Fransmenn vilja hava forseta frá vinstru

Okkurt bendir á, at tað verður eitt av valevnunum á vinstravonginum, sum hevur bestu møguleikarnar at vinna forsetavalið í Fraklandi í 2012. Ein kanning hjá blaðnum Liberation vísir, at 55 prosent av teimum spurdu vilja hava Dominique Strauss-Kahn ella Martine Aubry úr sosialistaflokkinum til forseta heldur enn eitt av valevnunum á høgravonginum.

Spurd, hvørt tey vilja hava Strauss-Kahn, Aubry ella verandi forsetan, Nicolas Sarkozy, at vinna valið um tvey ár, svara 44 prosent Strauss-Kahn, sum er stjóri í Altjóða Gjaldoyragrunninum IMF. 31 prosent siga, at tey vilja hava Aubry, og 24 prosent siga, at tey vilja hava Sarkozy at halda fram.

Um vikuskiftið kunngjørdi Eva Joly úr umhvørvisflokkinum, at hon fer at royna at gerast valevni til forsetavalið í 2012.