Síðsta sunnudag var møguleiki fyri, at B36 kundi gerast FM vinnari. Tá var møguleikin treytaður av, at HB ikki fekk fulla úrtøku á Toftum. HB fekk fulla úrtøku á Svangaskarði, og tí noyddust teir í B36 at bíða við FM róminum.
Men hetta vikuskiftið nýtist B36 ikki at spyrja eftir, hvussu tað gongst hjá øðrum. Um teir vinna í Vági í morgin, so eru teir føroyameistarar, sjálvt um tað resta tvey umfør.
Sjálvsálitið er í lagi
Tað hevur ofta verið at hoyrt síðstu vikurnar, at summi av mest ídnu B36 viðhaldsfólkunum hava drigið á, um tað nú fer at eydnast, og tey hava víst aftur á aðrar ferðir, tá tað sá út til, at teirra lið skuldi enda ovast, men so miseydnaðist tað alíkavæl.
Men formaðurin í B36, Kristian á Neystabø, heldur ikki, at nøkur orsøk er til at ivast í evnunum hjá teimum at vinna FM, sum manna besta liðið:
Sjálvandi hava spælararnir hjá okkum stóra virðing fyri vágbingum. VB er einasta liðið, sum so at siga hevur syrgt fyri, at tað, sum vit ætlaðu í ár, ikki kom í lag. Tað gjørdu teir, tá teir tóku plássið í steypafinaluni frá okkum. Men hóast henda veruleika, so hava vit álit á, at um okkara menn spæla tað, sum teir ógvuliga støðugt hava gjørt alt kappingarárið, so eiga teir at hava stóran møguleika at vinna í Vági í morgin.
Og so hava tit gjørt klárt at hátíðarhalda FM heitið í annaðkvøld?
Nei, tað hava vit als ikki. Felagið hevur einki sum helst fyrireikað, og tað gera vit heldur ikki, fyrrenn tað er matematiskt staðfest, at B36 er FM vinnari. Men tað skal ikki skiljast soleiðis, at vit ikki hava álit á okkara monnum, at teir kunnu megna uppgávuna.
Stórdystur ímóti HB
Tað eru tey, sum hava tosað um, at tað hevði verið spennandi, um endaliga avgerðin um FM heitið bíðaði til B36 og HB fara at spæla í Gundadali annan sunnudag. Men B36 formaðurin tekur sjálvandi ikki undir við teimum, sum hava hetta sjónarmiðið:
Fyri okkum er tað sjálvsagt nógv best, um avgerðin fellur í morgin. Men tað vil ikki siga tað sama, sum at talan ikki verður um stórdyst annan sunnudag. Vit eiga dystin, og harvið eru tað vit, sum fáa inntøkurnar av honum. Um tað skuldi fallið soleiðis, at FM heitið verður avgjørt í morgin, so vóna vit sjálvsagt, at áskoðararnir hjá okkum koma í Gundadal annan sunnudag. Vit kunnu siga, at vinna vit í morgin, so verður dysturin ímóti HB einasta høvið hjá okkara viðhaldsfólkum at taka ímóti meistaraliðnum í Gundadali, tí í síðsta umfarinum skal B36 spæla á Sandi. Og um B36 vinnur FM í morgin, so kunnu eisini øll tey koma niðan, tá vit skulu spæla ímóti HB, sum vit hoyra um ikki hava torað í Gundadal í fleiri ár, tí teirra felag aftur og aftur hevur svikið, tá tey roknaðu mest við tí, heldur B36 formaðurin skemtiliga fyri.
Nógv fara at fylgja við
Tað hevur verið nógv tos ímillum B36 viðhaldsfólk um ferðina til Suðuroyar í morgin. Smyril siglir suður á Drelnes fyrrapartin í morgin. Ættin er góð, og tey eru mong, sum ætla sær suður við. Í B36 hava teir spurt seg fyri, um tað ikki er møguleiki fyri, at báturin siglir á Vág í staðin fyri á Drelnes, men tá vit vóru í sambandi við B36, høvdu teir ikki fingið endalig boð, um hetta letur seg gera.
Spælararnir fara suður longu í kvøld. Teir skulu halda til á gistingarhúsinum í Øravík, har teir skulu fyrireika seg til slagið á Vágseiði í morgin.
Burtursæð frá Óla Johannesen, sum er leikbannaður, eru allir hinir tøkir. Tað er eitt sindur ivasamt, hvat venjarin velur at gera við unglingaspælararnar, sum hava spælt tveir týdningarmiklar dystir síðani sunnudagin og harvið kunnu hugsast at vera eitt sindur moyrir, men hetta var ikki heilt greitt, tá vit tosaðu við B36.
VB spælir fyri
at vinna bronsu
Hóast VB tapti í Miðvági, so hava teir sjálvir framvegis møguleikan at vinna bronsukrónurnar. VB er á triðja plássi, men tað er bara eitt stig niður til GÍ.
VB verður styrkt hesaferð, tí Pól Thorsteinsson hevur sitið leikbann av sær, og tað hevur Janus Kjærbo eisini. Jugoslavarnir stríðast báðir við skaða.
Tá VB spældi í landskappingini í Gundadali fyrr í summar, vann B36 4-0. Í fjør vann B36 3-1 í Vági, og í fyrraárið vunnu teir 2-1 á Sumba/VB. Í 1993 vann B36 1-0 á VB í Vági. Síðsta ferðin VB fekk stig á heimavølli ímóti B36 var í 1992, tá úrslitið var 0-0, og síðsta VB sigurin finna vit í 1990, tá vágbingar vunnu 3-1.