- Endiliga er kirkjan liðug

Niklas Foldbo, formaður í kirkjuráðnum, hevur verið við í arbeiðnum líka síðani 1994, tá Fríðrikskirkjan varð vígd, og heldur hann talan vera um eina skilagóða íløgu í nýggja og flotta orgulið. - Endiliga er kirkjan liðug, sigur Niklas Foldbo glaður

- Tá Fríðrikskirkjan varð vígd í 1994, vóru tíðirnar so vánaligar, at vit ikki høvdu ráð til nýtt pípuorgul, so síðani tá hevur elektroniskt orgul verið nýtt, sigur Niklas Foldbo, formaður í kirkjuráðnum í Toftum.

Ein stór løta
Fyri Niklas Foldbo var tað ein stór løta, tá nýggja orgulið var tikið í nýtslu sunnudagin. Undir vígsluni av nýggja orgulinum vórðu allir stólarnir vendir móti nýggja dýrgripinum, og tað er fyrstu ferð, at allir stólarnir eru vendir við.
- Eg sat við kensluni, at endiliga er kirkja okkara liðug. Vit hava gjørt ymiskt síðani 1994, sum hevur ligið á láni, t.d. kirkjukjallaran, men kirkjan hevur ongantíð verið fullfíggjað, fyrrenn vit fingu nýtt pípuorgul, og tískil var tað ein stór løta, sigur ein ikki sørt kensluborin Niklas Foldbo.
Hann vísir eins og prestur á, at talan við nýggja pípuorgulinum er um eina langtíðarloysn.
- Tað skuldi hildið 100-200 ár, meðan eitt elektroniskt orgul skjótari fer, og tískil haldi eg, at kirkjan hevur gjørt eina góða íløgu, sigur Niklas Foldbo.
Formaðurin í kirkjuráðnum leggur afturat, at teir hava fingið 10 ára garanti frá orgulbyggjarunum úr Danmark, har árligt eftirlit verður við orgulinum, so ymiskt kann fínpussast og justerast fyrstu 10 árini.

Umskipað fíggjarviðurskifti
Niklas Foldbo, sum hevur verið við í gongdini frá 1994, vísir víðari á, at nakrar umbroytingar hava verið framdar á fíggjarliga økinum í sambandi við nýggja orgulið.
- Vit hava havt aðrar skuldir á okkum, men tær máttu vit so fáa av vegnum, áðrenn nýggjar íløgur vórðu gjørdar í orgulið, sum kostaði 4,5 milliónir við teimum umbyggingum í kirkjuni, sum kravdust, sigur Niklas Foldbo. Hann undirstrikar, at fíggjarligu raðfestingarnar hava verið umskipaðar nakað orsakað av orgulinum.
Føroya Lívstrygging hevur tryggjað verkætlanina við nýggja pípuorgulinum, sum sunnudagin varð vígt í Fríðrikskirkjuni.
- Nú fáa organistarnir Mikal Johan Heinesen, Max Højgaard og Jónsvein Mikkelsen veruliga eitt dýrt og flott orgul at spæla sær við, sigur Niklas Foldbo flennandi at enda.