Ársfundur
Tað eru serliga teir góðu fiskaprísirnir, sum hava gjørt árið gott hjá føroysku fiskimonnunum, sigur formaðurin í Føroya Fiskimannafelg í niðurstøðuni til árfrágreiðingina, hann fer at leggja fram í morgin.
Flestu skipabólkarnir hava ein hampiliga fittan inntøkuvøkstur. Tó er ein bólkur, sum stendur í stað, meðan ein hevur væl minni inntøku enn í fjør.
Størsta vøksturin í inntøku pr. dag hava manningarnar á nótaskipunum, sum hava ein vøkstur upp á 21% í mun til fjør, meðan ísfiskalínuskipini hava eina lækking upp á 19% í inntøkuni pr. dag.
Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag, sigur í viðmerking, at tað kemst av, at nú er fiskiskapurin normaliseraður aftur, eftir at hann seinnu árini hevur verið óvanliga góður.
Hinvegin eru sera høgu prísirnir orsøkin til, at línuskipini hava hildið hesa inntøkuna.
Upp og niður
Óli Jacobsen vísir á, at í mun til 1991 tvífaldaðust inntøkurnar hjá manningum á línuskipunum í 1998, meðan tær eru lækkaðar eitt sindur aftur nú. Men samstundis er vert at leggja merki til, at inntøkan í dag er reinur fiskipartur at kalla, meðan nógv størri partur fyrr var tilskot so sum minstaløn og dagstudningur umframt frítíðarløn.
Tá ringast stóð til - í 1993 - var næstan helvtin av inntøkuni minstaløn og studningur, meðan sjálvur fiskiparturin í dag er 90% av inntøkuni.
Av hinum skipabólkunum eru tað bara rækjuskipini, sum ikki hava havt inntøkuvøkstur í mun til í fjør. Hjá teimum er støðan óbroytt. Inntøkan pr. dag er eina krónu hægri, enn hon var í 1999.
Í ársfrágreiðingini verður sagt, at Fiskimannafelagið er errið av sínum hagtølum. Bæði tað, at tey vísa eina hugaliga, fíggjarliga gongd fyri limirnar. Men eisini tað, at tey verða brúkt av øðrum. Tað hendir seg javnan, sigur ársfrágreiðingin, at áheitanir koma frá bæði almennum sum vinnuligum stovnum, sum vilja sleppa at nýta hagtølini til at gera gongdina í vinnuni upp. Mangan langt áðrenn tey almennu hagtølini fyriliggja.
Men ikki er altíð, at tey verða nýtt, sum Fiskimannafelagið ætlar, hóast tey verða útflyggjað, sigur formaðurin í ársfrágreiðingini. Og so kemur hann við eini ákoyringa á fjølmiðlarnar, sum hann sigur beinleiðis misnýta hesi hagtøl. Ársfrágreiðingin sigur soleiðis:
» Vit hava eisini verið sera lagaligir at lata hagtøl frá okkum, m.a. tey tøl sum vísa gongdina hjá hvørjum einstøkum skipi. Men her mugu vit tátta í, tí tað hevur víst seg, at hesi hagtøl av fjølmiðlunum í stóran mun verða nýtt ímóti fiskimonnum á ein hátt, sum tá "fanin lesur Bíbliuna". Tí koma vit ikki framyvir at lata fjølmiðlunum hesi hagtøl, eins og vit tilskila á hagtølunum fyri tey einstøku skipini, at hetta er til innanhýsis nýtslu, sum tað ikki er loyvt at nýta alment. Men at nýta miðatøl er sjálvandi í lagi«.
Trygdin
Vanliga er eitt ávíst tema á hvørjum landsfundi hjá Fiskimannafelagnum. Og í ár verður temaðið trygd og arbeiðsumhvørvi hjá fiskimonnum.
Hetta er eitt evni, sum hevur verið frammi soleiðis av og á. Kanska serliga eftir at eitthvørt minni gott er hent, vísir Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag, á. Seinast nakað var at frætta soleiðis um evnið, var herfyri, tá tað kom upp, at ein stórur partur av bjargingarbátunum umborð á skipunum ikki riggaði, sum teir skuldu.
Slíkt er jú óhugnaligt at frætta, og verður eisini tikið í størsta álvara. Tað kann jú í ringasta føri gerast ein spurningur um lív ella deyða, sigur Óli Jacobsen.
Við allari virðing fyri donsku myndugleikunum og teirra lógum og reglum, sigur Óli Jacobsen, at hann bara noyðist at ásanna, at eitt nú íslendingar eru langt framman fyri okkum á hesum øki. Og hann vísir á, at í Íslandi finst trupulleikin ikki, tí íslendingar hava uppfunnið eina skipan, sum ger, at gummibáturin verður skotin út frá skipinum, tá brúk er fyri honum. Hendan skipan er lógarásett at vera umborð á øllum íslendskum skipum. Og kanska hevði hon verið loysnin á hesum spurninginum, sigur formaður Fiskimannafelgsins millum annað í ársfrágreiðinini.
Til at fáa vakt áhugan fyri málinum aftur, hevur Fiskimannafelagið fingið Torleiv Hoydal frá Søfartsstyrelsen og Eyðun Bert Jacobsen frá Sjóvinnufyrisitingini at koma á ársfundin í Norðurlandahúsinum í morgin at halda fyrilestrar um trygd og arbeiðsumhvørvi hjá fiskimonnum.
Samstundis vónar formaðurin, at eitt orðaskifti kann fáast í lag um evnið millum teir báðar og teir fiskimenn, sum møta á fundinum við teira praktisku royndum.
Sum vanligt hevur verið, er árfrágreiðingin frá formanni Føroya Fiskimannafelags givin út í hefti. Í ár er hon upp á 96 síður, har nógv ymisk mál verða viðgjørd. Aftalaga í heftinum er ein frágreiðing um stovnanina av felagnum fyri 90 árum síðan. Óli Peteren hevur gjørt flestu tekningarnar í heftinum.
Ársfundurin hjá Føroya Fiskimannafelag ár 2000 verður settur í Norðurlandahúsinum í morgin klokkan 10.