Tað gongur skjótt hvønn vegin í Føroyum. Tað vita vit, tá tað snýr seg um veðrið og upp- og niðurgangstíðir. Og at tað eisini í fótbólti ofta gongur skjótt hvønn vegin, er so ofta komið fyri.
Síðsta dømið um hetta er úr hesi vikuni. Mánakvøldið spældu unglingarnir hjá NSÍ og B36 landskappingardyst í Runavík. Tá var illveður, og NSÍ vann. Mikukvøldið spældu somu lið finaluna í steypakappingini í Gøtu. Tá var veðrið so fagurt, sum tað kann vera eitt heystarkvøld, og tá vann B36.
NSÍ á meistarakós
Unglingarnir hjá NSÍ hava verið ógvuliga stinnir seinnu árini. Tað sæst m.a. aftur í, at teir vunnu FM bæði í fjør og í fyrraárið, og í at teir hava vunnið steypakappingina trý tey seinastu árini.
Men tá farið varð undir landskappingina í vár høvdu teir í Runavík ikki tær stóru vónirnar. Teir ásannaðu, at tilfarið til oddasess var ikki so gott, sum tað hevur verið undanfarin ár, og teir hava brúkt tríggjar dreingjaliðsspælarar sum fastar fúsar á liðnum. Talan er kortini ikki um hvønn sum helst, tí Sjúrður í Skemmuni, Jan Nónklett og Ken Nónklett eru í ferðalagnum hvørja ferð U-16 landsliðið fer av landinum.
Hvussu hevur verið og ikki, so hevur hilnast væl hjá NSÍ unglingunum í ár, og eftir at teir mánakvøldið vunnu 3-1 ímóti B36, kunnu teir sjálvir gera av, um triðja FM heitið á rað skal koma til høldar annað mánakvøld, tá teir fáa vitjan av Skála. Um NSÍ vinnur í Fuglafirði komandi mánakvøld og ímóti Skála á heimavølli, so eru teir FM vinnarar, sjálvt um B36 vinnur sín síðsta dyst, sum er á heimavølli ímóti KÍ komandi mánakvøld.
B36 aftur tætt við
Undan kappingarbyrjan varð B36 mett sum besta boðið uppá FM heitið, og alt kappingarárið hava teir verið fremstir. At teir hava verið sannførandi sæst m.a. í, at teir vunnu 5-1, tá NSÍ var í Gundadali.
Um B36 fekk javnleik ímóti NSÍ, so høvdu teir havt vunnið FM heitið, men tað kiksaði, og nú bendir alt á, at teir fáa somu lagnu, sum teir so mangan hava havt, síðani teir fyri fyrstu og einastu ferð vunnu FM heitið í unglingadeildini í 1973.
Illveðrið var til ampa
Avgerðandi dysturin í Runavík varð spældur í stak vánaligum líkindum mánakvøldið. Vit frætta frá báðum pørtum, at helst hevði tað verið rættast at útsett, tí tá bólturin fór upp frá, var tað ómøguligt at rokna ferðina og kósina út hjá honum. Sama kvøld spældu Skála og ÍF hinumegin fjørðin, og har avgjørdi dómarin at gevast, tá seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt. Men í Runavík kom hetta ikki upp á tal.
B36 hevði vindin ímóti fyrra hálvleik, og tað sá ljóst út, tá støðan í steðginum var 1-1. Finn Mørk setti hol á eftir stórt verjukiks, tá 28 minuttir vóru farnir, og Mortan Hansen javnaði, tá tað restaðu sjey minuttir.
Tað var nóg mikið hjá B36, um tað endaði við javnleiki, og seinna umfarið gjørdu havnarmenninir tveir brølarar. Annar var, at hugburðurin var ikki nóg góður tað var eyðsýnt, at ungu menninir hildu, at hetta fór at vera lættari, enn tað vísti seg at vera og hin var, at teir lossaðu ov nógvar langar bóltar fram í staðin fyri at brúka góðu fótbóltsevnini, halda bóltinum á jørðini og flyta seg, soleiðis sum teir so ofta hava víst, at teir megna.
Og so var tað, at Mortan Hansen, sum saman við Helga L. Petersen, var álitið hetta kvøldið, punkteraði B36 og ivaleyst tók FM møguleikan frá teimum. Tjúgu minuttir fyri leiklok sendi hann innlegg úr høgru frá Hjørleifi Klein, sum var komin inn stutt frammanundan, í kassan, og tá B36 royndi at svara aftur, og tað gjørdist tynnri í verjuni, smekkaði hann, staddur eitt sindur til høgru í brotsteiginum, flatt í handara síðunetið.
Hamskiftir
Tað gingu bara tveir dagar, so tørnaðu tey bæði bestu unglingaliðini saman aftur.
Og hesa ferð vóru tey hamskift. NSÍ spælararnir vóru ikki at kenna aftur. Ágrýtnið, sum teir høvdu víst mánakvøldið, sást einki til, og teir gjørdu nógv mistøk. Tvær ferðir vóru tey so stór, at tey kostaðu mál. Talan var um 1-0 málið tíðliga í 1. hálvleiki, tá bólturin eftir NSÍ fríspark úti í høgra verjuborði varð givin til Jákup á Borg, ið sendi innfyri til Tórolvur Poulsen, sum stútaði í kassan, og hitt seinna var beinleiðis sjálvmál, tá verjuspælarin Kári Sigvardsen royndi at sparka burtur og rakti so illa, at bólturin fór í málið til 3-0.
Fróði Clementsen, miðverjin, stútaði til 3-0 eftir horna í 1. hálvleiki, og hann stútaði til 4-1 eftir frísparksinnlegg tíðliga í 2. hálvleiki.
Mortan Hansen minkaði um munin til 3-1, tá tað restaðu tíggju minuttir av 1. hálvleiki, og síðstu minuttirnar av fyrra umfarinum spruttaði NSÍ eitt sindur og hevði onkran annan møguleika at minka um munin.
Men eftir 4-1 málið var liðugt. B36 sat fullkomuliga á miðvøllinum, og NSÍ menninir vóru sum flugur í fløsku ímóti væl upplagdu og hugflogsríku B36 unglingunum. Jákup á Borg skoraði framúr mál til 5-1, tá hann sendi langskot dygst undir samankomingina, og tá teir úr Runavík royndu at fara longri fram, var tað lætt hjá B36 monnunum at stinga fram ímillum. Tvær ferðir spurdust mál burturúr. Hitt fyrra skoraði Klæmint Matras, og Carl H. Høgnesen, sum var vinstri vongverji, staðfesti rimmar sigurin.
Eftir lokið stríð og gott plástur á sárið eftir ósigurin mánakvøldið, fekk B36 Thomas Dam&Co steypið frá Dánjali Andreasen, formanni í kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandinum.
Hetta var sjeynda árið, at kappast varð um steypið, sum verður vunnið til ognar av tí liðnum, ið hevur vunnið tað oftast, tá kappast hevur verið um tað í tíggju ár.
NSÍ hevur vunnið tríggjar ferðir, og KÍ, GÍ og EB/Streymur hava vunnið hvør sína ferð. Hetta var fyrsta ferðin, at B36 vann steypið, og Ítróttarsosialurin ynskir teimum hjartaliga tillukku.