Gott úrslit hjá Lívstryggingini

Raksturin hjá Lívstryggingini gav eitt avlop upp á 22,4 mió. krónur áðrenn útlutan av bonus. Úrslitið hevur givið Lívstryggingini møguleika fyri, hóast fallandi rentustøði, at geva tryggingartakarum sínum eina rentu upp á 6,25 prosent fyri árið 1998

Sveinur Tróndarson


Eins og øll onnur í hesum samfelagnum, so merkti Lívstryggingin eisini niðurgongdina, sum var í byrjanini av nítiárunum.tá m.a. tryggingargjøldini lækkaðu rættiliga nógv.

Men síðan 1995 hevur bara gingið framá.

Tryggingargjøldini eru hækkaði ár um ár, og í fjør hækkaðu tey við góðum seks milliónum krónum, úr 61,7 mió. krónum upp í 67,8 mió. krónur. Hetta svarar til ein vøkstur upp á 9,9 prosent.

Og við hesari øking staðfestir Føroya Lívstrygging, at fallið í tryggingargjøldunum, sum byrjaði við kreppuni, nú alt er vunnið innaftur.

Høvuðsvøksturin er í bólkinum við samlagstryggingum, og í tíðindaskrivinum frá Lívstrygging verður sagt, at tað er eitt mynstur, sum vanliga verður brúkt, at fakfeløg og virkir byrja við at stovna samlagstryggingar, sum so seinni ofta verður til eina eftirlønartrygging.


Eftirlønarskipaninar økjast

Í 1998 gjørdi Føroya Lívstrygging fýra nýggjar eftirlønaravtalur við fakfeløg.

Starvsmannafelagið er so klárt tað størsta av teimum, men umframt ta avtaluna gjørdi Lívstrygging eisini avtalu við Føroya Handverkarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og við Føroya Prentarafelag.

Sagt verður í tíðindaskrivinum, at inngjøldini til hesar eftirlønarskipanir eru enn á byrjunarstigi, og at tað tí má roknast við, at tað ganga nøkur ár, áðrenn hesar eftirlønarskipanir eru fult útbygdar, men lagt verður afturat, at við tí vøkstri, sum var í tryggingargjøldunum í 1998, so sæst, at ein munadygg byrjan er sett í verk.


Menning av

virkiseftirlønum

Føroya Lívstrygging sigur, at tey í 1998 av álvara merktu úrslitini av tí miðvísa arbeiði, sum stovnurin setti í verk við at marknaðarføra arbeiðsmarknaðar- og virkiseftirlønir.

Tað tykist verulig gongd vera komin á virkiseftirlønarskipanir, har virkir á privata arbeiðsmarknaðinum bjóða starvsfólkum sínum eina eftirlønarskipan.

Hesin táttur hevur verið galdandi á almenna arbeiðsmarknaðinum í fleiri ár. Eitt sindur ymiskt er tó, hvussu hesar skipanir eru útbygdar. Hinvegin er enn langt á mál á privata arbeiðsmarknaðinum.

Lívstryggingin leggur dent á, at stovnurin í framtíðini fer at gera eitt stírt arbeiði, at marknaðarføra tær skipanir, sum stovurin umsitur.


Hugsjónarligar

broytingar

Í seinastuni hevur verið eitt stórt politiskt kjak um hvussu pensjónsøki skal skipast í framtíðini.

Politisku flokkarnir stríðast um hvør víkur frá hvørjum lyfti, og eisini um hvat navn framtíðar pensjónsskipanirnar skulu hava.

Í tíðindaskrivinum staðfestir Føroya Lívstrygging, at um ein hyggur at eftirlønarspurninginum sum heild, so kann staðfestast, at vit í roynd og veru hava tikið tyngsta stigið til hvussu hetta øki skal skipast í framtíðini.

Víst verður á, at ein hugburðsbroyting er farin fram sum førir við sær, at farið verður frá eini skattafíggjaðari fólkapensjón, sum vit kenna hana í dag, til eina skipan, har partarnir á arbeiðsmarknaðinum semjast um, at peningur verður settur av í vinnuførum aldri til eftirlønaraldri.

Leiðslan á Føroya Lívstrygging sigur, at tað stigið, sum partarnir nú eru í kann sigast at vera ein spurningur um hvussu eftirlønir skulu umsitast og setast saman, hvussu fíggingin skal fara fram, og hvussu bygnaðurin av eftirlønarskipanum fæst inn í lønargongdina í samfelagnum.

? Fyri Føroya Lívstrygging er henda gongdin innan eftirlønarviðurskiftini ein stór avbjóðing. Nógv orka verður løgd í at tilevna eftirlønarskipanir, ið kunnu nøkta tørvin, bæði tá ið ta- snýr seg um at seta saman eitt hóskiligt býti millum tryggingar- og uppsparingarpartin og at fáa til vega ta bestu tøkni til at umsita hesar skipanir.


Rentuinntøkan minkað

Í árinum sum fór hevur Føroya Lívstrygging havt fíggjarinntøkur upp á 57,9 mió. krónur.

Hetta eru góðar tvær mió. minni enn árið frammanundan, men ein náttúrlig gongd tá havt verður í huga, at alheimsrentustøðið er fallið tað seinasta árið.

Verður hugt at lánsbrøvunum, sum er nógv tað størsta fíggjaraktivi hjá Lívstryggingini, so er miðalrentan fallin frá 6,7 prosentum í 1997 til 5,8 prosent í 1998.

Men rentufallið ávirkar kursin á lánsbrøvunum. Tá rentan lækkar, so hækkar kursurin, og í sambandi við umlegging av virðisbrævagoymsluni hjá lívstryggingini, sum er uppá góðar 651 mió. krónur við árslok í 1998, hevur stovnurin staðfest ein kursvinning upp á 14,8 mió. krónur.

í 1997 var kursvinningurin tríggjar mió. lægri, ella 11,7 mió. krónur.

Sostatt gjørdust fíggjarinntøkurnar hjá lívstryggingini 72,7 mió. krónur móti kr. 71,9 árið frammanundan.