KÍ og GÍ bert æruna at spæla fyri

Fótbóltsupptakt: Allir spælarar eru tøkir hjá bæði KÍ og GÍ til dystin sunnudagin

Gøtumenn fara um Leirvíksfjørð í morgin, og hóast tað ikki er FM heitið, sum stendur uppá spæl, so fara bæði liðini at stríðast fyri at enda so ovarlaga sum møguligt. Málið hjá GÍ er fyrst og fremst triðja plássið og bronsukrónurnar. Klaksvíkingar kunnu á pappírinum framvegis enda á triðja plássi, men sjálvt um teir vinna á GÍ, er tað langt frá víst, at teir røkka so langt. Men ein sigur á GÍ er altíð eitt fet á rætta vegnum.

At KÍ og GÍ hittast í triðji síðsta umfari er ivaleyst ein ábending um, at teir, sum hava lagt kappingina til rættis, hava roknað við, at hesi bæði liðini fóru at vera við í FM stríðnum. Tað hava tey verið undanfarnu árini, og tá hava tey eisini ofta tikist fram ímóti kappingarenda. T.d. hittust tey í triðji síðsta umfarinum í fjør, fjórði síðsta í 1995 og í síðsta umfarinum bæði í 1994, 1993 og í 1991 (tey bæði seinast nevndu árini var tað í Gøtu).


Alt fólkið tókt

Klaksvíkingar pyntaðu rættiliga nógv um málmunin, tá teir síðsta sunnudag vunnu stórt í Fuglafirði.

Hesa ferð eru allir KÍ spælararnir tøkir, og so fæst at síggja, hvussu tað fer at roynast hjá Heðini á Lakjuni, tá hann fer at hava betri verjuspælarar ímóti sær, enn hann hevði í Fuglafirði. Tá ið GÍ var í Klaksvík í fjør, var tað júst Heðin á Lakjuni, sum skoraði einasta málið í minniliga dystinum.

GÍ hevur eisini allar sínar menn tøkar. Leivur Hansen spældi fyri fyrstu ferð frá dystarbyrjan ímóti B71, og hann stóð seg so mikið væl, at tað kann hugsast, at hann fær møguleikan aftur í morgin. Poul Ennigarð, Erland Tvørfoss og Magni Jacobsen vóru á beinkinum uttan at koma inn ímóti B71, og Jóan Petur Olsen var sjúkur.

Hóast strikan ger um seg hetta vikuskiftið, so hava allir hesir nevndu møguleikan at spæla á 3. deildarliðnum hjá GÍ, sum er á veg í 2. deild, men tað verður ikki roknað við, at teir nýtast at hjálpa til har, tí liðið er mest sum longu flutt upp.