við í gongdini frá 1994, vísir víðari á, at nakrar umbroytingar hava verið framdar á fíggjarliga økinum í sambandi við nýggja orgulið. - Vit hava havt aðrar skuldir á okkum, men tær máttu vit so fáa av vegnum [...] so síðani tá hevur elektroniskt orgul verið nýtt, sigur Niklas Foldbo, formaður í kirkjuráðnum í Toftum. Ein stór løta Fyri Niklas Foldbo var tað ein stór løta, tá nýggja orgulið var tikið í nýtslu sunnudagin [...] við kensluni, at endiliga er kirkja okkara liðug. Vit hava gjørt ymiskt síðani 1994, sum hevur ligið á láni, t.d. kirkjukjallaran, men kirkjan hevur ongantíð verið fullfíggjað, fyrrenn vit fingu nýtt pípuorgul
siga frá lívinum sum útróðrarmaður. Hann er júst afturkomin av útróðri. Hann hevur lagt veiðuna upp á Toftum, og ger nú klárt til næsta túr. Eitt ílat við gággum verður tveitt í land, og so er klárt at egna [...] einaferð um 5-tíðina. -Síðani fór eg til hús í Rituvík at fáa mær ein slang, áðrenn Fiskamarknaðurin á Toftum lat upp, og eg kundi sleppa av við veiðuna. Men tíð var ikki til at seta seg hendur í favn eftir [...] - Hevði eg vitað at tit komu her, so var eg langt síðani farin til hús! Í bátahylinum á Glyvrum sæst ein maður standa og rokast í báti sínum "Havørnin". Hann er í eini heitari húgvu og í teimum vælupplýstu
Theodor Poulsen á Toftum er í løtuni virkandi havnarmeistari við Tofta havn. Tað hevur hann verið síðan í fjør heyst. Starvið hjá honum er avloysarastarv, nú Hans Óli Viberg, sum er settur havnarmeistari [...] num Føroyar. At enda sigldi hann í eini tvey ár við Faroe Trader. - Her eru færri skip og bátar á Toftum í dag, og her er lítil útróður longur. Sama mynstur síggja vit í flestu bygdum kring landið, har [...] útlitini nú eru væl betri, enn tey hava verið leingi. Hann vísir á, at trolbáturin Hansa Maria, sum Osmund Justinussen nú eigur, hevði 700 kassar á seinasta túri, og hann heldur, at hetta man vera besti túrur
hugna sær og hava tað stuttligt her á tjaldingarøkinum," sigur Lív Jensen av Toftum, ið saman við Terja S. Jensen somuleiðis av Toftum er ein av teimum mongu vaktunum á G! festivalinum. "Her hevur ikki verið [...] kreativ og uppfinnsom fólk her. Tey hava latið seg í stuttlig og øðrvísi klæði. Summi finna eisini upp á nógv stuttligt. Eitt nú fyrranáttina vóru tað nøkur, ið fingu hugskotið at hava posarenning kl. 7 um
rættin til uppflytingardystirnar vóru leirvíkingar sera fegnir. Hetta sást m. a. á talinum av bygdafólki, sum var á Mølini á Eiði, har seinasti dysturin varð leiktur. Men tann størsta orsøkin til at Harry [...] Runavík, og teir hava gjørt sáttmála við venjaran hjá Royn, sum eisini er útlendingur. Hvussu verður á Toftum er ikki greitt, men Petur Simonsen heldur eftir øllum at døma ikki fram. Jóannes Jakobsen gevst [...] kann ein seta krøv til venjararnar og so sanniliga til útlendsku spælararnar eisini. Hygg til dømis á Toftum. Har hevur tann eini russin leikt í triðju deild. Tað er eingin orsøk at taka fólk uttan úr heimi
Runavík: "Magni Mikkelsen av Toftum hevur listaframsýning á Hotel Runavík". Soleiðis ljóðaði tað í innbjóðingini, tá hotellið, sum áður kallaðist Sjómansheimið, lat upp dyrnar á fyrsta sinni í farna mánaði [...] , til hann sum 21 ára gamal fór í starv á Verkstaðnum Vón. Á vári 1997 flutti hann til Runavíkar at búgva og fekk starv á Verkhúsinum Stíggi, har hann enn hevur sítt dagliga starv. Tey sum kenna Magna [...] dagliga starv á verkstaðnum Stíggjur í Runavík. Ikki kann sigast annað enn at fólk dáma myndir hansara, tí longu nú hevur hann selt meiri enn helmingin av hesum myndum. Framsýningin hjá Magna á Hotel Runavík
yvirtíðini, og stórur partur av næst besta liðnum hjá EB/Streymi var úti á Toftum við besta liðnum, hóast einki var at spæla um á Toftum. Eg kenni ikki detaljurnar, men erligur fótbóltur var hatta so ikki. [...] umtalaður dystur var ímillum TB og EB/Streym á allar seinasta leikdegi. TB vann dystin í Streymnesi heili 11-0 og tryggjaði sær harvið uppflyting frammanfyri nøsini á AB – við sama stigamuni, men einum máli
bera til, kortini ber til. Tað birtir eina góða kenslu. Tað sigur Niclas Davidsen, vinnulívsmaður á Toftum, sum í nógv ár var formaður í B68 Spurdur, hvønn týdning hann væntar, at Eysturoyartunnilin fer
haldi, at eini 50-60 fólk arbeiða hjá Gunleivi, og hini arbeiða so hjá Pidda á Toftum og á Statoil-støðini á Argjum. Hann vísir á, at arbeiðini í flestu førum eru skipað sum vaktararbeiði, og tí er talan [...] eigararnir gjørt av at seta David Nordendal at stjórna handilsvirkseminum á bakarínum hjá Gunleivi, Statoil á Argjum og hjá Pidda á Toftum. Knútapunkt - Eg havi skilt uppgávuna soleiðis, at eg skal vera "kn [...] sigur hann. Út við 100 fólk Hann torir ikki at geva nakað boð upp á, hvussu hann væntar, at hann fer at megna hesa uppgávu, men leggur dent á, at hann fer at gera sítt besta. - Tíðin fer at vísa, hvussu hetta
Undir hátíðarhaldinum í barnagarðinum á Svangaskarði á Toftum í gjár, segði Tóra Johannesen, leiðari, at tað var í februar 2002, at barnagarðurin byrjaði sum ein útibarnagarður við plássi fyri 24 børnum [...] at nýggi barnagarðurin á Svangaskarði veruliga er teirra barnagarður. Á myndini eru, f.v.: Tóra Johannesen, leiðari og Jóhanna Jancyardóttir, sum eisini arbeiðir í Barnagarðinum á Svangaskarði. [...] børnum. Hetta var í gamla B68-húsinum. - Stóri tørvurin á plássum gjørdi, at í oktober 2003 læt ein stova upp aftrat, og tá flutti frítíðarskúlin, sum hevði verið í niðaru hæddini, í onnur høli. Nú varð farið