Fraklandi hevur í dag avhoyrt fyrrverandi IMF-stjóran Dominique Strauss-Kahn, tí ein kvinna hevur skuldsett hann fyri neyðtøkuroynd. Strauss-Kahn kom fyri stuttum til Fraklands úr varðhaldinum í New York [...] hevði ikki álit á kvinnuni. Í Fraklandi er tað blaðkvinnan Tristane Banon, sum hevur skuldsett Strauss-Kahn fyri at hava roynt at neyðtaka seg í einari íbúð í París fyri átta árum síðani.
Fyrrverandi stjórin í Altjóða Gjaldoyragrunninum, Dominique Strauss-Kahn, noktar seg sekan í øllum ákærunum um ágang ímóti einari kvinnu. Strauss-Kahn var í dag í rættinum í New York, har hann er ákærdur [...] kann hann fáa upp í 25 ára fongsul. Næsti rættarfundur verður tann 18. juli. Tann 62 ára gamli Strauss-Kahn varð tikin tann 14. mai, júst sum hann skuldi fara við einum flogfari úr New York til París
Tað var tann 32 ára gamla Tristane Banon, sum skuldsetti Dominique Strauss-Kahn fyri at hava roynt at neyðtaka seg í 2003. Strauss-Kahn hevur viðgingið, at hann royndi at kyssa Tristane Banon, men at [...] Franska ákæruvaldið hevur gjørt av at sleppa rættarmálinum ímóti fyrrverandi IMF-stjóranum Dominique Strauss-Kahn, sum var skuldsettur fyri eina neyðtøkuroynd fyri átta árum síðani. Grundgevingin er, at prógvini
Dominique Strauss-Kahn viðgekk í samrøðu við franskt sjónvarp í kvøld, at hann hevði kynsliga samveru við eina kvinnu á einum hotelli í New York, men hann avsannaði, at hann neyðtók hana. -Eg sveik, og [...] og eg fari altíð at iðra meg um tað, sum hendi, segði tann 62 ára gamli Strauss-Kahn. Samrøðan snúði seg eisini um, at tilburðurin í New York hevði oyðilagt møguleikar hansara at gerast franskur forseti [...] forseti. -Eg sveik mína avtalu við tað franska fólkið, segði hann. Dominique Strauss-Kahn kom aftur til Fraklands úr USA tann 4. september, eftir at ein dómstólur í New York hevði slept málinum ímóti honum um
ákæruvaldið nú í ferð við at kanna, um grundarlag er fyri at skuldseta fyrrverandi IMF-stjóran Dominique Strauss-Kahn fyri hópneyðtøku. Kanningin er grundað á eina frágreiðing frá einari belgiskari kvinnu, sum [...] sum vil vera við, at fýra menn neyðtóku hana á einum hotelli í Washingon í desember í 2010, og at Strauss-Kahn var ein teirra. Belgiska kvinnan, ið livir sum skøkja, hevur greitt frá, at hon bleiv tvingað [...] málið. Seinni verður so støða tikin til, um meiri skal gerast burtur úr tí. Verjarnir hjá Dominique Strauss-Kahn vísa frágreiðingini hjá teirri belgisku kvinnuni aftur.
Fyrrverandi IMF-stjórin Dominique Strauss-Kahn kann fara úr USA heim til Fraklands, eftir at amerikanska ákæruvaldið hevur slept ákæruni ímóti honum um kynsligan ágang ímóti einari kvinnu á einum hotelli [...] hotelli í New York. Dominique Strauss-Kahn varð tikin í New York tann 14 mai, tí ein 33 ára gomul kvinna hevði skuldsett hann fyri neyðtøkuroynd. Undir avhoyringum seinni settu verjarnir spurnartekin við trúvirðið [...] trúvirðið hjá kvinnuni, og hennara vantandi trúvirði er høvuðsorsøkin til, at málið nú er slept. Strauss-Kahn varð hildin at hava góðar møguleikar at vinna næsta forsetavalið í Fraklandi, um hann stillaði
Fyrrverandi IMF-stjórin Dominique Strauss-Kahn hevur havnað einum tilboði um linari revsing, um hann játtar seg sekan í einum minni álvarssomum parti ákæruni um kynsligan ágang ímóti einari kvinnu í New [...] New York. Tað sigur verji hansara. Dominique Strauss-Kahn varð tikin miðskeiðis í mai, júst sum hann skuldi við einum flogfari úr New York til Fraklands. Tá hevði ein kvinna, sum arbeiðir á einum hotelli [...] meldað hann fyri neyðtøkuroynd og annan kynsligan ágang. -Vit fara ikki at tingast um nakað, og Strauss-Kahn fer ikki at játta seg sekan í nøkrum í hesum máli, sigur verjin William Taylor sambært franska
Fyrrverandi IMF-stjórin Dominique Strauss-Kahn varð í dag latin leysur úr húsavarðhaldinum, men hann sleppur tó ikki úr USA. Samstundis hevur hann fingið at vita, at ákærurnar um kynsligan ágang ímóti [...] ímóti einari kvinnu á einum hotelli í New York standa við. Sambært verjunum hjá Dominique Strauss-Kahn er hann latin leysur, tí at ákæruvaldið hevur mist álitið á kvinnuni, tí frágreiðingar hennara samsvara [...] ákæruvaldið staðfest, at hon hevur havt samband við rúsevnaumhvørvið í New York. Tann 62 ára gamli Strauss-Kahn varð tikin í New York tann 14. mai. Framman undan ákæruni varð hann hildin hava góðar møguleikar
Dominique Strauss-Kahn hevur gist í varðhaldinum í norðurfranska býnum Lille í nátt. Hann var í rættinum í gjár, og dómarin gjørdi av at varðhaldsfongsla hann í tvey samdøgur. Dominique Strauss-Kahn er [...] samsýning úr ymsum grunnum, og tað er ólógligt í Fraklandi. Franskir fjølmiðlar skriva, at verður Strauss-Kahn dømdur sekur, kann hann fáa upp í 20 ára fongsul. Seinni í dag fæst at vita, um fyrrverandi
spurdu vilja hava Dominique Strauss-Kahn ella Martine Aubry úr sosialistaflokkinum til forseta heldur enn eitt av valevnunum á høgravonginum. Spurd, hvørt tey vilja hava Strauss-Kahn, Aubry ella verandi forsetan [...] forsetan, Nicolas Sarkozy, at vinna valið um tvey ár, svara 44 prosent Strauss-Kahn, sum er stjóri í Altjóða Gjaldoyragrunninum IMF. 31 prosent siga, at tey vilja hava Aubry, og 24 prosent siga, at tey