Í Fraklandi er ákæruvaldið nú í ferð við at kanna, um grundarlag er fyri at skuldseta fyrrverandi IMF-stjóran Dominique Strauss-Kahn fyri hópneyðtøku. Kanningin er grundað á eina frágreiðing frá einari belgiskari kvinnu, sum vil vera við, at fýra menn neyðtóku hana á einum hotelli í Washingon í desember í 2010, og at Strauss-Kahn var ein teirra.
Belgiska kvinnan, ið livir sum skøkja, hevur greitt frá, at hon bleiv tvingað til tað, sum hon kallar kynsligt virksemi. Hon meldaði ikki hendingina, men franska ákæruvaldið hevur kortini valt at kanna málið. Seinni verður so støða tikin til, um meiri skal gerast burtur úr tí.
Verjarnir hjá Dominique Strauss-Kahn vísa frágreiðingini hjá teirri belgisku kvinnuni aftur.