B36-bumban brast tvær ferðir

Fótbóltur: Frásøgn frá dystinum millum VB og B36

Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar, tá B36 á Vágseiði vann fyrsta FM heitið í 35 ár.

Ferðin var stór, málmøguleikarnir vóru nógvir, stólpar og tvørtrø vóru í vegin viðhvørt, málverjarnir báðir stóðu seg væl, fimm gul kort vóru á lofti, ein spælari varð sendur undir brúsuna, áðrenn fyrra umfarið var liðgut spælt, trý mál vórðu skotin, og at enda var annað liðið føroyameistari. Sutt sagt, so var tað hendingarríkt, spennandi og dramatiskt, tá B36 vann FM.

Fótbóltslíkindini á Vágseiði vóru góð, og bæði liðini spældu álopsfótbólt. Vágbingar, sum ongantíð høvdu tapt á heimavølli í ár, vóru fleiri ferðir nær við at fáa hol á, t.d. tá bæði Birgir Jørgensen og Jón Pauli Olsen vóru einsamallir við Egini Høgnesen, sum vardi meistarliga fyri. Og í hinum endanum vísti Bjarni Johansen sítt kynstur, tá Julian Johnsson var um reppið at fáa mál. Fyri VB var tað dyggur smeitur, at Eyðun Jacobsen, stýrimaðurin í verjuni, noyddist at fara út við lúskuskða, tá 36 minuttir vóru farnir.


Fyrra bumbingin

So var tað, at tað fyrru ferðina sá út til, at øll B36 fólkini skuldu fara norður aftur um Suðuroyarfjørð, uttan at hava fingið sína søk avgreidda. Tað restaði bara lítil løta av fyrra umfarinum, tá spælandi venjarin, Tomislav Sivic, fyri aðru ferð í ár upplivdi at verða eyðmýktur við reyða kortinum ímóti sínum gomlu liðfeløgum. Tað fekk hann fyri at sláa eftir John Eystberg, ið næstan hevði togað troyggjuna av B36 manninum.

Nógvir av ábyrgdarmonnunum í B36 høvdu heitt á spælandi venjaran, um at halda seg uttanfyri, tá teir fóru á Vágseið, og í bakkspeglinum kann tað ikki sigast annað, enn at teir høvdu grein í sínum máli. Sivic hevði longu lagt upp til reyða kortið frammanundan, tá hann sendi ælbogan uppundir nøsina á Jón Gærdbo, uttan at dómarin sá tað.

Viljin ber langt, tá fyritreytirnar annars ikki eru tær bestu. Tað er so ofta áður komið til sjóndar, og soleiðis var tað hjá B36, sum minuttin aftaná útvísingina legði seg framum. John Petersen smekkaði fyrst á samankomingina, og so sneiddi hann fimm mótstøðuspælarar av sær í einum (vágbingarnir bóru seg í hesum førinum at sum piltar), fór fram ímóti baklinjuni í høgru, legði flatt innfyri, og Jens Kristian Hansen stýrdi kúluni í kassan.


Hildu tørn og lúrdu

Málið var av ógvuliga stórum týdningi fyri B36. Eftir stóra kvøkkin, sum tað var at missa ein mann, høvdu teir undir hvíldini sinniligt yvirskot, meðan mótstøðumenninir so at siga høvdu mist luftina, og í 2. hálvleiki var týðuligt, at B36 legði mest í at verja um tepru leiðsluna, samstundis sum teir lúrdu upp á snarálopsmøguleikarnar.

Tað gekk á báðar endar. Jón Pauli Olsen var tvær ferðir leysur í B36 brotsteiginum, og í hinum endanum vóru Jens Kristian, John og Julian, sum í minsta lagi arbeiddi fyri tveir, fleiri ferðir nær við.


Næsta bumbingin

Men tað komu eingi mál, og tá minuttirnir, sum vóru eftir at spæla, kundu teljast á aðrari hondini, kendist tað hjá B36 fólkunum kring vøllin, at tað kundi ikki kiksa.

Hugsjónirnar um at hava FM heitið norður aftur við fingu rættiligt skot fyri bógvin, tá tað restaðu fýra minuttir. Djóni N. Joensen mundi halda bóltin vera farnan útav, ella at talan var um rangstøðudóm, tá hann so at siga á baklinjuni tók bóltin, sum tóktist vera á veg út av vøllinum, við hondini. Gult kort til B36 mannin og brotsspark og mál til VB, sum væl spælandi Pól Thorsteinsson skoraði.

Góða B36 lagið punkteraði, men John Petersen eksploderaði eina ferð afturat. Tað restaði bara ein minuttur, tá hann streyk avstað í høgru, legði flatt innfyri til Julian Johnsson, sum hóast at hava stríðst so nógv, sum tað valla ber til at hugsa sær, hevði nóg nógva orku at senda flatt innum Bjarna Johansen og aftaná at renna frá viðspælarunum, sum noyddust at stríðast nógv, áðrenn teir fingu fatur á málskjúttanum og í stórari rúgvu kundu fegnast um FM heitið.

Tað gekk bara ein lítil løta, so bríkslaði Lassin Isaksen, sum hevði hildið skil á tætta og við hvørt eitt sindur harðliga stríðnum, av. Sjálvsagt var hýrurin góður á B36 fólkunum, sum í skundi fóru norður á Drelnes og fagnaðu meistaraliðnum í góðveðrinum á veg norður eftir. Og í høvuðsstaðnum var móttøkan ikki minni stórsligin.

Ítróttarsosialurin ynskir B36 hjartaliga tillukku við FM heitinum.