Tað var kappingarárið 2011 í næstbestu deildini hjá monnum, at nógv umtalaður dystur var ímillum TB og EB/Streym á allar seinasta leikdegi. TB vann dystin í Streymnesi heili 11-0 og tryggjaði sær harvið uppflyting frammanfyri nøsini á AB – við sama stigamuni, men einum máli frægari, ið var skotið umvegis brotsspark langt inni í yvirtíðini.
Venjari hjá AB um hetta mundið var Sámal Erik Hentze, og í blaðnum Jólatíðindi 2014 sigur hann seg vera sannførdan um, at talan var um avtalað spæl – ella sum hann orðar seg: tað var ikki erligur fótbóltur.
- Tvøramenn fingu eitt ivasamt brotsspark sjey minuttir inni í yvirtíðini, og stórur partur av næst besta liðnum hjá EB/Streymi var úti á Toftum við besta liðnum, hóast einki var at spæla um á Toftum. Eg kenni ikki detaljurnar, men erligur fótbóltur var hatta so ikki. Eg var illur handan dagin, men eg komi tíbetur skjótt víðari, og í dag er hatta langt síðani gloymt, sigur Sámal Erik Hentze við blaðið.
Sjónband frá dystinum sæst HER!