Strauss-Kahn í varðhaldi

Fyrrverandi IMF-stjórin Dominique Strauss-Kahn hevur gist í varðhaldinum í norðurfranska býnum Lille í nátt. Hann var í rættinum í gjár, og dómarin gjørdi av at varðhaldsfongsla hann í tvey samdøgur.

Dominique Strauss-Kahn er skuldsettur fyri at hava tikið lut í hugnaløtum á einum hotelli í Lille og aðrastaðni saman við skøkjum, sum vóru við í einum kervi. Franska løgreglan hevur harafturat illgruna um, at hann kann hava goldið skøkjunum samsýning úr ymsum grunnum, og tað er ólógligt í Fraklandi.

Franskir fjølmiðlar skriva, at verður Strauss-Kahn dømdur sekur, kann hann fáa upp í 20 ára fongsul.

Seinni í dag fæst at vita, um fyrrverandi IMF-stjórin verður latin leysur, ella um hann verður ákærdur og framhaldandi skal sita í varðhaldi.