Formenninir mynstra báðir av

Fótbóltur: Tummas Eli Hansen og Kristian á Neystabø ætla at gevast eftir FM-sigurin

Verða vit ikki meistarar, so noyðist eg at spæla eitt ár afturat. Verða vit meistarar, so gevist eg. Soleiðis sá roknistykkið út hjá Tummasi Eli Hansen, liðformanninum hjá B36, sum hevur verið á besta liðnum í 15 ár.

B36 vann, og Tummas Eli heldur fast við sítt:

? Eg mynstri av, tá hetta kappingarárið verður liðugt. Eg fari ikki heilt at halda meg burtur frá fótbóltinum, men eg havi ikki umstøður til framvegis at brúka seks dagar um vikuna til fótbólt. Tað loyva hvørki familjan ella arbeiði, segði liðformaðurin eftir lokið stríð í Vági. Hann fór longu fyri tveimum árum síðani at trappa niður, tí tá boðaði hann Allani Simonsen frá, at hann hevði ikki stundir at spæla á landsliðnum.

Tað vil siga, at síðsta uppgávan hjá Tummasi Eli Hansen í fremstu røð í føroyskum fótbólti verður at taka ímóti gullkrónuni og FM steypinum, sum Torleif Sigurðsson fer at handa annan leygardag, tá B36 hevur spælt ímóti B71 á Sandi.

? Men eg fari ikki at halda meg heilt frá fótbóltinum. Eg fari at spæla, men tað verður í 4. deild ella har á leið, segði Tummas Eli Hansen.


Tænt fyri seg

Kristian á Neystabø hevur verið formaður í B36 í tíggju ár, og eftir at meistaraheitið var komið til høldar, boðaði formaðurin frá, at hann fer at taka seg aftur, tá felagið fer at hava aðalfund í novembur.

Kristian á Neystabø hevur árini frammanundan ongantíð verið við B36 á útivølli, men í ár hevur hann verið við hvørja ferð, og nú liðið er komið á tindin, sum teir ikki hava verið á, síðani formaðurin var stórur smádrongur, gevst hann:

? Vit vóru akkurát fluttir upp í 1. deild, tá eg gjørdist formaður. Felagið var stórt í átttati árunum, og vit hava roynt miðvíst at byggja tað upp. Tað er av alstórum týdningi, at allir spælararnir ? frá teimum yngstu og til teir elstu ? hava góðar umstøður at venja undir, og at teir hava góðar venjarar. Hetta er vorðið nógv betri hesi seinnu árini, og tí haldi eg, at felagið hevur møguleikar fyri glæsiligari framtíð. Vit fara ikki at vinna FM heitið á hvørjum ári, tí kappingin er so stór, men tað fara ikki at ganga 35 ár, til vit næstu ferð verða á toppinum.

Hevur tað stóran týdning, at B36 vinnur FM?

? Tað kanst tú ætla. Eg vil siga, at tað er alt avgerandi, sigur formaðurin, sum hesi seinastu tíggju árini hevur myndað leiðsluna í B36 saman við Kjartani Mohr, sum í mong ár hevur verið ein íðin peningarrøkil. Afturat sær hava teir havt fleiri triðja menn í starvsnevndini, og í løtuni er Hákun Niclasen næstformaður í B36.


Besta føðingardagsgávan

Tað var opið hús í B36 húsinum, tá spælararnir við fylgi vóru komnir aftur úr Suðuroy. Nógv fólk kom í góðveðrinum í Gundadal, og millum teirra, sum heilsaðu felagnum, var Arnold Hansen ella Alli í B36, sum hann ofta verður nevndur. Alli, sum spældi á besta liðnum, tá hann var í góðum fótbóltsárum, var formaður í felagnum í 28 ár, og hann var fleiri ár afturat í nevndini.

Leygardagin fylti Alli 75 ár, og hann var ikki í iva um, hvør besta føðingardagsgávan var:

? Tað var føroyameistaraskapurin, sum teir vunnu dagin eftir, at eg fylti. Hetta kennist sum størsti dagurin í mínum lívi, helt fyrrverandi formaðurin fyri.

Sjálvur var hann ikki við suðuri í Vági. Tað var hann ov spentur til, men hann fylgdi við í útvarpinum, og tað var sjón fyri søgn, at 75 ára gamli formaðurin var fegin.