Gott undirvísingartilfar er ein fyritreyt

- Fremmant undirvísingartilfar til føroysk børn er ikki nøktandi. Vit kunnu siga, at hetta er irrelevant. At byggja á heimliga mentan, hevur eisini verið ein aðaltáttur í arbeiðinum við útgávuni av Alisfrøði og evnafrøði 1 til 3, og soleiðis er hópur av dømum úr Føroyum, segði Niels Petersen, ein av ritstjórunum

Alis-og evnafrøði

Niels Petersen, sum er ein av ritstjórunum hjá Føroya Skúlabókagrunni, segði, at tað hevur verið eitt av teimum stóru tøkunum hjá grunninum at geva Alisfrøði og evnafrøði 1 til 3 út.
- Hetta hevur kravt nógva fíggjarorku og nógva arbeiðsorku hjá høvundi, teknarum, stuðulsbólki og tí, sum hevur rættlisið. Hetta hevur eisini kravt nógva orku hjá teimum, sum hava staðið fyri prenttilgerðini og hjá Skúlabókagrunnium sjálvum.
Hann segði, at Skúlabókagrunnurin visti, at tað stóð ikki væl til við alis-og evnafrøðini í skúlaverkinum.
- Hetta var ikki ein av teimum best umtóktu lærugeinunum, og støðan bara versnaði. Hetta var ein niðurgangandi "spiral", sum mátti vendast. Í samráð við Mentamálaráðið, fór Skúlabókagrunnurin tí undir útgávu av hesum verki.
Niels segði, at tey heittu á Pól Jespersen, studentaskúlalærara, sum áður hevur skrivað fleiri bøkur um alisfrøði, um at taka hetta arbeiði á seg. Samstundis varð settur ein stuðulsbólkur, mannaður við royndum lærarum í alis-og evnafrøði í fólkaskúlanum.
- Við neyvari viðgerð og neyvum eftirliti skuldi bólkurin tryggja, at støðið og progressiónin í tilfarinum var hóskandi til hesi skúlaárini. Ein fyrimunur við hesi skipan var eisini, at tað bar til at raka støðið, har studentaskúlin byrjar við sínari undirvísing í alis-og evnafrøði.
Og ritstjórin helt fram:
Øll vita, hvønn týdning kunnleikin til alis-og evnafrøði hevur í einum hátøkniligum samfelag sum tí føroyska. Tí ræður um, at vit fylgja við á hesum øki og ikki gerast eftirbátur.
Niels segði, at bøkurnar eru á einum rættiliga høgum fakligum støði.
- Tað varð hildið vera rætt ikki at lora her, og tilfarið er so rúgvusmikið, at lærarin hevur nógvar valmøguleikar í síni undirvísing ? ikki minst í teimum praktisku royndunum.
Hann segði, at í øllum framkomnum londum er støðið undir undirvísingini ikki bara móðurmálið, men eisini, at undirvísingartilfarið er bygt á heimliga grund. Ella sagt við øðrum orðum: At tilfarið tekur útgangsstøðið í tí samfelagi, sum børnini kenna.
- Hetta gerst heilt greitt ein av motivatiónunum til lærugreinina. Tí kann fremmant undirvísingartilfar til føroysk børn ikki vera nøktandi, og vit kunnu siga, at hetta er irrelevant. At byggja á heimliga mentan, hevur eisini verið ein aðaltáttur í arbeiðinum við útgávuni, og soleiðis er hópur av dømum úr Føroyum.
Niels helt, at lærarar eiga at fáa besta tilfarið, sum kann útvegast, og bókin ella tilfarið er støðið undir undirvísingini.
- Gott undirvísingartilfar er ein fyritreyt fyri góðari undirvísing, og sostatt eisini til gagns fyri næmingarnar.
Ritstjórin vísti á, at ein bók verður ikki ein skúlabók ? bara tí hon verður nevnd skúlabók. Tað skal meira til enn so.
- Tí hevur Skúlabókagrunnurin sum mál, at bøkurnar fáa eina gjølliga fakliga, mánsliga og námsfrøðiliga viðgerð, og í hesum sambandi hevur grunnurin neyvt samstarv við hópin av lærarum, fakfólk og stovnar.
Niels Petersen nýtti eisini høvi at takka øllum teimum, sum hava tikið hond í við Alisfrøði og evnafrøði 1 til 3.
- Ikki minst fari eg at takka høvundanum, Pól Jespersen, fyri, at tú tók á teg hesa stóru uppgávu og fyri tað einastandandi ídni og góða samstarv, ið hevur verið øll hesi árini. Hetta er einki minni enn eitt bragd, segði ritstjórin at enda.