Gott hugskot úr enda í annan

- Eg kenni eitt sindur til verkætlanina hjá Viberg Sørensen, og eg haldi hugskotið er sera gott. Tað finnast pengar í skipanini, sum lættliga kundu fíggja eina slíka verkætlan, sigur Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri

Mánadagin skrivaðu vit um eina verkætlan hjá Viberg Sørensen, sum í stuttum snúði seg um eina flótandi eftirskúla, sum samstundis kundi virka sum eitt føroyskt skúlaskip.
Í sama blaði tók Bergtóra Høgnadóttir Joensen undir við hugskotinum, sum hon bjóðaði vælkomið, serliga við atliti til stóra ungdóms arbeiðsloysi, sum vit hava.
Og nú syngur eisini fiskimálaráðharrin, Jacob Vestergaard við í kórinum.
- Tað skuldi verið so upplagt, at vit kundu geva ungdóminum møguleikan at royna seg á sjónum. Men skal tað kunna gerast eitt tilboð til tey ungu, má tað sjálvandi koma inn undir rætta veingjaspenni, sigur Jacob Vestergaard og sipar til røttu viðkomandi myndugleikarnar.
Hann sær størri møguleikar í einari slíkari skipan enn »bert« at geva ungdóminum eina orsøk at fara upp um morgunin.
- Vit hava fleri næmingar í fólkaskúlanum, sum hava tað trupult, og tá kundi hetta verið eitt sera gott og kærkomið tilboð til hesar næmingar, sigur Jacob Vestergaard.
Hann vísir á, at í mongum førum brúka kommunur og aðrir myndugleikar nógvar pengar til at útvega ungdómum alternativ tilboð, og í mongum av hesum førunum fer ein stórur partur av hesum pengunum út um Føroyar.
- Um nakrir av hesum pengunum í staðin verða nýttir til eina slíka verkætlan sum hesa hjá Viberg Sørensen, so kundu vit bæði hjálpt hesum ungu við einum góðum tilboði, ið bæði er læruríkt og samstundis kundi givið teim,um siglingstíð, um hetta gav teimum hug til sjógvin, sigur Jacob Vestergaard.

Koplað upp á eftirskúlan
Burtursæð frá, at Jacob Vestergaard er samdur við Viberg Sørensen í, at tað er alt ov galið, at fiskivinnutjóðin Føroyar ikki eiga so frægt sum eitt skúlaskip, so sær fiskimálaráðharrin nógvar møguleikar í verkætlanini.
- Verkætlanin við norðurlendska eftirskúlanum kundi saktans verið umfatað av einum skúlaskipi, sum samstundis virkaði sum ein eftirskúli á sjónum. Tað hevði eisini givið verkætlanini eitt spennandi andlit úteftir, sigur Jacob Vestergaard.
Tað er greitt, at tað skulu fleiri mynduleikar toga somu línu, skal hetta gerast veruleiki, men fiskimálaráðharrin metir langt frá, at tað skuldi verið ógjørligt.
- Sjálvandi skulu skúlamyndugleikarnir upp í leikin, tí alt tað, at tað snýr seg um ein skúla, liggur tað undir Mentamálaráðnum. Men tað ber til í øðrum førum, og trygdarskeiðini eru eitt dømi um tað. So eg dugi ikki at síggja, at tað ikki skludi borið til við einari eftirskúlaskipan á sjónum eisini, sigur Jacob Vestergaard.
Hann leggur dent á, at parturin av eftirskúlanum, sum fer fram á sjónum, sjálvandi eisini skal telja við sum siglingartíð, tí tað er ein stór hjálp, um tey ungu seinni velja sær eina lívsleið á sjónum.
- Eg má siga, at eg dugi bara at síggja positiv ting við hesari verkætlanini, og Viberg Sørensen hevur gjørt eitt dygdargott fyrireikingararbeiði. Og sum eg nevndi kundi eitt slíkt skúlaskip eisini verið eitt tilboð til næmingar við serligum ella øðrvísi tørvi, sigur Jacob Vestergaard.