Runavík: "Magni Mikkelsen av Toftum hevur listaframsýning á Hotel Runavík".
Soleiðis ljóðaði tað í innbjóðingini, tá hotellið, sum áður kallaðist Sjómansheimið, lat upp dyrnar á fyrsta sinni í farna mánaði.
Í samband við hesa hending høvdu fyristøðufólkini á hotellinum skipað soleiðis fyri, at hesin toftadrongurin kundi sleppa at sýna fram nakrar av málningum sínum fyri gestunum.
Inni í matarhøllini hingu ikki færri enn 24 málningar eftir Magna, sum tey seinnu árini hevur havt sítt dagliga starv á verkstaðnum Stíggjur í Runavík.
Ikki kann sigast annað enn at fólk dáma myndir hansara, tí longu nú hevur hann selt meiri enn helmingin av hesum myndum.
Framsýningin hjá Magna á Hotel Runavík er opin hesa vikuna aftrat.
Hesar 24 myndirnar á framsýningini eru allar teknaðar við penni á pappír og síðani litaðar við vatnlitum.
Tey, ið kenna til Magna siga, at stílurin hjá honum nú er eitt sindur øðrvísi enn áður, tí tær eru meiri einfaldar, hava størri flatu og hava ikki so nógvar smálutir.
Radiatorar og horn
Magni er føddur í 1967 og er ættaður av Toftum. Hann hevur búð meginpartin av lívi sínum í Føroyum, men búleikaðist eitt stutt skifti í Danmark.
Hann flutti til Havnar at búgva í 1973 og hevur gingið í skúla á Sernámsdeplinum, til hann sum 21 ára gamal fór í starv á Verkstaðnum Vón.
Á vári 1997 flutti hann til Runavíkar at búgva og fekk starv á Verkhúsinum Stíggi, har hann enn hevur sítt dagliga starv.
Tey sum kenna Magna siga, at hann er róligur og stillførur av lyndi, men hevur kortini ein miðvísan atburð.
Sum listamaður er hann hegnisligur sum fáur, og sæst hetta aftur í hansara egna og heilt serstaka myndaheimi.
-Magni teknar tað sum hann sær og leggur merki til. Hetta er kortini øðrvísi enn tað, sum fjøldin av fólki leggur merki til og sær.
-Hann teknar tað sum er inni í rúminum, teknar linjurnar har loftið og gólvið møta hornunum. Og hann teknar radiatorarnar, ofta trídimensjonalt, kontaktir og aðrar smálutir í rúminum, verður sagt um Magna.
Allar hesar myndirnar setur hann hegnisliga saman á myndflatunum, har hann deilir myndflatuna upp í partar. Linjurnar ganga ofta úr einari mynd í aðra og tengjast á henda hátt at hvørji aðrari og skapa soleiðis eina stóra heildarmynd.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Magni luttekur á listaframsýningum. Hann hevur áður sýnt fram, saman við øðrum í Danmark.