Fyrrverandi IMF-stjórin Dominique Strauss-Kahn kann fara úr USA heim til Fraklands, eftir at amerikanska ákæruvaldið hevur slept ákæruni ímóti honum um kynsligan ágang ímóti einari kvinnu á einum hotelli í New York.
Dominique Strauss-Kahn varð tikin í New York tann 14 mai, tí ein 33 ára gomul kvinna hevði skuldsett hann fyri neyðtøkuroynd. Undir avhoyringum seinni settu verjarnir spurnartekin við trúvirðið hjá kvinnuni, og hennara vantandi trúvirði er høvuðsorsøkin til, at málið nú er slept.
Strauss-Kahn varð hildin at hava góðar møguleikar at vinna næsta forsetavalið í Fraklandi, um hann stillaði upp fyri sosialistarnar, men ákærurnar um kynsligan ágang noyddu hann at taka seg aftur. Harafturat mátti hann siga stjórastarvið í Altjóða Gjdloyragrnninum frá sær.










