- Eg fór í hernað við krabban

Í sambandi við, at tað í hesum døgum eru áleið 50 føroyingar ávegis til Paris á gulum súkklum, til frama fyri krabbameinsraktar familjur, fara vit komandi dagarnar at endurgevna nakrar søgur her, sum Sosialurin seinastu árini hevur skrivað um óhugnaligu sjúkuna, krabbamein. Her er tað rennarin Guttorm Sørensen, sum skrivað verður um. Samrøðan varð prentað í Sosialinum 06/03 – 2017.

 

 

Hjá Guttormi Sørensen, sum tey flestu kenna sum Gutti, hevur ítrótturin altíð havt stóran áhuga – serliga fótbóltur, kappróður og langrenning. Sum ungur plagdi at hyggja at langrenning í sjónvarpinum, og skriva millumtíðirnar niður á pappír.

 

 

– Tað var av reinum áhuga fyri einstaklinga ítrótti og úthaldni, sigur hann.

 

 

Lívið til skips

Guttorm varð føddur í Klaksvík í 1968, og flutti síðani norður til Hvannasunds, har hann búði øll síni barnaár.

 

 

– Tá man búði í Hvannasundi, lá tað í kortunum, at man skuldi verða fiskimaður. Abbi, pápi og pápabeiggjar vóru allir fiskimenn, so eg var við í tí lívinum frá byrjan av, sigur Guttorm Sørensen.

 

 

– Eg fór at rógva út eftir 9. flokk ein vetur, og so ringdu teir frá Borðoyanes, sum skuldi yvir á Flemish Cap. Eftir eitt sindur av stríði við foreldrini slapp eg avstað, bert 16 ára gamal, og tað var ein góður skúli, at vera á Flemish Cap, sigur Guttorm Sørensen.

 

 

Eina dagin Guttorm fór aftur á bátadekkið, gleið hann og loftaði sær við vinstru hond, sum brotnaði. Hann brúkti brotnu hondina í meir enn ein mánað umborð, eftir at læknin, sum helt hann hevði gø, legði hana í gøreim, men Guttorm bleiv síðani skurðviðgjørdur og gekk við gipsi í 15 vikur. Seinni brotnaði sama hondin aftur, og varð enn einaferð løgd í gips.

 

 

Renningin byrjaði í Danmark

Hondin varð ongantíð tann sama aftur, og tí steðgaði lívið umborð eisini. Fyrst í hálvfemsinum vóru tíðinar í Føroyum eisini við at verða verri, so hann valdi at fara niður til Danmarkar í handilsskúla.

 

 

– Eg fór avstað púra blankur, eg kendi ongan, og visti onki annað enn at eg skuldi í skúla, sigur hann. Guttorm, sum var vanur at sparka fótbólt og íðka nógv, kendi eitt tómrúm innaní, nú hann ikki vandi. Á stólinum framman fyri hann á handislskúlanum sat ein drongur í einum grønum jakka, og á jakkanum stóð »Vejle Idrætsforening«. Guttorm spyr síðani floksfelagin hvat hetta var fyri felag, og stutt eftir varð hol sett á rennikarrieriuna hjá Guttormi.

 

 

– Tað bleiv eitt tómrúm, tá eg ikki hevði fótbóltin. Tí byrjaði eg at renna, og hevði tá sum mál, at eg skuldi venja fram ímóti oyggjaleikunum í Álandi í 1991. Síðani tá havi eg verið við til allar oyggjaleikirnar sum luttakari og seinni sum venjari og leiðari.

 

 

Renningin í Føroyum

Guttorm flutti heim aftur til Føroya at búgva veturin 1996, og byrjaði summarið eftir at skipa fyri rennikappingum á stevnunum. Serliga týdninagrmikið var tað, at børnini eisini sluppu at renna, greiðir hann frá.

 

 

– Eitt tað fyrsta eg gjørdi var at gera býarrenningina sjónliga. Teigurin, sum fyrr var rundan um býin, var nú inni í býnum. Fleiri av teim í dag heilt góðu rennarunum í Rennifelagnum Treysti eru sprottin burturúr hesum stevnukappingunum, sigur Guttorm Sørensen.

 

 

Í 1998 verða trý rennifeløg í landinum, og tá fekk frælsi ítrótturin sersamband í ÍSF, og hetta gav rúmari fíggjarligar ræsir. Seinni fekk Treysti eisini hølir og kontór í badminton høllini í Klaksvík, og tá vaks limatalið nógv. Guttorm hevur eitt ágrýtni sum fáur, og hevur við rennifelagnum skipað fyri tiltøkum og kappingum runt landið. Tað er kenslan av at fólk verða glað, og at man gevur nakað til nærumhvørvið, sum dregur hann, greiðir hann frá.

 

 

– Eg havi altíð havt hendan hugin at síggja ein fjøld røra seg. Eg veit ikki um tað er tí eg eri uppvaksin við havið, ella vanur at síggja seyð flyta seg, men tað er fasinerandi at síggja ein skarða fara saman avstað. Tí dámar mær væl at skapa tiltøk og geva fólki møguleika at royna seg, sigur hann.

 

 

Orkan minkar Guttorm hevur runnið síðani 1990, og 25 ár seinni, veturin 2015 kendi hann á sær, at orkan ikki var tann sama. Hann tók tá d-vitaminir, og hetta hjálpi uppá manglandi orkuna. Eitt ár seinni, í januar 2016 rennur hann vestri í Vágum og hann klárar seg eitt sindur verri enn væntað, men hugsar tá at hann møguliga aftur hevur trot á d-vitaminum í kroppinum. Úrslitini eru ikki nøktandi komandi kappingarnar, sum hann luttekur í.

 

 

Guttorm kennir tó onki til manglandi orku í gerandisdegnum, men bert tá hann rennur. Eftir eina kapping á Grækarismessu í fjør, tá 15 kvinnur leggja hann afturum, og hann mátti ganga nakað av teiginum, sigur kona hansara, at nú skal hann fara til lækna. Guttorm verður sendur á Landssjúkrahúsið, og mergprøvi verður tikin. Meðan tey bíða eftir svari uppá prøvan fara hjúnini, saman við øðrum familjum í rennifelagnum Treysti, til Cardiff í Wales at renna hálvmaraton

 

 

– men har gongur aftur illa við renningini hjá Guttormi. – Eg kláraði ikki eingongd at fylgja konuni. Vit fylgdust teir fyrstu 15 kilometrarnar, og síðani sigi eg, at hon skal fara undan, tí hon hevði meir orku eftir enn eg hevði, sigur Guttorm Sørensen.

 

 

Hann kom tá á mál hálvan tíma seinni, enn hann hevði ætlað, tá hann vandi til kappingina.

 

 

– Men eg rann allan teigin, og eg gjøgnumførdi uttan at ganga, sigur hann

 

Í kamp við krabban

Tá tey koma heim aftur, fáa tey frá Landssjúkrahúsinum, um at koma suður til viðtalu. 4. april 2016 fekk Guttorm staðfest at tað var krabbi í merginum, og at hann kundi fáa viðgerð við tað sama.

 

 

– Eg vendi mær til læknan, knýti nevan og sigi ‘yes, kom avstað! Eg var klárur til dyst, og dystin skuldi eg nokk klára. Eg havi ongantíð stúrt fyri at skula í kamp við krabban, sigur Guttorm Sørensen.

 

 

– Eg bleiv meir keddur av, at familja og vinir blivu kedd mína vegna. Eg merkti at tey knekkaðu í telefonsamrøðuni, tá eg gav teimum boðini. Men av tí at eg ongantíð fór í kjallarin, so tyktust tey eisini sterk í prosessini, sigur hann rørdur.

 

 

Guttorm valdi ikki at lesa nakað um sjúkuna á netinum, tí hann sigur at hann ikki fekk brúkt ta informatiónina til nakað. Hann vildi heldur stríðast sítt egna stríð uttan samanberingar. Hann savnaði liðfelagarnar í Treystinum saman, og greiddi teimum frá, at hann nú skuldi ein fjallstúr, hann visti ikki hvussu høgt fjallið var, hvussu hann kom niðan á, ella um hann kom niður av aftur, sigur hann rørdur.

 

 

Síðani byrjaði kampurin. Hann fór niður í fimm vikur og fekk eina kemoviðgerð. Hann kundi tá halda áfram við viðgerðini í Føroyum í eina tíð, inntil hann fór niður aftur tveir mánaðir seinni at skifta mergin.

 

 

– Tá man rørir seg nógv, so veit man skjótt um okkurt er á vási við kroppinum. Í allari viðgerðini brúkti eg rørsluna sum barometur, og sá hvussu eg hevði tað útfrá tí, sum eg orkaði tá eg rann, sigur hann.

 

 

Áðrenn viðgerðin byrjaði, fekk hann at vita frá læknunum, at hann skuldi taka uppá, soleiðis at hann hevði okkurt at standa ímóti við. Hann tók eftirfylgjandi 10 kilo uppá.

 

Renningin helt á

Guttorm hevur runnið í so nógv ár, at tað eisini var náttúrligt hjá honum at fara rennitúrar undir viðgerðini.

 

- Tá eg var ringast fyri, fór eg á rennibandið á Hotel Tórshavn, og kláraði tá tríggjar kilometrar uppá 22 minuttir. Tað kendist sum hevði eg runnið eitt maraton, sigur hann umhugsin.

 

 

– Tað fyrsta eg gjørdi, tá mergurin skuldi skiftast, og eg fekk katedur í, var at biða konu mína keypa mær eitt belti til fartelefonir. Síðani bant eg tað um bringuna, og koyrdi allar slangurnar í lumman, so eg fekk runnið, sigur hann.

 

 

– Tað er kampviljin, sum er umráðandi. Ein má stríðast ímóti sjúkuni, tí tað er ikki bert uppgávan hjá læknanum at gera ein frískan. Tey gera sjálvsagt sín part, men eg skal sanniliga eisini gera mín part, sigur hann álvarsamur.

 

 

Guttorm vandi alla tíðina með­an hann var í viðgerð. Eisini valdi hann at ganga tveir kilometrar til og tveir kilometrar frá hvørja ferð hann fór til viðgerð á Ríkissjúkrahúsinum. Hann tók ongantíð lyftina uppá fjórðu hædd, har við­ gerðin fór fram. Heldur ongantíð tók hann lyftina á Hotel Tórshavn niðan á triðju hædd, har kamarið var.

 

 

– Ikki taka umvegirnar tá tú ert sjúkur, tí rørslan er ein partur av viðgerðini. Øll rørsla er góð og øll fótafetini í gerandisdegnum hava týdning. Hóast eg var púra ferdigur, eftir at eg var komin niðan trappurnar, so sá eg tað sum ein týðandi part av viðgerðini, og tað hevur tað eisini verið, sigur hann álvarsamur.

 

 

– Tað besta tú kanst gera fyri teg sjálvan her í lívinum er at røra teg, leggur Guttorm álvarsamur afturat.

 

 

Gjøgnum alla viðgerðina var kona Guttorm við hansara lið. Hon hjálpti serliga við at halda skil á nær hann skuldi taka heilivágin, og hvussu nógv hann skuldi hava. Eisini eggjaði hon til gongu- og rennitúrar, greiðir hann frá.

 

 

– Eg slapp frá at hugsa um tann partin, og læt tað í hennara hendur. Hevði eg verið gamal drongur, so hevði eg helt víst ikki farið til lækna í góðari tíð, so tað havi eg henni at takka, sigur hann.

 

 

Kendi at bønirnar lættu um

At verða tilvitaður um tað andaliga, hevur eisini verið umráðandi fyri Guttorm í sjúkragongdini. Hann kennir tað, sum at hægri maktir hava verið við honum hesa tíðina, og hevur kent stóran lætta avm at vita at fólk biða fyri sær, greiðir hann rørdur frá.

 

 

– Eg havi eisini biðið nógvar bønir sjálvur, og eg eri ómetaliga takksamur yvirfyri Várharra og teimum sum biða fyri mær, sigur hann.

 

 

Nýggi føðingardagurin

Guttorm fekk nýggju, frísku upprunakyknurnar í kroppin aftur 17. august 2016, og hetta kallaðu læknarnir nýggja føðingardag hansara. Hann hevði hesa tíðina í huga fjøllini og seyðin, sum skuldi rekast heima í føroyum.

 

 

– Hetta er sovorið, sum drívir verkið og eg mátti koma í form til tað. Eg gekk á fjalli sum vanligt tá fjallstíðin kom, og orkaði líka væl sum hinir mennirnir, sigur hann.

 

 

Tá hann lýtur aftur á tilgongdina, er hann ovfarin yvir, hvussu væl viðgerðin hevur gingið.

 

 

– Eg havi ikki tikið eina tablett fyri pínu, ella havt nakran svøvnleysa nátt við stúran, sigur hann.

 

 

– Um eg nú sleppi út at røra meg tríggjar ella fýra ferðir um vikuna, so er tað gott. Rørslan vísur mær eisini, at tað nú gongur framá, tá eg síggi at rennitíðirnar verða alsamt betri, sigur hann. Hetta við rørslu skuldi verði eitt tilboð til allar sjúklingar, tí tað er ofta rørsluni at takka, at fólk fáa tað so gott sum tey gera. Tað er umráðandi, at fólk skilja lekjandi ávirkanina hon hevur á kroppin, heldur Guttorm Sørensen.