- Hetta er ein velduga stór uppgáva

- Tað kom púra óvæntað, at eg fekk í boði at stjóra handilsvirkseminum hjá Osmundi Justinussen og synum hansara, sigur David Nordendal, sum hevur verið søluleiðari í Landshandlinum í fleiri ár

Handil

Nú Osmundur Justinussen og synir hansara at kalla í einum "rendi" hava keypt tríggjar handilsfyritøkur aftrat, hava eigararnir gjørt av at seta David Nordendal at stjórna handilsvirkseminum á bakarínum hjá Gunleivi, Statoil á Argjum og hjá Pidda á Toftum.

Knútapunkt
- Eg havi skilt uppgávuna soleiðis, at eg skal vera "knútapunktið" millum eigararnar og leiðararnar í nevndu fyritøkum, og hetta síggi eg sum eina velduga stóra uppgávu.
David Nordendal, sum er 32 ára gamal og hevur búð á Argjum, síðan hann var 7 ára gamal, hevur seinastu 11 árini arbeitt hjá Landshandlinum í Havn, har hann hevur verið søluleiðari.
Hann er útbúgvin handilsmaður, og hann er eisini útbúgvin bilmekanikari, men væntar ikki, at útbúgvingin sum bilmekanikari fer at geva sær nakað íkast til nýggja starvið.
- Tað verður ikki utta so, at onkur bilur verður í ólagi, heldur hann skemtandi fyri.
David sigur, at alt hendi so knappliga.
- Eg hevði slett ikki væntað at fingið hetta
tilboðið, sigur hann.

Út við 100 fólk
Hann torir ikki at geva nakað boð upp á, hvussu hann væntar, at hann fer at megna hesa uppgávu, men leggur dent á, at hann fer at gera sítt besta.
- Tíðin fer at vísa, hvussu hetta fer at eydast mær, sigur David.
Í nýggja starvinum fer hann at hava út við 100 fólk undir sær.
- Eg haldi, at eini 50-60 fólk arbeiða hjá Gunleivi, og hini arbeiða so hjá Pidda á Toftum og á Statoil-støðini á Argjum.
Hann vísir á, at arbeiðini í flestu førum eru skipað sum vaktararbeiði, og tí er talan um nógv fólk, sum manna hesar fyritøkur tilsamans.
David er so smátt longu byrjaður í nýggja starvinum.
- Ja, eg og Landshandilin hava gjørt semju um, hvussu er verði loystur úr starvinum, og longu nú eri eg byrjaður at tosa við arbeiðsfólkini í teimum trimum handilsfyritøkunum.

So kreativir..
Spurdur, um hann væntar, at hann fær fleiri handlar hjá Osmundi Justinussen og synum at umsita, sum tíðin líður, sigur David.
- Tað dugi eg slett ikki at meta um, men leirvíkingarnir eru rættiliga kreativir, sum hann tekur til.
David Nordendal sigur, at hann kennir familjuna hjá Osmundi Justinussen og heldur fyri, at hetta helst er ein orsøkin til, at teir hava valt at seta hann til at taka sær av hesi handilsligu uppgávu.
- Jú, eg eri fegin um, at hesin møguleiki stóð mær í boði, og eg eri ógvuliga spentur upp á stóru uppgávuna, sigur David Nordendal.