- Hevði eg vitað at tit komu her, so var eg langt síðani farin til hús!
Í bátahylinum á Glyvrum sæst ein maður standa og rokast í báti sínum "Havørnin". Hann er í eini heitari húgvu og í teimum vælupplýstu oljuklæðunum. Tað er hin 65 ára gamli rituvíkingurin, Benadiktus Olsen, sum hevur róð út ein stóran part av lívi sínum.
Við einum brosi um kinn tekur hann ímóti okkum, og hann hevur so einki ímóti at siga frá lívinum sum útróðrarmaður.
Hann er júst afturkomin av útróðri. Hann hevur lagt veiðuna upp á Toftum, og ger nú klárt til næsta túr. Eitt ílat við gággum verður tveitt í land, og so er klárt at egna nakrar stampar aftrat.
- Eg plagi vanliga bara at hava seks stampar við. Men av tí at eg egni alt sjálvur, sleppi eg ikki avstað aftur beinanvegin, sigur hann.
Mest útróður
Seksæringurin hjá Benadiktusi hevur verið til útróður undir mongum ymiskum líkindum, síðani hann varð smíðaður í 1963.
Benadiktus keypti henda bátin fyri sjey árum síðani, men undan hesum hevur hann, í sínum langa lívi sum útróðrarmaður, havt aðrar bátar enn Havørnina.
Hann hevði í nógv ár ein 20 tonsara, ið kallaðist "Karin". Sjálvur var hann við hesum bátinum í 19 ár, meðan aðrir mans við hesum bátinum seinni.
Hetta við sjólívinum hevur altíð havt áhugan hjá Benadiktusi. Hann var eitt skifti til skips, men ein stóran part av lívinum hevur hann verið útróðrarmaður.
Henda vakra mikumorgunin hittu við Benadiktus í bátahylinum á Glyvrum, har hann júst var afturkomin av útróðri.
Egnur alt sjálvur
Hann segði soleiðis frá hesum farna túrinum til útróðrar:
-Eg fór frá húsum í gjárkvøldi, og eg setti um 10-tíðina. Eg hevði bara seks stampar við, so eg sigldi ikki so langt. Eg var aftur her mitt í nátt ? eg veit ikki, kanska einaferð um 5-tíðina.
-Síðani fór eg til hús í Rituvík at fáa mær ein slang, áðrenn Fiskamarknaðurin á Toftum lat upp, og eg kundi sleppa av við veiðuna.
Men tíð var ikki til at seta seg hendur í favn eftir henda túrin. Benadiktus ætlaði sær aftur til verka beinanvegin. Hann ætlaði at egna nakrar stampar aftrat til ein nýggjan túr.
Av tí at hann egnir so at siga alt sjálvur, tekur tað sína tíð. Tí var tað ein spurningur um hann kláraði at egna so mikið, at hann kundi fara avstað aftur longu sama kvøldið.
-Tað veldst alt um, hvat eg klári sjálvur. Ja, nú eg hugsi meg um, so eigi eg tríggjar stampar sum eru egndir. So tað kundi verðið so skjótt at fingið nóg mikið til ein túr aftrat.
-Verður tað ikki kvøld, so fari eg bara avstað í morgin um veðrið verður til vildar, sigur hann.
Vanliga plagar hann at fara avstað við seks stampum, men hevur onkutíð havt átta stampar við sær. Tað er so tað mesta, sum hann plagar at hava við sær.
Gággan roynist best
Tað hava verið tíðir, tá fiskurin best tók tað eina slagið av agni. Og tí er natúrligt at spyrja ein so royndan útróðrarmann sum Benadiktus, hvat agn fiskurin tekur best í dag.
-Sjálvur brúki eg gággu og rættiliga nógv av tobis, og skel, tá tað liggur fyri.
-Men fyri tíðina haldi eg, at teimum dámar gágguna rættiliga væl. Tað er bara so trupult at fáa tosk. Tað er lítið av toski til ? rættiliga lítið, sigur hann.
Veðrið hevur verið heilt hampuligt í seinastuni til útróður, og sjálvur hevur Benadiktus verið seks ferðir til útróðrar í hesum mánaðinum. Tríggir teir seinastu túrarnir vóru leygardagin og mánadagin, og nú aftur henda mikudagin, vit hittu hann í bátinum.
Leygardagin í farnu viku fekk hann góð 900 pund, og var nøgdur við tað.
-Mánadagin metti eg meg at hava eini 700 pund. Eg veit tað ikki heilt 100 prosent enn, tí eg havi ikki fingið seðilin frá avreiðingini.
-Og soleiðis hevur tað verið í seinastuni ? eini 100 pund uppá stampin, sigur Benadiktus.
Hann veit um aðrar bátar, sum fiska rættiliga væl. Men, sum hann sigur: Fái eg 100 pund uppá stampin, so eri eg nøgdur við tað!
Sjáldan langt úti
Ein so royndur útróðrarmaður sum Benadiktus veit sjálvandi nógv um streym og vind. Men eisini ein heilan hóp um tey góðu miðini. Hevur hann so nøkur mið, sum hann ofta søkir við Havørnini?
-Nei, eg havi ikki nøkur føst mið sum so. Eg eri allastaðni her á teirri vanligu leiðini ? suður við Nólsoynni, og her út fyri Rituvík. Og so fari eg onkutíð úteftir hendavegin, tá tað er fínasta veður, út ímóti Larvasa-grynnu.
-Men annars eri eg grúiliga sjáldan langt úti. Tað er ikki meiri enn at tað kemur fyri, sigur hann.
Vanliga roynir hann einar fimm fjórðingar úr landi, og viðhvørt nærri enn tað.
Eingin gullgruba
Benadiktus hevur sum nevnt róð út í mong ár. Og nú hann er vorðin 65 ár ? ætlar hann sær at halda áfram í sama yrki?
-Eg hopi at eg kann fáa nøkur ár aftrat sum útróðrarmaður. Hvussu leingi, tað veit man sjálvandi ikki. Men sum er, bilar tað ikki.
-Men at vera útróðrarmaður í dag, - tað er so eingin gullgruba. Tað er púra vist, sigur hann.
Benadiktus klárar tó at svara hvørjum sítt, tí tað eru bara hann og konan í húsi.
Ella sum hann sigur tað: - Børnini eru øll útflogin, so tað skal ikki so nógv til til okkum bæði!










