- Eg gráti ikki um stálið sum fer

Arni Hansen, sum síðan byrjan hevur verið ein av monnunum aftan fyri Trónd í Gøtu, sigur, at tað er tann menniskjansligi parturin, ið liggur aftanfyri hetta verk, sum hann í fyrsta lagi hugsaði um, tá Tróndur í Gøtu fyri seinastu ferð stevndi út av Gøtuvík seinnapartin fríggjadagin

Farvæl

 

Kombineraði pelagiski trolarin og nótaskipið, Tróndur í Gøtu, hevur fyri seinastu ferð stevnt út av Gøtuvík – og hugsandi eisini úr føroyskum sjógvi. Skipið er selt einum russiskum/ kinverskum felag fyri slakar 50 miljónir krónur, sum verður mett at vera hampiligur prísur. Tróndur í Gøtu kom í flotan um miðjan januar 1987 og kostaði tá einar 85 miljónir krónur. Hetta var nógvur peningur í sínari tíð, og tað gekk ikki long tíð, til tað stóð á gomlum nøglum hjá felagnum í Gøtu. Við hegni og hepnari hond millum teir, sum áttu skipið og felagið hjá fiskimonnum, eydnaðist at gera eina avtalu, sum bar í sær, at skipið reið sjógvarnar av sær.

Í nógv ár hevur Tróndur í Gøtu verið eitt stórt aktiv hjá eigarunum, sum upprunaliga vóru 16 í tali, men sum nú eru 11. Nógvir mans hava gjøgnum hesi mongu ár havt sítt livibreyð umborð á hesum skipi, sum nú er farið úr føroyska fiskiskipaflotanum.

Danir siga, at ”man skal aldrig sige aldrig...”, og man veit jú ongantíð við vissu, hvussu lagnan lagar seg – um skip, sum farin eru úr flotanum, verða at síggja aftur um okkara leiðir ella ikki.

Taka vit ein annan kombineraðan trolara og nótaskip, Høgaberg, sum eisini loysti í Føroyum seinasta fríggjadag – nakað um somu tíð sum Tróndur í Gøtu – er hetta aðru ferð, at hann verður seldur úr Føroyum. Høgaberg hevur nevniliga áður verið heimahoyrandi í Føroyum undir navninum Gullfinnur. Hetta skip er soleiðis tvær ferðir keypt higar til lands – og er nú eisini tvær ferðir selt úr flotanum.

So, man veit av góðum grundum ongantíð, um skip venda aftur.

Tá Tróndur í Gøtu fór úr Føroyum, vóru fýra írar og fýra føroyingar umborð, og skipari á ferðini til Írlands, har skipið steðgar ávegis til Peru, er John Mikkelsen, ið hevur loyst av sum skipari umborð á pelagiska skipinum.

Hvussu leingi føroyska manningin verður umborð, var ikki vist, tá skipið loysti í Føroyum. Sum skilst, ynskja keypararnir, at føroyingar verða umborð á allari ferðini til Peru, men enn er ikki endaliga gjørt av, um hetta verður so – ella um teir fýra føroyingarnir bara sigla skipið til Írlands.

Tróndur í Gøtu hevur sína søgu, og ein heilur hópur kundi verið sagt um hetta skip og søguna aftanfyri, at henda verkætlan fekst at bera so væl til, sum hon við tíðini kom at gera. Fyri tveimum árum síðan, tá 20 ár vóru liðin, síðan skipið kom í flotan, var stór umrøða í Sosialinum um søguna, sum hongur uppi í hesum skipi.

Hana fara vit at lata liggja hesaferð.

 

Ikki stálið...

Tá Tróndu í Gøtu loysti á vestaru bryggju í Havn tíðliga seinnapartin seinasta fríggjadag, stevndi skipið norður á Gøtuvík, har bátar tóku ímóti. Skipið vendi inni á víkini, og bilar og fólk stóðu uppi á bryggjuni og heilsaðu.

Millum teir, sum vóru á báti hendan dagin, var Arni Hansen, ið er ein av høvðsmonnunum aftanfyri hesa í sínari tíð stóru verkætlan, sum 16 mans upprunaliga fóru undir. Vit spurdu Arna, hvar tankar hansara vóru, nú Tróndur í Gøtu helst fyri seinastu ferð var inni á Gøtuvík.

- Eg hugsaði slett ikki um skipið ella stálið sum fór, men um tey fólk, sum hava verið um hesa verkætlan, heilt frá byrjan til dagin í dag. Eg hugsaði um allar teir og øll tey, sum hava staðið aftanfyri og hava lagt rygg til, tá ryggur skuldi vera – og ikki minst um øll tey, sum einki beinleiðis hava havt við verkætlanina at gera, men sum altíð hava verið stuðlandi og hava verið við tí positiva orðinum.

Arni sigur, at Tróndur í Gøtu hevur verið eitt gott skip.

- Tað eru so mong, sum á ymiskan hátt hava notið gott av hesi verkætlan og tí, sum hon hevur verið við til at skapt og langt lunnar undir. Vit kunnu eisini siga, at var Tróndur í Gøtu ongantíð komin, høvdu vit neyvan heldur havt Finn Fríða í dag, sum eisini hevur roynst okkum hollur

Hann sigur, at felagið hevur havt og hevur framvegis sera dugnalig fólk, bæði teir gomlu, sum undan fóru og tær yngru kreftirnar, sum tóku eftir og nú eru álitið á brúnni.

Sosialurin kann skoyta uppí, at bæði Andre Hansen, sonur Arna Hansen og Bogi Jacobsen, sonur hin høvuðseigaran, Jákup Jacobsen, vóru blaðungir, tá teir byrjaðu at føra Finn Fríða – og í dag eru teir álitið á brúnni á flaggskipinum hjá P/F Vinnuni í Gøtu.

 

Ein vanlukka

Arni sigur, at eitt, sum hann hugsaði serliga nógv um, tá Tróndur í Gøtu fyri seinastu ferð lá á Gøtuvík seinnapartin fríggjadagin, var vanlukkan, sum í sínari tíð hendi, meðan skipið lá á Fuglafirði og riggaði til.

- Tá mistu vit ein av manningini, gøtumannin Jákup Mikkelsen, sum doyði av løstinum, hann fekk, tá hann fekk weirin um seg. Jákup var eisini ein av eigarunum av skipinum.

Hann sigur, at hetta er einasta veruliga vanlukkan, sum hevur rakt Trónd í Gøtu øll hesi ár, og teir vildu fegnir verið hana fyri uttan.

Sonur Jákup og Ragnu, sum var kona Jákup, hevur siglt við Finni Fríða, síðan skipið kom í flotan. Hann er útbúgvin skipsførari, og Árni dylur ikki fyri, at Aksel, sum ungi maðurin kallast, er á veg uppeftir ”stiðanum” í felagnum, sum hann tekur til.

Tveir aðrir av synum Jákup og Ragnu hava eisini verið við onkrar avloysaratúrar sum sumrarnar, sigur Arni.

- Vit hava ilt av tí sum hendi, men hava øll hesi ár havt familjuna í huga, leggur hann aftrat.

Arni sigur, at av teimum 16, sum í 1987 løgdu lunnar undir felagið, sum átti Trónd í Gøtu, eru 11 eftir í dag.

- Summir eru farnir av náttúrligum orsøkum og aðrir, tí teir ikki ynsktu at

halda fram. Hinvegin er ”stamman” at kalla hin sama enn tann dag í dag, og tað haldi eg er virkuliga flott, leggur hann aftat.

 

Nýbygningur ávegis

Nú Tróndur í Gøtu er seldur, letur P/F Vinnan, sum høvuðsfelagið í Gøtu kallast, nýbygning smíða. Skrokkurin verður smíðaður eystanfyri, og skipið skal gerast klárt á Karstensens Værft í Skagen. Ætlandi skuldi skipið koma til landið í heyst, men hetta hevur drigið eitt sindur út, soleiðis at skipið ætlandi kemur um ársskiftið 2009/ 2010.

Byggikostnaðurin verður einar 230 miljónir krónur.

- Útlitini eru ikki so góð, sum tey hava verið, men vit vóna, at svartkjaftakvotan fer at økjast aftur. Í aðrar mátar vóna vit, at ikki bara pelagiski flotin skal bera niðurskurðir, ið koma. Í dag verður nógvur svartjaftur burturlutaður til frama fyri tosk í Barentshavinum, soleiðis at flakatrolararnir hava fingið øktar kvotur. Vit halda, at tá tað treingir saman um, eiga allir partar at taka lut í niðurskurðum. Men líkt er ikki til, at so er, sigur hann.

Arni Hansen sigur, at felagið í Gøtu er kent fyri at síggja ljós upp á framtíðina, og tað gera teir eisini, nú myrkari skýggj eru á luftini.

- Vit hava kanska verið í so bjartskygdir onkuntíð, men uttan bjartskygni og trúgv upp á, at tað fer at bera til, høvdu vit ongan veg verið komnir. Vit kunnu ikki brúka svartskygni til nakað, leggur hann aftrat.