- Eg havi alla orsøk til at vera ansin

- Avmarkingarnar, sum vit hava sett upp í handlinum, hava givið okkum meira samband við viðskiftafólkini, sigur Sri Jacobsen.

 

 

SRI Máling hevur stóran handil í Álakeri í Havn, og her hevur verið opið alla tíðina undir korona-kreppuni. Men, skipanin í handlinum hevur verið øðrvísi, síðan myndugleikarnir heittu á allar landsins borgarar og vinnulív um at taka atlit og verja seg móti korona-smittu og smittuspjaðing.

Tá tú kemur inn í handilin í Álakeri, sleppur tú ikki nógv longur enn til diskin.

Band er band spent millum handilsdiskin og málingina, sum stendur niðri í handlinum. Tað merkir, at tann, sum keypir, sigur, hvørji ynskini eru, og síðan kemur tann, sum er í handlinum og hjálpir tær við valinum, um tú ivast. Skal málingin blandast ella ristast, fer hetta eisini fram niðri í handlinum og niðan fyri bandið.

Sri Jacobsen sigur, at tær avmarkingar, sum eru í handlinum, hava givið teimum meira samband við viðskiftafólkini - í fjarstøðu.

- Tey eru nevniliga fleiri, sum steðga á við diskin og geva sær stundir til eitt lítið prát, nú tey kortini ikki fara oman í handilin. Bíða tey ta løtuna, meðan málingin verður blandað, práta tey. Áður komu fólk niðan úr handlinum við málingini, rindaðu fyri keypið og fóru á dyr.

Sri Jacobsen letur annars væl at søluni, síðan Føroyar annars fóru niður í ferð.

- Vit hava selt eina rúgvu av máling hesar vikurnar, og vit hava framvegis góða sølu. Tað vísti seg, at stutt eftir, at korona-kreppan tók seg upp, byrjaðu fólk at keypa máling til innandurabrúk. Hetta vóru serliga privatkundar, sum nú vildu hava okkurt at taka sær fyri, meðan tey kortini vóru heima við hús.

Men, tað er ikki bara innanduramáling, sum hevur selt hesar vikurnar.

- Tá vit herfyri høvdu nakrar frálíkar fylgjandi dagar við sól, komu fólk eisini at keypa uttanduramáling. Sølan hesa tíðina av árinum - í mars og apríl - hevur ongantíð áður hevur verið so góð í ár, og eg eri púrasta ovfarin.

At Sri Jacobsen beinanvegin skipaði handilshølini í Álakeri øðrvísi og tryggari við atliti til smittuvanda, er ikki løgið. Hann dylur ikki fyri, at hann sjálvur er í vandabólki.

- Eg eri nýrasjúkur og havi staðið á bíðilista til nýggj nýru í fimm ár. Sjálvur eri eg í dialysu tríggjar ferðir um vikuna. So, eg havi alla orsøk til, at bæði eg sjálvur, míni starvsfólk og viðskiftafólk skulu kunna kenna seg trygg í handilshølunum.

Í Sosialinum, sum er komin í dag, eru fleiri samrøður við handilsfólk um, hvussu gingist hevur, síðan korona-smittan hótti samfelagið, og Føroyar fóru niður í ferð.