- Fari at leingjast út aftur á hav

Theodor Poulsen, sum saman við beiggja sínum Kjartani hevur átt og rikið trolbát í nógv ár, er nú virkandi havnarmeistari við Tofta havn.

Theodor Poulsen á Toftum er í løtuni virkandi havnarmeistari við Tofta havn. Tað hevur hann verið síðan í fjør heyst. Starvið hjá honum er avloysarastarv, nú Hans Óli Viberg, sum er settur havnarmeistari, er í farloyvi og býr í Grønlandi.

 

Í nógv ár hava Theodor og beiggi hansara, Kjartan Poulsen, átt og rikið trolbát, men nú er hetta fyribils søga. Osmund Justinussen hevur keypt trolbátin Búgvan, sum teir báðir áttu.

 

Theodor gjørdist stýrimaður í 1971 og skipsførari í 1984. Í nøkur ár sigldi hann hjá ØK og síðan í enn fleiri ár hjá Skipafelagnum Føroyar. At enda sigldi hann í eini tvey ár við Faroe Trader.

 

- Her eru færri skip og bátar á Toftum í dag, og her er lítil útróður longur. Sama mynstur síggja vit í flestu bygdum kring landið, har útróðurin áður hevði stóran týdning. Fiskiskapurin hjá trol-, línu-og útróðrarbátum hevur verið smáligur, men nú er líkt til, at tað aftur er farið at bragda. 

 

Hann sigur, at meginpartin av tíðini síðan 1987 hava hann og Kjartan átt og rikið trolbát. Teir keyptu 25-tonsaran Búgvan í 1979 og Trídrang í 1989.

 

- Vit varðveittu navnið Búgvin frá tí, at vit keyptu fyrsta Búgvan av Oyrarbakka í 1979, til nú stálskipið Búgvin, sum vit keyptu úr Grenaa í 2006, varð seldur fyri eini tíð síðan.

 

Theodor ásannar, at tað hevur gingið striltið at fáa samanhang í raksturin hjá trolbátunum seinnu árini, tí so lítil fiskur hevur verið at fingið í hesum tíðarskeiði.

 

- Eg fylli 67 í september, so eg ivist í, um eg fari at leggja til brots aftur við øðrum skipi, tó at útlitini nú eru væl betri, enn tey hava verið leingi.

 

Hann vísir á, at trolbáturin Hansa Maria, sum Osmund Justinussen nú eigur, hevði 700 kassar á seinasta túri, og hann heldur, at hetta man vera besti túrur, sum skipið nakrantíð hevur gjørt.

 

- Jú, eg fari at leingjast út aftur at fiska, tá teir góðu dagarnir koma, og fiskur verður aftur at fáa, sigur Theodor Poulsen.