B36 sett nýtt met

Fótbóltur: Ongantíð áður hevur lið fingið so nógv stig, sum B36 longu hevur fingið

So er tað avgjørt. B36 er FM vinnari í 1997. Vit hava roknað við hesum og skrivað tað so ofta og leingi, og tey eru nógv í B36, sum hava roynt at tykta okkum, tí tað er ljótt at kanna sær bitan, áðrenn hann er svølgdur og alt hatta har.

Vit skilja tey í B36, sum hava sagt soleiðis væl, tí tey eru so ofta lumpaði, men fyri okkum, sum standa uttanfyri og fylgja við hevur eingin ivi verið seinasta mánan og meiri enn tað um, at nú fór tað endiliga at eydnast hjá B36. Teir hva nógvar góðar spælarar, teir hava eitt gott lið, og teir hava megnað at verið stúttir og vunnið, tá teir, sum B36 hevur kappast við, hava snávað.

FM er vunnið við fleiri stigum enn nakað felag nakrantíð áður hevur vunnið við. Metið higartil átti GÍ, sum í fyrraárið var meistari við 41 stigum. B36 er longu farið uppum tað talið, og teir hava møguleika fyri at leggja seks stig afturat.


Stríðið um Havnina

Lagið var gott í B36 sunnudagin, men nú eru teir farnir at hugsa um eitt annað stríð. Komandi sunnudag standa teir andlit til andlit við HB menninar. B36 hevur vunnið FM, og tað nívir sjálvsagt nógv hjá grannunum, sum hava svomið í sigrum og steypum, men ikki hava megnaði at vunnið FM síðani 1990.

Einasta neisin, sum HB hevur møguleika at vinna B36 í ár, er at vinna stríðið um Havnina. HB er á odda í tí kappingini. Teir vunnu fyrra landskappingardystin teirra millum 1-0, og tað er einasti ósigurin hjá B36 á árinum. Tað hevði verið kærkomið hjá føroyameistarnum at reinsað handa blettin burtur av meistaraskapinum, og tað kunnu teir bara gera, um teir í hvussu so er vinna 1-0 ímóti HB. Eitt er í hvussu so er púra víst, og tað er, at HB fer at gera alt tað, sum stendur í teirra makt, fyri at enda omaná í innanhýsis stríðnum.


Tvídystur um

niðurflyting

ÍF vann á NSÍ í Runavík, og B68 vann á B71 á Sandi. Hesir báðir sigrarnir hava við sær, at tey bæði eysturoyarliðini hava vunnið sær rætt til eisini komandi ár at spæla í 1. deild.

Spurningurin um hvør skal flyta niður í 2. deild og hvør skal spæla um eitt pláss í deildini, er ikki avgjørdur. B71 og FS Vágar stríðast um at sleppa undan aftasta plássinum. Komandi sunnudag hittast tey í Miðvági, og tá verður hesin spurningurin ivaleyst avgreiddur, tí tað er neyvan sannlíkt, at liðini fáa nakað burturúr síðsta umfarinum, tá B71 fær vitjan av nýklæktu meistarunum, og FS Vágar skal á útivøll at spæla ímóti GÍ, sum við sigrinum í Klaksvík so at siga hevur vunnið sær bronsukrónurnar.

Hóast VB tapti ímóti B36, so er greitt, at teir komandi ár skulu spæla í Intertoto Cup. NSÍ og KÍ høvdu undan hesum umfarinum ein lítlan møguleika, men hesi bæði liðini, sum komandi sunnudag fara at spæla í Runavík, taptu bæði og tóku tískil ikki av, tá VB snávaði.


Framvegis ógreitt

Tað er greitt, at Sumba verður nýggja liðið í bestu deildini. Men spurningurin um hitt plássið er langt frá avgreiddur.

TB er framvegis best fyri í kappingini um at sleppa at spæla ímóti B71 ella FS Vágar.

Um FS Vágar flytir niður í 2. deild, so fer næstbesta liðið hjá teimum niður í 3. deild, og so sleppur B68 undan at flyta beinleiðis niður, sjálvt um teir skuldu enda niðast.