Blanding hevur riggað stak væl

Fótbóltur: Analysa av B36-liðnum, sum vann FM-heitið 1997

Eitt av eyðkennunum fyri liði hjá B36 tey seinastu mongu árini hevur verið, at har hava verið nógvar útskiftingar. Seinast, teir vóru tætt við at vinna FM heitið, var í 1991, men árið eftir var talan so at siga um nýtt lið, og tað sigur seg sjálvt, at uttan mun til, hvør hevur ábyrgdina og hvørjir spæla við, so er tað meiri enn torført at samanspæla eitt meistaralið burturúr ongum.

Longu undan kappingarbyrjan í ár varð B36 roknað millum meistarakandidatarnar, og teir hava hildið seg á toppinum alla tíðina. Fyrsta umfarið var á útivølli ímóti fýra faldu meistarunum úr Gøtu, og 2-0 sigurin ta ferðina boðaði frá, at í ár ætlaðu teir í B36 at vera við í toppinum.

B68 vann í fyrsta umfarinum 5-1 á heimavølli ímóti FS Vágar, og tí vóru tað teir, sum vóru ovastir á støðutalvuni, men eftir øll hini fimtan umførini hevur B36 verið ovast, og nú eru teir vísir í, at teir eisini fara at vera ovast, tá átjanda umfarið er spælt annan leygardag.

Tá vit undan hvørjum umfari hava loddað dýpið í feløgunum fyri at frætta, hvussu støðan hevur verið, so hava teir ymisku í B36, sum vit hava tosað við, aftur og aftur tikið til, at teir hava fleiri enn tjúgu spælarar, sum stríðast um plássini á besta liðnum. Og tað sæst aftur í, at B36 umframt at vera á toppinum í 1. deild, eisini er við í krónustríðnum í næstbestu deildini.

B36 hevur ongantíð áður verið umboðað í trimum teimum ovastu deildunum, men nógv bendir á, at tað fara teir at verða í 1998.

Tað hevur so ofta verið frammi, hví tað ikki gekk betri hjá B36, enn tað gjørdi í seksti, sjeyti og áttati árunum, og hví nítiárini skuldu gerast so gomul, áðrenn B36 aftur setti seg á fótbóltstrúnuna, sum teir hava verið noyddir at hugt langtandi eftir í 35 ár. Nógvar grundir hava verið nevndar, og millum teirra hava verið menningin av fótbóltinum í Eysturoy, sum hevði við sær, at tilgongdin av bygdadreingjum ikki var tann, sum hon hevði verið, og tað hevur verið nevnt, at í miðvísum ungdómsarbeiði var B36 eini tjúgu ár aftanfyri grannafelagið í høvuðsstaðnum, sum longu í seksti árunum gjørdi stórt og miðvíst arbeiði ímillum teir smáu og síðani tá hevur heystað eina rúgvu av FM heitum í bestu deildini (síðani B36 vann FM í 1962 hevur HB vunnið bestu deildina tólv ferðir).

Fótbóltsmenningin í Eysturoy, ungdómsarbeiðið hjá HB, sjáldsama styrkin, sum 66 liðið hjá KÍ hevði og arbeiði í B36, sum ikki fylgdi nóg væl við tíðini, eru ivaleyst alt orsøkir, sum kunnu brúkast, tá oyðimarkargongdin hjá B36 skal kannast og vendast.

Vit skulu ikki gera meiri við tann partin her.


Spælararnir hava

fýra sløg av bakgrund

Nútíðin sigur okkum, at B36 hevur vunnið FM við einum frágera góðum liði, og í tí sambandinum er tað áhugavert at staðfesta, hvørja bakgrund spælararnir, sum nú av røttum kunnu kalla seg føroyameistarar, hava.

Í einari stuttari lýsing kunnu vit býta teir sundur í fýra høvuðsbólkar: veteranarnir í B36, bygdamenninar, teir sum komu úr gannnafelagnum og so ungu menninir, sum eru uppaldir í B36 og hava fótbóltsframtíðina fyri sær.

Longu í fjør vóru greiðar ábendingar um, at tað fóru at vera møguleikar í hesi blandingini, og nú er tað ein sannroynd, at eitt meistaralið er spunnið burturúr hesum.


Mest royndu menninir

Fýra av stuðlsspælarunum á FM liðnum eru gamlir í garði. Talan er fyrst og fremst um liðformannin Tummas Eli Hansen, sum hevur spælt á besta B36 liðnum í 15 ár. Hann hevur roynt at flyta niður í 2. deild og at flyta upp í 1. deild aftur, og hann hevur roynt at standa á gáttini til at vinna FM, uttan at tað kortini eydnaðist. Í ár hevur veteranurin verið so væl fyri, sum hann neyvan hevur verið áður.

Sum hinir veteranarnir, so er Egin Høgnesen so at siga føddur inn í felagið. Hann hevur verið málverji har í mong ár, men fyrrapartin av níti árunum gavst hann. Eitt skifti var hann í B68, men nú er hann aftur í barndómsfelagnum, og eisini hjá honum hevur 1997 verið framúr gott.

Dánial P. Johansen hevur verið við til at mynda besta B36 liðið í mong ár. Hann hevur altíð verið ímillum teir fremstu stríðsmenninar. Fyrr í ár var hann skaddur leingi, men hann kom afturí aftur eftir summarsteðgin, og í stríði við nógvar aðrar kandidatar eydnaðist tað honum at endurvinna sær sjálvsagt pláss í verjuni.

Fjórði B36 veteranurin er Jens Kristian Hansen. Hann er bara 26 ára gamal, men tað kennist, sum um hann altíð hevur verið á B36 liðnum, og í ár man hann teljast ímillum evnini at gerast ársins spælari í Føroyum.


Bygdamenninir

Tað hevur ofta verið tikið til, at B36 hevur verið felagið hjá bygdamonnum í høvuðsstaðnum. Hesir hava altíð verið væl komnir í B36, og tað eru teir framvegis, men tað er sjón fyri søgn, at í ár hevur HB verið fremri enn grannarnir, tá tað ræður um bygdamenn á besta liðnum.

Tá Arnbjørn Danielsen, sum er toftamaður, undan kappingarbyrjan í ár gjørdi av at flyta úr B68 og í B36, vóru tað nógv í felagnum, sum ikki kendu ella høvdu hoyrt um toftamannin, og hjá nógvum viðhaldsfólkum varð hann ikki mettur at hava møguleika at vinna fast pláss á liðnum. Tað gjørdi Arnbjørn rættiliga skjótt, og á aftasti manni hevur hann verið so tryggur, at tað hevði við sær, at hann vann sær tveir landsdystir í ár.

Óli Johannesen er gamal TB maður. Nú gongur hann í læraraskúla. Í fjør spældi hann við B36, og í ár hevur hann aftur verið ímillum stuðulsspælararnar. Djóni Nolsøe Joensen er uppvaksin í NSÍ, og nú er hann undir útbúgving í høvuðsstaðnum. Í fjør spældi hann fyrstu ferð í B36, og bæði í fjør og í ár hevur hann verið millum stuðulsspælararnar á miðvøllinum.

John Petersen er eisini bygdamaður. Tað er óneyðugt at geva nakra lýsing av honum. Í Vági varð aftur staðfest, at skálamaðurin er besti álopsspælari í landinum, og tað eigur ikki at taka nakað frá nøkrum øðrum, um tað verður staðfest, at høvuðsorsøkin til, at GÍ misti møguleikan, og at B36 vann FM heitið í ár, er, at John Petersen skifti felag.


Teir úr gannafelagnum

Tað er komið fyri áður, og tað fer ivaleyst eisini at koma fyri í framtíðini, at spælarar fara at flyta ímillum tey bæði stóru fótbóltsfeløgini, sum búgva lið um lið í Gundadali.

Í fjør fluttu fýra spælarar úr HB og í B36, og teir hava verið kærkomnir styrkir fyri B36, sum teir tykjast verið eins heilhjartaðir limir av, sum nakar annar í felagnum er. Jørgin Meitilberg hevur ikki verið so nógv við í ár, sum hann var í fjør. Sigfríður Clementsen hevur verið nógv skaddur (tað er hann eisini í løtuni), men hann hevur verið hentur nakrar ferðir, og John Heri Dam hevur verið við í stríðnum um vongverjaplássið i vinstru, sum venjarin ofta hevur latið honum.

Og so er tað Julian Johnsson. Saman við Jens Kristiani Hansen og John Petersen er hann evni til at vera ársins spælari. Tað sær ikki altíð so væl polerað út hjá honum, sum tað ger hjá onkrum øðrum, men avrikini hjá Juliani Johnson, bæði í B36 og ikki minst á landsliðnum, hava verið so týdningarmikil, at hann er upplagt evni til at verða valdur at verða ársins spælari í 1997.


Ungu menninir

Og so er tað fjórði parturin og fyri B36 kanska tann mest hugaligi. Tað eru spælararnir, sum eru uppaldir í felagnum hesi seinastu tíggju árini, og sum eftir øllum at døma fara at verða týdningarmiklir stuðlar í royndini at halda felagnum á toppinum tey næstu nógvu árini.

Fleiri teirra snoddaðu til besta liðið í fjør, og í ár hava onkrir verið nógv við. Jan Guttesen hevur verið fastur fúsur á miðvøllinum, har hann bæði hevur arbeitt nógv og hevur verið skilagóður. Jákup á Borg, Carl H. Høgnesen, Ronnie Samuelsen og Allan Manai hava verið fastir fúsir í hópinum, og Gunnar Nielsen hevur verið við aftur eftir summarfrítíðina. Hann var so óheppin at bróta beinið, tá teir í vár spældu í steypakappingini inni á Skála.

Og so eru tað allir hinir ungu menninir, sum vit ikki hava hoyrt so nógv til í ár, men sum standa á gáttini og eru klárir at taka plássini. Teir eru so nógvir, at tað er torført at fáa allar við, men úr flokkinum kunnu vit nevna Finn Mørk, Svenning W. Hansen, Magnus Poulsen og René Tórgarð, sum ivaleyst koma langt, um teir framvegis fara at gera nakað við tað.


Venjarin

Og so er tað Tomislav Sivic, sum umframt at vera ein góður spælari, eisini hevur verið venjari.

Hansara uppgáva hevur verið at hildið øllum hinum til. B36 hevur vant nógv, og kappingin hevur verið so stór um plássini, at uppmøtingin hevur verið so at siga hundrað prosent.

Venjarin hevur dugað sera væl at hildið spælarunum til. Tað er so at siga ikki komið fyri, at teir somu ellivu hava verið á vøllinum frá dystarbyrjan tvær ferðir upp í slag. Hetta hevur havt við sær, at teir hava verið nógvir, sum hava havt grundaða fatan av, at teir hava havt møguleika at vinna sær pláss á besta liðnum, og tað hevur ikki gingið út yvir rútmuna í spælinum, at tað hevur verið skift eitt sindur út hvørja ferð.