pengar til at útvega ungdómum alternativ tilboð, og í mongum av hesum førunum fer ein stórur partur av hesum pengunum út um Føroyar. - Um nakrir av hesum pengunum í staðin verða nýttir til eina slíka verkætlan [...] Vestergaard og sipar til røttu viðkomandi myndugleikarnar. Hann sær størri møguleikar í einari slíkari skipan enn »bert« at geva ungdóminum eina orsøk at fara upp um morgunin. - Vit hava fleri næmingar í fó [...] møguleikar í verkætlanini. - Verkætlanin við norðurlendska eftirskúlanum kundi saktans verið umfatað av einum skúlaskipi, sum samstundis virkaði sum ein eftirskúli á sjónum. Tað hevði eisini givið verkætlanini
Endurstovnan av Eysturoyar Unga Tjóðveldið 16. februar í ár, bleiv Eysturoyar Unga Tjóðveldið endurstovnað. Endurstovnanin varð hildin í Losjuni Glotti í Gøtu. Á fundinum vóru røður hildnar av Óluvu Klettskarð [...] tíðindaskrivi. Røður vóru hildnar av Bjørn á Heygum, Jonhard Mikkelsen, Sirið Stenberg, Leivur Persson, Regin Winther Poulsen og Elin Michelsen og møttu ein rúgva av fólki upp til mótmælistiltakið. 2. [...] elskar” (saman við Sosialistisk Ung) Hósdagin 5. desember 2013 var fyrsta viðgerð av broytingaruppskotinum til broyting av hjúnarbandslógini hjá Rigmor Dam (C), Bjørt Samuelsen (E) og Poul Michelsen (F)
taka okkum av okkara minstu – teimum, sum líða, eru sjúk ella fátæk. Tað, sum vit hava gjørt einum av okkara minstu, hava vit gjørt honum. Vit hava tíbetur gjørt eina skipan – vælferðarskipan – har vit [...] føroyingar hava sett miskunnsemi sum grundarstein undir samfelagnum. Eg var ein av okkara minstu Nú havi eg roynt at vera ein av okkara minstu. At liggja hjálparleysur í eini hospitalssong og einki megna. [...] 850 mió. kr. vóru tjentar av føroyingum uttanlands harav ein triðingur átti at verði goldið sum skattur í Føroyum ella áleið 280 mió. kr. Umframt hetta er føroyski parturin av FAS áleið 120 mió. kr, sj
Alis-og evnafrøði Niels Petersen, sum er ein av ritstjórunum hjá Føroya Skúlabókagrunni, segði, at tað hevur verið eitt av teimum stóru tøkunum hjá grunninum at geva Alisfrøði og evnafrøði 1 til 3 út. [...] ikki ein av teimum best umtóktu lærugeinunum, og støðan bara versnaði. Hetta var ein niðurgangandi "spiral", sum mátti vendast. Í samráð við Mentamálaráðið, fór Skúlabókagrunnurin tí undir útgávu av hesum [...] at støðið og progressiónin í tilfarinum var hóskandi til hesi skúlaárini. Ein fyrimunur við hesi skipan var eisini, at tað bar til at raka støðið, har studentaskúlin byrjar við sínari undirvísing í alis-og
ivast í, at Visit Faroe Islands hevði fingið tað betri, um tað var eina armslongd frá politisku skipanini, sigur Aksel V. Johannesen. Men heldur ikki hann ætlar bara at leggja seg skerflatan, tá l [...] gjørdar í nógvum øðrum londum, sigur javnaðarformaðurin. Eisini hann er varin, tá tað snýr seg um avmarkaðu atgongdina til innlit, sum ein partafelagskonstruksjón hevur við sær, og broytt starv
Ráðgevandi nevndin fær av at vita Eins og arbeiðsfólk á landi, hava fiskimenn eisini eina inntøkurtrygging. Hjá fiskimonnum er hon sett saman av minstuløn og dagsstudningi. Henda skipan tryggjar, at fiskimenn [...] Ársfrágreiðingin hjá Føroya Fiskimannafelag er sum verða man ein gjøgnumgongd av tí sum hent er seinasta ári. Samráingarnar við reiðarnar verða lýstar, og Óli Jacobsen er eftir øllum at døma nøgdur við [...] árini. Betri sáttmáli enn seinast Undan seinastu sáttmálasamráðingunum hevði Fiskimannafelagið gjørt av at fáa tað aftur í sáttmálan, sum varð slakað í 1993, í sambandi við sparingarnar tá. Hetta hevur eydnast
. Tá ringast stóð til - í 1993 - var næstan helvtin av inntøkuni minstaløn og studningur, meðan sjálvur fiskiparturin í dag er 90% av inntøkuni. Av hinum skipabólkunum eru tað bara rækjuskipini, sum ikki [...] verður sagt, at Fiskimannafelagið er errið av sínum hagtølum. Bæði tað, at tey vísa eina hugaliga, fíggjarliga gongd fyri limirnar. Men eisini tað, at tey verða brúkt av øðrum. Tað hendir seg javnan, sigur [...] trupulleikin ikki, tí íslendingar hava uppfunnið eina skipan, sum ger, at gummibáturin verður skotin út frá skipinum, tá brúk er fyri honum. Hendan skipan er lógarásett at vera umborð á øllum íslendskum skipum
passar inn í eina puristiska máláskoðan. Føroyskt er søguliga nógv ávirkað av donskum, tað vita vit, og kemur tað, óneyðugt at siga, av tí sambandi, sum hevur verið ímillum málini. Føroyskt er eitt eftirgerðarmál [...] Børn læra mál uttan nakran trupulleika, og tað er ikki treytað av intellegensi. Børnini læra málið, uttan at nakar tekur sær serliga av at geva teimum nakra frálæru, Chomsky Aspects of the Theory of Syntax [...] Tað er hetta, sum eg meini í fyrstini av ummælinum. Bókin er ikki konsekvent. Høvundurin hartar málrøktina og sigur, at talumálið má fram, men tá ið so onkur fer av málinum, hevur høvundurin hug at harta
so sæst, at ein munadygg byrjan er sett í verk. Menning av virkiseftirlønum Føroya Lívstrygging sigur, at tey í 1998 av álvara merktu úrslitini av tí miðvísa arbeiði, sum stovnurin setti í verk við at [...] skattafíggjaðari fólkapensjón, sum vit kenna hana í dag, til eina skipan, har partarnir á arbeiðsmarknaðinum semjast um, at peningur verður settur av í vinnuførum aldri til eftirlønaraldri. Leiðslan á Føroya [...] og øll onnur í hesum samfelagnum, so merkti Lívstryggingin eisini niðurgongdina, sum var í byrjanini av nítiárunum.tá m.a. tryggingargjøldini lækkaðu rættiliga nógv. Men síðan 1995 hevur bara gingið framá
at byggja virki til reinsing av slógvi frá alifiski. Grundøkið er um at vera klárt. Grivið verður í løtuni fyri kloakk og øðrum leiðingum, sum bindast skulu í verandi skipan longri inni á havnarlagnum, [...] tíðina. Fyri ikki so øgiliga langt síðan var at kalla bara ein bátur, sum róði meira ella minni fast út av Eiði. Nú eru fleiri komnir afturat, umframt at bátar aðrastaðni eisini leggja regluliga upp á Eiði [...] grundstykkjum. Ognarviðurskiftini eru ikki heilt komin upp á pláss enn, og samráðingar eru í løtuni um keyp av lendinum, sigur Tordur Niclasen. Men áhugin er stórur, og fyrispurningar eru um øll stykkini. Tvey