var álitið hetta kvøldið, punkteraði B36 og ivaleyst tók FM møguleikan frá teimum. Tjúgu minuttir fyri leiklok sendi hann innlegg úr høgru frá Hjørleifi Klein, sum var komin inn stutt frammanundan, í kassan [...] av, um triðja FM heitið á rað skal koma til høldar annað mánakvøld, tá teir fáa vitjan av Skála. Um NSÍ vinnur í Fuglafirði komandi mánakvøld og ímóti Skála á heimavølli, so eru teir FM vinnarar, sjálvt [...] so høvdu teir havt vunnið FM heitið, men tað kiksaði, og nú bendir alt á, at teir fáa somu lagnu, sum teir so mangan hava havt, síðani teir fyri fyrstu og einastu ferð vunnu FM heitið í unglingadeildini
Gøtumenn fara um Leirvíksfjørð í morgin, og hóast tað ikki er FM heitið, sum stendur uppá spæl, so fara bæði liðini at stríðast fyri at enda so ovarlaga sum møguligt. Málið hjá GÍ er fyrst og fremst triðja [...] ar kunnu á pappírinum framvegis enda á triðja plássi, men sjálvt um teir vinna á GÍ, er tað langt frá víst, at teir røkka so langt. Men ein sigur á GÍ er altíð eitt fet á rætta vegnum. At KÍ og GÍ hittast [...] teir, sum hava lagt kappingina til rættis, hava roknað við, at hesi bæði liðini fóru at vera við í FM stríðnum. Tað hava tey verið undanfarnu árini, og tá hava tey eisini ofta tikist fram ímóti kappingarenda
at B36 kundi gerast FM vinnari. Tá var møguleikin treytaður av, at HB ikki fekk fulla úrtøku á Toftum. HB fekk fulla úrtøku á Svangaskarði, og tí noyddust teir í B36 at bíða við FM róminum. Men hetta [...] hátíðarhalda FM heitið í annaðkvøld? Nei, tað hava vit als ikki. Felagið hevur einki sum helst fyrireikað, og tað gera vit heldur ikki, fyrrenn tað er matematiskt staðfest, at B36 er FM vinnari. Men [...] B36, Kristian á Neystabø, heldur ikki, at nøkur orsøk er til at ivast í evnunum hjá teimum at vinna FM, sum manna besta liðið: Sjálvandi hava spælararnir hjá okkum stóra virðing fyri vágbingum. VB er
andlit við HB menninar. B36 hevur vunnið FM, og tað nívir sjálvsagt nógv hjá grannunum, sum hava svomið í sigrum og steypum, men ikki hava megnaði at vunnið FM síðani 1990. Einasta neisin, sum HB hevur [...] So er tað avgjørt. B36 er FM vinnari í 1997. Vit hava roknað við hesum og skrivað tað so ofta og leingi, og tey eru nógv í B36, sum hava roynt at tykta okkum, tí tað er ljótt at kanna sær bitan, áðrenn [...] lið, og teir hava megnað at verið stúttir og vunnið, tá teir, sum B36 hevur kappast við, hava snávað. FM er vunnið við fleiri stigum enn nakað felag nakrantíð áður hevur vunnið við. Metið higartil átti GÍ
Simonsen frá, at hann hevði ikki stundir at spæla á landsliðnum. Tað vil siga, at síðsta uppgávan hjá Tummasi Eli Hansen í fremstu røð í føroyskum fótbólti verður at taka ímóti gullkrónuni og FM steypinum [...] fara ikki at vinna FM heitið á hvørjum ári, tí kappingin er so stór, men tað fara ikki at ganga 35 ár, til vit næstu ferð verða á toppinum. Hevur tað stóran týdning, at B36 vinnur FM? ? Tað kanst tú ætla [...] sítt: ? Eg mynstri av, tá hetta kappingarárið verður liðugt. Eg fari ikki heilt at halda meg burtur frá fótbóltinum, men eg havi ikki umstøður til framvegis at brúka seks dagar um vikuna til fótbólt. Tað
tríggjar minuttir seinni javnaði Heðin á Lakjuni. Eftir langan bólt fram eftir miðleingjuni frá Rógva Jacobsen rann hann frá verjuspælara, Jens Martin Knudsen hálvbjargaði, men álopsmaðurin hevði ongar trupulleikar [...] deildini, og tað hevur sjálvsagt verið serliga hugaligt tey seinnu árini, tá teirra lið hevur vunnið FM fýra ár á rað. Sunnudagin vóru tey ikki so nógv í Klaksvík, sum tey onkuntíð hava verið undanfarin [...] brotsteiginum minkaði um munin til 5-3, og tað restaðu sjey minuttir, tá Kurt Mørkøre stútaði innlegg frá Arnoldi Joensen í málið. Linjuverjin markeraði fyri, at bólturin hevði verið innanfyri, og so trýsti
og miðvíst arbeiði ímillum teir smáu og síðani tá hevur heystað eina rúgvu av FM heitum í bestu deildini (síðani B36 vann FM í 1962 hevur HB vunnið bestu deildina tólv ferðir). Fótbóltsmenningin í Eysturoy [...] ri í landinum, og tað eigur ikki at taka nakað frá nøkrum øðrum, um tað verður staðfest, at høvuðsorsøkin til, at GÍ misti møguleikan, og at B36 vann FM heitið í ár, er, at John Petersen skifti felag. [...] mongu árini hevur verið, at har hava verið nógvar útskiftingar. Seinast, teir vóru tætt við at vinna FM heitið, var í 1991, men árið eftir var talan so at siga um nýtt lið, og tað sigur seg sjálvt, at uttan
innum Bjarna Johansen og aftaná at renna frá viðspælarunum, sum noyddust at stríðast nógv, áðrenn teir fingu fatur á málskjúttanum og í stórari rúgvu kundu fegnast um FM heitið. Tað gekk bara ein lítil løta [...] Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar, tá B36 á Vágseiði vann fyrsta FM heitið í 35 ár. Ferðin var stór, málmøguleikarnir vóru nógvir, stólpar og tvørtrø vóru í vegin viðhvørt, málverjarnir báðir stóðu [...] annað liðið føroyameistari. Sutt sagt, so var tað hendingarríkt, spennandi og dramatiskt, tá B36 vann FM. Fótbóltslíkindini á Vágseiði vóru góð, og bæði liðini spældu álopsfótbólt. Vágbingar, sum ongantíð
Tær skuldu bara vinna dystin móti Sumba fyri at vinna FM-heitið. Men KÍ-kvinnurnar lótu ongan iva verða um úrslitið og hvar FM-gullið skuldi. Tær vunnu heili 10-1 á Sumba, og vístu eisini hví tær eru komnar [...] umfarinum. Hesaferð avgjørdu tær alt áðrenn seinasta umfar! Í blaðnum í morgin hava vit sum vant frásøgn frá 1. deild við kvinnum, hesaferð við nógvum myndum úr Klaksvík.
greiða frá um. ? Vit hava valt at seta upp eina serliga trygdarskipan, at tryggja okkum móti stuldri av fløgum, greiðir Gissur Patursson frá. Hendan skipan virkar á sama hátt, sum vit kenna frá klædnahandlum [...] saman. ? Vit hava so nógv felags at selja, eitt nú til brúdleyp, konfirmatiónir o. s. fr. Vit hava myndir og tað, ið hartil hoyrir, meðan Klokkan hevur umframt ur og klokkur prýðislutir, ur og aðrar gávulutir