Strauss-Kahn til avhoyringar

Løgreglan í Fraklandi hevur í dag avhoyrt fyrrverandi IMF-stjóran Dominique Strauss-Kahn, tí ein kvinna hevur skuldsett hann fyri neyðtøkuroynd.

Strauss-Kahn kom fyri stuttum til Fraklands úr varðhaldinum í New York, har hann sat, tí ein kvinna hevði skuldsett hann fyri kynsligan ágang ímóti sær á einum hotelli í býnum. Tað málið bleiv slept, tí ákæruvaldið hevði ikki álit á kvinnuni.

Í Fraklandi er tað blaðkvinnan Tristane Banon, sum hevur skuldsett Strauss-Kahn fyri at hava roynt at neyðtaka seg í einari íbúð í París fyri átta árum síðani.