa tíðina hann hevur verið í Føroyum hevur hann m.a. tikið tað stóra koyrikortið, og hevur somuleiðis [...] hevur ongar ætlanir um at venda aftur til heimlandið Rumenien. Men, hvussu er tað: Er hann føroyingur ella rumeni? - Nei, eg eri ikki blivin føroyingur enn. Tað fara helst at ganga nøkur ár aftrat, áðrenn
spurningur um tíð Mánakvøldið 29. november í fjør fór Marianna til songar sum vanligt. Hvørki hon ella nógv onnur í Hvalba vistu tá um tann fundin, sum tá varð hildin í einum hølum í Havn. Fundurin sum [...] mánaður í stórari óvissu. - Vit fingu einki at vita um nakað sum helst. Eingin segði nakað, hvørki orð ella ei við okkum. Ikki fyrrenn Meinhard Jacobsen kom suður her í farnu viku og segði okkum øllum upp, [...] teimum í løtuni, uttan arbeiðið á flakavirkinum. - Eg eri greið yvir, at tey mugu hava eitt arbeiði ella lærupláss her. Annars rýma tey. Og tey sum fáa sær eina útbúgving, tey koma neyvan aftur, tí tað er
petroliumslampunum. Jógvan Tróndheim brúkti hesa maskinuna fram til 1964, tá ið hann keypti eina nýggja og hana hevur hann enn. - Og hon er líka góð enn. Eg hugsaði eina ferð um at fáa mær offsett, men eg hevði [...] Skotland. Eliesar legði stóran dent á at fáa eina nýggja bókhaldsskipan, sum varð kallað Føroyabók. Til hesa skipanina, sum kom undir krígnum, skuldu vit hava bókhaldsformularar, skjøl av ymiskum slag, kontobløð [...] uttanlands. Blikksmiðjan gjørdi bókhaldskassarnar, vit lakeraðu teir sjálvir og nógv virki keyptu sær hesa skipanina, greiðir Jógvan Tróndheim frá. Tað vóru Eliesar Poulsen og Theodor við Keldu, ið evnaðu