Gott ár fyri fiskimenn

Samanumtikið var 1997 eitt gott ár fyri føroyskar fiskimenn. Sáttmálin varð bøttur, inntøkurnar hjá fiskimonnunum eru hægri enn tær vóru árið fyri, og beint fyri árslok samtykti Løgtingið at veita fiskimonnum serligan skattalætta

Ársfrágreiðingin hjá Føroya Fiskimannafelag er sum verða man ein gjøgnumgongd av tí sum hent er seinasta ári.

Samráingarnar við reiðarnar verða lýstar, og Óli Jacobsen er eftir øllum at døma nøgdur við tað samarbeiið, sum er millum Fiskimannafelagið og Reiarafelagi.

Inntøkutrygdin hjá fiskimonnum er eisini nevnd, og her leggur formaðurin ikki fingrarnar ímillum. Hann hevur hvassliga at Ráðgevandi nevndini hjá donsku stjórnini. Hann heldur, at teir hava úttalað seg um viðurskifti sum teir ikki kenna nóg væl.

Nógvar talvur og uppgerðir eru eisini í bóklinginum, m. a. ein uppgerð sum vísir broytingina í inntøkunum hjá fiskimonnum seinastu 10 árini.


Betri sáttmáli enn seinast

Undan seinastu sáttmálasamráðingunum hevði Fiskimannafelagið gjørt av at fáa tað aftur í sáttmálan, sum varð slakað í 1993, í sambandi við sparingarnar tá.

Hetta hevur eydnast teimum, og Óli Jacobsen formaður er nøgdur við sáttmálan, sum kom burtur úr.

Hvørjar eru so broytingarnar sum eru komnar í nýggja sáttmálanum?

Tað er ein broyting, at menn, sum mynstra umborð við serligari ábyrgd, fáa eina serliga samsýning. Henda eykasamsýning er uppá 0,1 part. Tey skip, sum høvdu størri samsýning frammanundan, skulu varðveita hesa.

Arbeiðsgevarin skal lata arbeiðsklæði til fiskimenninar móti depositum. Depositum verður afturgoldið, tá klæðini verða latin aftur.

Í nýggja sáttmálan kom eisini skilagóð regla um at tað ikki er loyvt at brúka rúsdrekka og rúsevni umborð. Sagt verður í ársfrágreiðingini, at dentur skal leggjast á, at henda reglan verður hildin til fulnar.

Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag komu eisini ásamt um, at standardiserað avrokningarnar og kontouppgerðina soleiðis, at tær verða lættari at skilja og at arbeiða við.


Ráðgevandi nevndin fær av at vita

Eins og arbeiðsfólk á landi, hava fiskimenn eisini eina inntøkurtrygging. Hjá fiskimonnum er hon sett saman av minstuløn og dagsstudningi.

Henda skipan tryggjar, at fiskimenn í minsta lagi fáa tað sama, sum ein arbeiðsmaður á landi fær fyri 8 tímar arbeiðsdag.

Dagsstudningurin verður minkaður lutfalsliga, tá fiskiparturin fer uppum kr. 424 um dagin, og fellur síðani burtur, tá fiskiparturin er komin uppá kr. 844 um dagin.

Tað er skilligt, at inntøkutrygdin hevur stóran týdning fyri Fiskimannafelagið, og teir sum gera eina roynd at nerta við hana, fáa sínar viðmerkingar.

Óli Jacobsen finst hvassliga at Ráðgevandi nevndini hjá donsku stjórnini. Óli Jacobsen heldur ikki, at nevndin hevur sett seg inn í, hvussu skipanin virkar og hvør grundgevingin er fyri, at hon er samansett, sum hon er. Óli Jacobsen sigur beinleiðis, at nevndin hevði gjørt sína niðurstøður áðrenn hon kom til Føroya, og at teir ikki vóru áhugaðir í at hoyra onnur sjónarmið.

Hetta heldur Óli Jacobsen verða óheppið, serliga tí at grundgevingarnar hjá nevndini bæði eru grunnar og lættisoppakendar. Óli Jacobsen sigur í tí sambandinum, at danir skulu halda fingrarnar langt burtur frá inntøkutrygdini hjá føroyskum fiskimonnum.


Inntøkurnar hækkandi

Tað gongur framá hjá fiskivinnuni. Tað hava serliga politikarar staðfest seinastu tíðina.

Tað sama ger Óli Jacobsen í ársfrágreiðingini. Hann sigur, at tað, sum er mest umráðandi fyri Fiskimannafelagið, er at fiskimenn fáa eina brúkiliga ársinntøku við sama dagatali, sum ein løntakari á landi. Hetta dagatal er 227.

Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu nógvar dagar tey ymisku skipasløgini hava verið í sjónum, og hvussu nógv teir hava fingið burturúr. Nótarskipini og hekkutrolararnir á saltfiska- og flakaveiðu eru teir, sum hava størstu inntøkuna.

Ársinntøkan hjá einum fiskimanni við nótarskipi hevur verið uml. kr. 429.000. Men so skal eisini sigast, at nótarskipini eru tey einastu, sum hava eitt fall í inntøkuni. Niðurgongdin er 8 % í mun til 1996. Men verður hugt eftir broytingini seinastu 10 árini so sæst, at inntøkan er meiri enn tvífaldað síðani 1988. Serliga var vøksturin stórur í 1994 til 1996.

Hjá rækjutrolarunum er gongdin tann beint øvugta. Inntøkan hjá fiskimonnum við rækjuskipum er fallin við 35 % síðani 1988. Hetta kemst óivað av stóra prísfallinum, sum hevur verið á tí økinum. Hóast tað er inntøkan hjá rækjufiskimonnum vaksin við 9 % seinasta árið. Rækjufiskimenn eru heldur ikki so leingi burtur longur. Í 1997 vóru teir 190 dagar burtur.

Størsta procentvøkstur hava ísfiskalínuskipini. Tey hava ein vøkstur uppá 20 %, og ársinntøkan er uppá uml. kr. 206.000.


Skattalættin til fiskimenn

Føroya Fiskimannafelag hevur í mong ár arbeitt fyri, at fáa skattalætta til føroyskar fiskimenn. Orsøkirnar fyri hesum eru fleiri. Millum annað tað, at fiskimenn eru so nógv burtur, at teir ikki fáa sama gagn av samfelagságóðum sum fólk flest.

Ein onnur orsøk er, at fiskimenn skulu útgerast til fleiri mánaðar í senn, og tað kostar. Ein triðja orsøk er, heldur Fiskimannafelagið, at grannalond okkara hava tílíkar skattafyrimunir fyri sjómenn. Hetta kann gera at fleiri og fleiri fiskimenn flyta uttanlands og taka bústað har.

Seinasta sjónarmiðið, sum Fiskimannafelagið ger galdandi er, at kappingin frá einari komandi oljuvinnu kann fara at enda við, at tað verður torført at manna fiskiskipini. Inntøkumøguleikarnir á landi verða væntandi uppaftur betri, enn teir eru í dag, og tað fer óivað at verða orsøkin til, at fleiri fiskimenn leggjast upp á land.

Skattalættin er nú samtyktur, men tað eru verri enn so øll sum eru samd við Fiskimannafelagnum í rættleikanum fyri hesum skattafrádrátti. Sjónarmið um, at tað á henda hátt verður gjørdur munur á borgarum, hava verið frammi, og eisini hava búskaparfrøðingar tala at.

Fakfeløgini á landi, sum hóttu við, at fara í verkfall, hava tikið hóttanina aftur, í fyrsta umfari í hvussu er. Tað verður spennandi at fylgja við, tá sáttmálasamráðingarnar koma fyri næstu ferð.


Ikki aftur í Løgtingið

Óli Jacobsen hevur nú verið formaður í Føroya Fiskimannafelag í 27 ár. Hann var burtur tað tíðarskeiðið, hann sat sum landstýrismaður, og í marts hevur hann verið formaður í 25 ár.

Óli Jacobsen heldur ikki, at tað er komið tvørt fyri nakrantíð, at hann bæði hevur verið fiskimannafelagsformaður og politikari. Men fyri at sleppa undan møguligum tvístøðum hevur hann avgjørt, ikki at stilla upp aftur til næsta løgtingsval.

Hann viðgongur, at hann sum politikari bara kann umboða ein part av limum sínum, og tað er ikki nóg mikið.

Tað er onki at ivast í, at Óli Jacobsen hevur gjørt eitt stórt arbeiði sum fakfelagsformaður. Tað sást tíðuliga í heyst, tá hann bleiv afturvaldur til sítt 10. skeið sum formaður. Tað er í sjálvum sær einastandandi.