Hetta árið hevur í stóran mun verið merkt av politiskum ábyrgdarloysi – blokkurin er hækkaður og sosiala vælferðin tykist enn vera líka gildið. Hetta merkir bert, at Unga Tjóðveldið hevur uppaftur meira at berjast fyri – og tað hava vit gjørt. Vit hava skipað fyri nógvum tiltøkum og eisini luttikið í ymsum. Vit hava viðmælt, mótmælt, rópt, hugsað og kjakast. Umframt øll nevndu tiltøkini niðanfyri hava vit skrivað lesarabrøv, havt opnar fundir uml. aðru hvørja viku og verið við í kjaksendingini hjá Ó, ið kallast Ó-beinleiðis, mestsum hvønn hósdag. Vit ynskja at takka øllum, ið hava tikið lut í okkara arbeiði, og vóna at øll fáa eitt eydnuberandi nýggjar. Okkara nýggjárslyfti er, at samgongan fellur, og vit fáa nýggja stjórn, men til ta tíð, fara vit at berjast víðari fyri einar betri Føroyar. Gott nýggjár øll somul! J
16. februar – Endurstovnan av Eysturoyar Unga Tjóðveldið
16. februar í ár, bleiv Eysturoyar Unga Tjóðveldið endurstovnað. Endurstovnanin varð hildin í Losjuni Glotti í Gøtu. Á fundinum vóru røður hildnar av Óluvu Klettskarð, aðalsjórnarforkvinna Tjóðveldis og Rógva Jakobsen, formanni í Norðoyar Unga Tjóðveldið. Hans Andrias Jacobsen spældi nøkur løg til tiltakið. Trý mannað nevnd bleiv vald, umframt ein tiltakslim.
22. februar – Aðalfundur hjá Suðurstreymoyar Unga Tjóðveldið
22. februar hevði Suðurstreymoyar Unga Tjóðveldið aðalfund í hølunum hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag. Gunvør Balle hevði stutta framløgu um, hvønn týdning økisfeløg hava, og hvønn leiklut politisku økisfeløgini spæla í samfelagnum. Fimm mannað nevnd bleiv vald, umframt ein tiltakslim.
9. mars – Landsfundur hjá Unga Tjóðveldið
Nógv var á skrá til landsfundin hjá Unga Tjóðveldinum, sum hesaferð bleiv hildin í Miðlahúsinum í Havn. Tónleikur við Ára og Eyða, Kristina Háfoss helt framløgu um loysing, og stór veitsla varð hildin um kvøldið.
29. apríl – Filmsundirvísing við Sakaris Stóra
29. apríl varð skipað fyri lítlari filmsundirvísing við Sakaris Stóra í Gamla Apoteki.
30. apríl – “Hví ikki Føroyar?”
Suðurstreymoyar Unga Tjóðveldið skipaði fyri tiltaki, ið snúði seg um lesnað í Føroyum, og at koma heim til Føroya eftir loknan lesnað. Sigurð í Jákupsstovu greiddi frá um møguleikar og útbúgvingar á Setrinum, og eisini greiddi hann frá, hvørjar útbúgvingar vit væntandi fáa á Setrinum í framtíðini. Kári Joensen, ið lesur samfelagsfrøði á Setrinum, greiddi frá, hví hann hevur valt í at vera verðandi Føroyum. Maria Kristina Smith, ið lesur kynjafrøði í Onglandi, greiddi frá, hví hon hevur valt at lesa uttanlands, og hvussu hon hevur tað við at koma heim aftur til Føroyar.
1. mai – 1. mai tiltak (saman við Sosialistisk Ung)
1. mai er altjóða arbeiðaradagur, og skipaðu Unga Tjóðveldið og Sosialistisk Ung fyri tiltaki á Speaker's Corner í Tórshavn. Á skránni var tónleikur við Ragnari Finsson, og hildu umboð úr Unga Tjóðveldinum og Sosialistisk Ung røðu. Úr Unga Tjóðveldinum hildu Elsa Berg og Tór Marni Weihe røður og úr SU hildu John av Reyni og Rebekka Manuela Behrens røður.
12. juni – “Flóttafólk: Hvør er ábyrgd okkara?”
Eysturoyar Unga Tjóðveldið skipaði fyri tiltaki í Losjuni Glotti í Gøtu 12. Juni. Tiltakið snúði seg um okkara ábyrgd mótvegis flóttafólki. Katrin á Neystabø, aðalskrivari hjá Amnesty, Torstein Jóhannes Fríðfinsson, umboð fyri Unga Tjóðveldið og Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldis, greiddu frá um evnið.
21. juni – Kvøldseta á Slættaratindi
Unga Tjóðveldið skipaði aftur í ár fyri kvøldsetu á Slættaratindi á longsta degi. Veðrið var av tí fagrasta og skipaði Suðurstreymoyar Unga Tjóðveldið fyri bussi, og varð hann fullur. Komin á tind, sungu Unn Patursson og Eyð Berghamar Jacobsen nøkur løg, og fingu vit okkum ymiskt gott at eta.
11. juli – “Hví loysing?”
Suðurstreymoyar Unga Tjóðveldið skipaði fyri tiltaki, har evnið var loysing. Tiltakið byrjaði á Landsbókasavninum við loysing á skránni, og seinni á kvøldinum var hugnakvøld við grill á Sandágerði. Á Landsbókasavninum greiddu Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi, og Regin Winther Poulsen, formaður Unga Tjóðveldsins, hvussu loysing er vegurin fram. Um kvøldið var skipað fyri grill á Sandágerði. Bál varð tendrað, og blivu pylsur grillaðar.
27. juli – Faroe Pride 2013 (LGBT Føroyar skipar fyri)
Aftur í ár luttøku Unga Tjóðveldið á ársins Faroe Pride, ið LGBT Føroyar skipar fyri. Vit høvdu gjørt ymsar bannarar til høvið, og gjørdu okkara til, at tað bleiv ein sera góður dagur. Nógv fólk møttu upp til bæði skrúðgongu og konsert at heiðra ymisleikanum.
29. juli – Fólkafundur á Doktaragrund
11. ferð á rað, skipaði Unga Tjóðveldið fyri fólkafundi Ólavsøkudag úti á Reyni. Birita í Dali, Dávid Isfeld og Kai Vágfjall fluttu fram røðu, Carl Jóhan Jensen bar fram yrking til høvið, og Tróndur Enni og Lív Næs spældu nøkur løg.
2. august – “Tí loysing!”
Sum framhald av “Hví loysing?” bleiv skipað fyri “Tí loysing!”. Á skránni vóru tónleikaframførslur og røður. Tiltaki varð hildið í Vágsbotni. The Happening og Jürghinn rokkaðu Vágsbotn, og hildu Niels Uni Dam, Hanus Pál Jógvansson og Tór Marni Weihe hvør sína røðu.
16. august – Grill og hugni á sandinum í Gøtu
16. august skipaði Eysturoyar Unga Tjóðveldið fyri grill, báli og hugna á sandinum í Syðrugøtu. Jógvan í Skorini, Borgarstjóri á Eiði, helt røðu, ið elvdi til gott kjak millum tjóðveldisungdómarnar.
31 august – Mótmælistiltak á Vaglinum (saman við 30 fakfeløgum og tveimum ungmannafeløgum)
Fyri at vísa politisku leiðsluni her á landi okkara ónøgd, varð skipað fyri mótmælistiltaki á Vaglinum leygardagin 31. august. “32 fakfeløg og ungmannafeløg mótmæltu harðliga fólkaræðinum, ið stendur fyri falli. Hetta kunnu vit ikki góðtaka!” – bleiv boðað frá í tíðindaskrivi. Røður vóru hildnar av Bjørn á Heygum, Jonhard Mikkelsen, Sirið Stenberg, Leivur Persson, Regin Winther Poulsen og Elin Michelsen og møttu ein rúgva av fólki upp til mótmælistiltakið.
2. september - Fyrilestra- og kjakkvøld (saman við fakfeløgum, ungmannafeløgum og áhugafeløgum)
Fundurin var eitt lið í eini røð av upplýsandi átøkum um, hvat fólkaræði merkir, og hvussu tað virkar í gerandisdegnum. Unga Tjóðveldið var, saman við fakfeløgum, ungmannafeløgum og áhugafeløgum, við til at skipa fyri hesum tiltaki, umframt mótmælistiltakið 31. august og tiltakið “Fólkavald” 23. september. Eisini er Facebook síða stovnað, sum kallast “Fólkaræði og framtíð okkara”.
Fyrilestra- og kjakkvøldið, ið seg seg um fólkaræði og støðuna í Føroyum í løtuni, bleiv hildið í hølum Starvsmannafelagsins 2. september. Hallbera West, stjórnmálafrøðingur og Kári á Rógvi, løgfrøðingur, hildu fyrilestrar. Tróndur Enni og Lív Næs spældu og sungu í kaffisteðginum.
20. – 21. september – Fólkafundur í Klaksvík
Unga Tjóðveldið luttøk aftur í ár á afturvendandi Fólkafundinum, ið hesaferð varð hildin í Klaksvík.
23. september – “Fólkavald” (saman við fakfeløgum, ungmannafeløgum og áhugafeløgum)
Fundurin var eitt lið í eini røð av upplýsandi átøkum um, hvat fólkaræði merkir, og hvussu tað virkar í gerandisdegnum. Unga Tjóðveldið var, saman við fakfeløgum, ungmannafeløgum og áhugafeløgum, við til at skipa fyri hesum tiltaki, umframt mótmælistiltakið 31. august og fyrilestra- og kjakkvøldið 2. september. Eisini er Facebook stovnað síða, sum kallast “Fólkaræði og framtíð okkara”.
Halgir Winther Poulsen, løgfrøðingur og Eyðun Andreassen, fólkalívsfrøðingur, røddu um fólkavald í løgfrøðiligum og søguligum høpi.Eftir steðgin luttóku Bárður Larsen, løgfrøðingur og Hallbera F. West, stjórnmálafrøðingur sum eygleiðarar og viðmerkjarar. Tiltakið var á Hotel Føroyum.
24. oktober – “Fiskivinnupolitikkur Tjóðveldis”
Suðurstreymoyar Unga Tjóðveldið skipaði fyri einum limafundi um fiskivinnupolitikk tjóðveldsins á Gamla Apoteki. Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldis, greiddi frá um søguna hjá fiskivinnuni og hví Tjóðveldi meinar, at uppboðssøla er rætta leiðin at fara.
8. – 9. november – Unga Tjóðveldislega við Gjógv
Aftur í ár skipaði Unga Tjóðveldið fyri legu. Legan varð hesaferð hildin í Bygdarhúsinum við Gjógv. Bussur fór úr Havnini fríggjakvøld og byrjað varð við suppu. Síðani bleiv innandura fólkafundur hildin, har røður frá Elsu Berg og Tórstein Jóhannes Fríðfinsson vórðu bornar fram, og tónleikur spældur av Danny og Páll.
Leygardagurin bjóðaði uppá fyrilestur við Høgna Hoydal, har hann greiddi frá um tjóðskaparrørsluna, verkstovur og kreativ máling. At enda varð ein rimmar veitsla hildin.
27. november – Opin fundur við Rana Nolsøe
Opin fundur á Gamla Apoteki við Rana Nolsøe. Evnið var íverksetan, og Rani Nolsøe frá Íverksetarahúsinum í Klaksvík greiddi frá. Hann tosaði um íverksetan í Føroyum og íverksetan sum heild.
5. desember – “Gift teg við tí, tú elskar” (saman við Sosialistisk Ung)
Hósdagin 5. desember 2013 var fyrsta viðgerð av broytingaruppskotinum til broyting av hjúnarbandslógini hjá Rigmor Dam (C), Bjørt Samuelsen (E) og Poul Michelsen (F), ið snýr seg um at gera tað gjørligt hjá samkyndum at gifta seg borgarliga.
Í hesum sambandi skipaðu Sosialistisk Ung og Unga Tjóðveldið fyri einari kampanju við slagorðinum "Gift teg við tí, tú elskar" uttanfyri Løgtingið. Vit høvdu ein fiktivan borgarstjóra, ið “vígdi” tey, sum ynsktu tað, eftir einum fiktivum vígslurituali. Síðani fingu tey eitt fiktivt vígslubræv. Tiltakið fekk nógva umtalu og eydnaðist sera væl.
18. desember – Opin fundur við Bjørt Samuelsen
Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, greiddi frá um uppskotið um hjúnabandslógina, og hvat broytingin fer at hava við sær.
21. desember – Jólaborðhald
21. desember bleiv skipað fyri ársins jólaborðhaldi hjá Unga Tjóðveldinum. Borðhaldið bleiv hildið í Bridgehúsinum í Gundadali, og var har kalt borð við góðum mati. Magnus Sørensen og Fimm Feitar Flugur høvdu hvør sína tónleikaframførslu til borðhaldið, umframt at Hanus Pál Jógvansson helt røðu.