Fyrrverandi IMF-stjórin Dominique Strauss-Kahn hevur havnað einum tilboði um linari revsing, um hann játtar seg sekan í einum minni álvarssomum parti ákæruni um kynsligan ágang ímóti einari kvinnu í New York. Tað sigur verji hansara.
Dominique Strauss-Kahn varð tikin miðskeiðis í mai, júst sum hann skuldi við einum flogfari úr New York til Fraklands. Tá hevði ein kvinna, sum arbeiðir á einum hotelli, meldað hann fyri neyðtøkuroynd og annan kynsligan ágang.
-Vit fara ikki at tingast um nakað, og Strauss-Kahn fer ikki at játta seg sekan í nøkrum í hesum máli, sigur verjin William Taylor sambært franska blaðnum Le Figaro.
-Tað einasta, sum vit kunnu góðtaka, er, at ákærurnar fella burtur, sigur verjin.
Næsti rættarfundur um málið verður tann 1. august.