Gott íkast til kjakið um føroyskt

André hevur rætt tá ið hann sigur, at vit mugu góðtaka føroyskt sum tað er. At málrøktin ella hvør tað so er, ikki má sleppa at sensurera og skera fleiri orð burtur úr málinum, tí vit mugu hava allar nuansurnar tøkar. Tað er ikki nógv at siga til tað, tí tað passar, skrivar Hjalmar P. Petersen m. a. í ummælinum av bókini “Føroya mál á manna munni” eftir André Niclasen

Hjalmar P. Petersen

 

-------------------------------------

 

Bókarheitið: Føroya mál á manna munni.

Eftir: André Niclasen

Útg. Lærubókafelagið, 2007.

--------------------------------------

 

Eg skal ikki fara inn í hvørt einstakt petti, sum André Niclasen hevur í bókini. Sigast skal kortini, at hon er spotsk til tíðir og eisini stuttlig. Hann er beinrakin í eygleiðingum sínum, men vihvørt fer hann skeivur og kemur við órímiligum argumentum. Eg skal royna at taka fram dømir við hesum, og skal samstundis gera vart við, at bókin er ring at ummæla, tí hon er eitt savn av málteigum, sum hava staðið í Sosialinum. Tessvegna manglar eitt grundleggjandi, málvísindaligt arbeiðslag, sjálvt um eg veit, at høvundurin hevur holla málsliga bakgrund.

Longu í bókarheitunum liggur, at høvundurin leggur dent á tað talaða málið, og í allari bókini, mestsum, er tann reyði tráðurin, at málrøktin er skaðilig fyri føroyskt. Serliga tí hon útihýsir fleiri orðum, soleiðis at nógv litbrigdir fara fyri skeytið. André metir eisini, at tað verður roynt at beina fyri kenniorðinum, genitivendingini, at kunstigir grammatiskir formar koma inn, og at fakmálini verða illa viðfarin. Hvussu er tað við hesum?

Eg veit ikki rættiliga, hvør tað er, sum roynir at beina fyri kenniorðinum, ella um tað er bevíst, at onkur ger tað. Um so er, fer royndin at miseydnast, tí føroyskt fer sínar leiðir, líkamikið, hvat nakrir fáir málrøktarar pásettliga vilja trútta ígjøgnum. Hetta manglandi kenniorðið er í setningum sum skip kom inn á Miðvág ístaðin fyri eitt skip kom inn á Miðvág. Mann hevur ikki tað bundna kenniorðið í íslendskum, og tí er tann fyrri setningurin eftirlíkning eftir íslendskum. Tann fyrri setningurin er óvanligur í føroyskum talu- og skriftmáli. Rættast er at brúka kenniorðið. Har hevur høvundurin rætt, men mann skal kortini hava rúm fyri tí fyrra setninginum. Hann skal vera ein møguligur stílvariantur. Ansast má eftir í málkjakinum ikki at fara for langt hvørki tann eina vegin ella hin.

So koma fleiri dømir við hvørsfallinum, bæði har tann gamla endingin fungerar sum eitt klípi, og har orðarøðin er broytt, t.d. Felag skuldara Fossbankans p/f í konkursi og Felag grindamanna (bls. 107). Stórur skaði er í hesari orðarøðini, tí hon er óføroysk. Tað rættara er, at hvørsfalsliðurin stendur frammanfyri, sum í Karlamagnusar kvæði ella Tofta sangkór (bls. 108).

Eg veit ikki, hvussu stórur hesin skaðin er, tí hvørsfallið er rættiliga marginalt í føroyskum, meira at siga deytt sum aktivt fall. Hetta hava vit m.a. víst á í Faroese: An Overview and Reference Grammar, og Eivind Weyhe viðger spurningin í greinini Genetiven i færøske grammatikker – et problembarn frá 1996. Mann sær, hvussu tað er viknað í kvæðatekstum, t.d.: í Sjúrðakvæðunum, ørindi 85 í Brynhildartátti, har tað stendur: “Hoyr tað snari Sjúrður, ver nú ei so bráður, gakk teg í mín faðirs garð, leita við hann ráð. Her verður sagt mín faðirs garð ikki, um tað skuldi verið rætt míns faðirs garð. Óteljandi eru eisini frasur sum kongins garð fyri kongsins garð.

Aftur at hesum eru dømini, sum nevnd verða við hvørsfalsliðinum standandi aftanfyri, flest við sernøvnum, og tey hava ein tendens til at ganga eftir øðrum reglum enn teimum vanligu, tí tey eru indeksikal í natúru síni. Tað tykist mær ikki vera annað enn tómt eymk og venilsi, tá ið hesi dømini verða nevnd, tí tey, sum nevnt, eru so marginal í málinum, og hátta sær málsliga annarleiðis.

Annað er, tá ið nevndir verða kunstigir, grammatiskir formar. Tað er púra rætt, at vit eiga at skriva temur og eygur (úttalað: /te:mir, ei:jir/). Her er tann normativa grammatikkin ov strong, og eigur hon eisini at loyva bøkrinar til dømis og hendrinar og eisini teir vanligu bøkurnar, hendurnar. Teir fyrru formarnir eru gamlir í føroyskum. Hyggið bara í kvæðabøkrinar. Eisini skulu loyvast formar sum bløðini eru følnaði saman við bløðini eru følnað. Í fleiri nýggjari tekstum síggjast følnaði og eisini eygur, men ikki hendrinar.

At fakmálini verða illa viðfarin, ja, einki er sannari enn tað. Hví skal tað ikki bera til í fysikk at tosa um massa og smeltipunkt o.s.fr., og hví skulu tangentarnir eita nertlar? Dømini eru óteljandi, og fleiri hava suffað yvir skúlabøkrinar, tí tær stundum eru óskiljadi. Tær eru fullar av fremmindum orðum, t.e., nýføroyskum orðum, sbr., at eitt fremmant orð er eitt orð, sum eg sum málbrúkari ikki skilji. Tí verður bræðingarmark, tað nýgjørda orðið, fremmant, meðan lániorðið smeltipunkt er føroyskt, sjálvt um tað er lænt úr donskum.

Ferdinand de Saussure førdi fram, at tað málsliga teknið hevur tvær síður: eitt innihald og eitt úttrykk. Úttrykkið kunnu vit hugsa okkum sum úttaluna – til dømis /hundur/. Soleiðis nøkunlunda, hóast talan ikki er um ta veruligu úttaluna, men um eina abstraktión av ljóðunum, men lat tað fara. Innihaldið er so okkurt sum, halda vit okkum til orðið hundur ‘dýr við fýra beinum og hala, besti vinur menniskjans’. Lutfallið ímillum innihald og úttrykk er arbitrert, segði Saussure. Tað er einki í eitt nú ljóðinum /u/, sum sigur, at tað skal verða brúkt í hundur. Samansetingin av r, n, u, d, h til hundur er tilvildarlig.

Hetta ger, at mál kunnu læna orð inn, og øll mál læna. Einki nýtt er í tí. Mál læna ikki bara orð, men í einari typiskari málstøðu, har samband er millum tvey ella fleiri mál, kann alt lænast. Líka frá ljóðum yvir bendingarendingar og syntaks til diskurs.

Nú lutfallið millum úttrykk og innihald er arbitrert, so loyvir tað orðasmíði, tað má mann so góðtaka.

Føroyskt og íslendskt eru ættað. Eyðvitað eisini føroyskt og danskt. Tað er sosum almenn vitan, og av tí at tað málsliga teknið er arbitrert í natúru síni, er einki í vegin fyri, at gomul orð kunnu fáa nýggja merking. Hetta arbeiðið byrjaði við J. Jacobsen, og haðani hava vit orð sum bókmentir. Hann skrivar m.a. í greinini Nogle ord om færøsk samt et forslag til en ny færøsk retskriving, at tað ber til at uppfríska ‘gamle uddøde former og gamle uddøde Ord’. Her nevnir hann kærleiki fyri kjerligheit og hóttan (bls. 25, 26). Ikki haldi eg annað enn, at kærleiki er rættiliga vanligt í dag; sama við hóttan. Tað ber altso stundum til at uppfríska gomul orð, ella læna úr íslendskum sum við bókmentir. Leitar mann á Google eftir kærleiki, sæst, at orðið kemur fleiri túsund ferðir fyri. So er ikki við kjerligheit. Áhugavert er at síggja, at André sjálvur kemur við einum slíkum uppskoti, sbr. (bls. 254), har hann sigur tað vera spell, at tað góða gamla orðið vongbrigða /vombria/, brúkt um ‘teir báðar stóru veingjamusklarnar, sum fuglur hevur báðu megin bringubeinið’, nú verður trokað burtur av ‘fuglabróst’ og ‘fuglabringa’. Her vil hann hava eitt gamalt orð inn aftur í málið. Og hví ikki royna?

Tað tykist sum um summi nýorð sláa ígjøgnum, onnur ikki. Øll sige helst telda í dag, og til dømis undraðist eg yvir, tá ið eg undirvísti í Føroyum á sinni, at ungdómar púra natúrliga brúktu orðið røkil. Mann kann sostatt ikki konsekvent siga, at málrøktin skal halda uppat, sum André ger (bls. 263); tað hevur mann mestsum heldur ongan demokratiskan rætt til, men eg eri samdur við André Niclasen í, at eingin tvingsil skal vera í málrøktini, og spurningurin er, um tann stranga røktin ikki hevur beint fyri sær sjálvari. Til ber ikki, sum hann vísir á fleiri ferðir, at úthýsa orðum, sum hava verið í málinum í fleiri tíggjuáraskeið, líkamikið um tey so eru donsk ella ikki. Serliga hevur tað ein tendens at ganga útyvir be-, an-, for- og –heit orðini. Hann nevnir eisini til dømis, hvussu nes (bls. 142) knappliga verður brúkt fyri hálvoyggj. So seint sum í dag (20/08/07) var tað í útvarpinum, har tað varð brúkt um Yukatanhálvoynna. Hetta er ein undarlig nýtlsa av nes, haldi eg, sjálvt um tað verður definerað í Føroysk orðabók sum ‘heldur mjátt og langt landøki sum stingur út í sjógv’.

Eisini reisir høvundurin spurningin um, hvat hendi við ABCnum. Tað er hetta, sum er, ella heldur v a r so karakteristiskt fyri sumt, ið hevði við mál at gera í Føroyum, at tað ikki hevur verið diskuterað opið um fleiri stórbroytingar. Eitt dømi er navnalógin. Ella, tað kann faktiskt ikki rættiliga brúkast sum dømi, tí politikararnir samtyktu lógina (uttan kanska at hava lisið hana), men kortini varð hon ongantíð diskuterað manna millum opið. Endin varð, at hon mátti broytast.

Eitt petti er um orðið brand, bls. (52). Her fýlist André Niclasen á, at brandmaður m.a., nú skal eita sløkkiliðsmaður o.s.fr. Aftur er eygleiðingin fittlig, og hann argumenterar sum so, at verður alt skift út við brand-, so skal ein brandvakt eita sløkkivakt og brandventilur skal eita sløkkismog. Men mál eru ikki logiskt, soleileiðis, sum høvundurin her setur tað upp. Fyri tað um ein samanseting er í málinum, ella nakrar við sama fyrra ella seinna liðið, merkir tað sjálvandi ikki, og tað veit høvundurin væl, at tað verður generaliserað. Alt kann ikki skerast yvir ein kamb soleiðis. Tað kann gerast fyri at fáa speisemið fram, og tað er helst tí hann ger tað, men tá er tað eitt sindur órættvíst móti fakta. Hol eru í málstrukturinum, og hóast so er, generaliserar André uppá henda mátan aðrasteðs eisini, men argumentatiónin er skeiv, júst tí mál ikki eru logisk, sbr. tvítýdningin í einum setningi sum ‘politiið tók mannin við revolvaranum’. Er tað ein mann við einum revolvara, sum politiið tók, ella var tað politiið, sum hevði ein revolvara, tá ið teir tóku mannin?

Eitt fremmant orð er eitt orð, sum eg sum málbrúkari ikki skilji. Soleiðis skriva Jørn Lund og Erik Hansen í Kulturens gesandter (Munksgaard, 1994). Hesa bók nevnir André, og ganga vit eftir definitiónini, so eru fleiri nýorð í føroyskum fremmandaorð, tí vit skilja tey ikki. Tað blívur líkasum viðvent í holuni, eins og víst verður á, og sum hevur verið frammi í føroyskum málkjaki fleiri ferðir. Fá kenna atstøðingin, øll assistentin. Eingin veit, hvat ein ferðagevi er, øll vita, hvat ein spitari er. Tað føroyska orðið er fremmant.

Í greinini Tann skeiva málrøktarkósin, sum stóð í tíðarritinum Málting førdi André fram, millum annað, at tvingsil ikki skal vera í málrøktini, eins og longu nevnt, og at mann má ansa eftir ikki at kuta so nógv orð burtur, at vit so at siga standa eftir á berum. Tað er einki at taka seg aftur í, at fleiri ikki kenna seg aftur í nógvum tekstum, sum skrivaðir eru serliga eftir kríggið. Greflig dømir eru, ella hava verið, fleiri skúlabøkur og koyribókin.

Her hava menn brúkt nógva orku uppá einki, tí teir ikki vilja góðtaka føroyskt, sum tað er, sbr. bls. 236, har tað verður ført fram, at tað nú má vera tíð uppá, at ‘vit sjálvi góðtaka okkara egna mál’.

Hesin spurningurin er stadivekk meira enn viðkomandi. Hvat er tað, sum er galið? Tora og tola fólk ikki nútíðarføroyskt? Um so er, kunnu vit bara pakka saman, tí tað er út frá nútíðarmálinum, tí málinum, sum mamman handar barninum, at vit mugu arbeiða. Fleiri hundrað bond eru á Føroyamálsdeildini og í Útvarpi Føroya við føroyskum talumáli – m.a. gomlum bygdamáli, og har er nógv at heinta, sum ikki passar inn í eina puristiska máláskoðan.

Føroyskt er søguliga nógv ávirkað av donskum, tað vita vit, og kemur tað, óneyðugt at siga, av tí sambandi, sum hevur verið ímillum málini. Føroyskt er eitt eftirgerðarmál, eitt replika, har danskt, fyrr eisini norskt, eru modellmálini. Um norska ávirkan á føroyskt, sbr. Helge Sandøy, í Moderne lingvistiske teorier og færøsk (ritsj. Kurt Braunmüller og Jógvan í Lon Jacobsen). Her vísir Helge Sandøy á, at tað, sum mangan verður hildið at vera danskt, líka so gott kann vera komið úr Noregi, tí tætt samband var ímillum Føroyar og Bergen í gomlum døgum.

Antin vit vilja tað ella ikki, sleppa vit ikki undan teirri stóru donsku (og fyrrr, norsku) ávirkanini. André Niclasen førir fram, at vit mugu góðtaka henda málveruleika, sjálvt um eg meini, at vit eiga at finna eina millumleið. Ikki eina harða málrøktarakós, har fleiri orð verða útruddað, soleiðis, at vit missa litbrigdini, sum víst verður á aftur og aftur í Føroya mál á manna munni, men heldur ikki eina leið, har vit ikki hava opnan tann møguleika at kunna fara aftur til eldri føroyskt, til kvæðamál til dømis, ella royna onkur íslendsk orð. Tað skal bara ikki vera nakar tvingsil í málrøktini. Mann kann royna eitt gamal orð, t.d., siga sum so, at rás kann fáa víðkaða merking og merkja ‘kanal’, ella fáa vongbrigða inn aftur. Fólk hava sín demokratiska rætt at tosa sum tey vilja, tað vita vit, men eisini at koma við uppskotum um nýggj orð, so leingi sum, eins og sagt aftur og aftur, einki tvang er aftanfyri. Tí kunnu almenn forløg, sum hava konsulentar, ikki loyva sær at sensurerað handrit, sum André meinar, at tey hava gjørt, men heldur koma við uppskotum og rætta stavi- og kommafeilir.

Ein annar spurningur, sum ikki bara er knýttur at málinum sum system, er sambandið ímillum mál og samleika. Hetta nertir André ongantíð ordiliga við. Spurningurin er kompleksur, serliga hjá tvímælingum sum føroyingum. Identifisera vit okkukm við talumálið sum tað er, ella siga vit okkum veruliga ikki duga tað veruliga føroyska málið, soleiðis sum fleiri studentaskúlanæmingar søgdu seg gera í eini kanning, ið E. Holm gjørdi. Tann greinin er prentað í Máltingi 9 frá 1993. Og hvønn týdning hevur ein sovrin hugburður til framtíðarvánirnar hjá føroyskum? Hevur, sum høvundurin vísir á, tá málrøktin verið málinum at skaða? Ilt at siga, tí tað er so ringt at máta sovrit.

Ferdinand de Saussure (1857-1913) skilti ímillum diakroni og synkroni. Tað er, at í málinum er ein søgulig dimensjón og ein samtíðarlig dimensjón. Føroyingar hugsa ikki um, at tað er eitt samband ímillum til dømis orðini bera, barn og burður og byrða, men søguliga eru tey ættað, og ganga aftur til somu rót í indoeuropeiskum: *bher-. André ger ta villu viðhvørt, at hann brúkar ta søguligu dimensjónina, tá ið hann argumenterar. Eitt dømi er viðgerðin av kjak. Væl kann vera, at Svabo hevði merkingina ‘Trætte, Mundhuggeri, Smaaskjænden, Skænden, Ueenighed, Skælds-Ord’, men tað kann ikki brúkast sum próvgrund fyri, sum André ger, at orðið í dag ikki kann brúkast við merkingini ‘diskussión, debatt’. Víst kann tað tað, tí einki undarligt er í, at orð kunnu fáa flutta merking, og av tí at lutfallið ímillum innihald og úttrykk í tí málsliga tekninum er arbitrert, er einki, sum forðar fyri einari merkingarflyting. Tvørturímóti loyvir hon tí.

Her má mann eisini kanna eftir, hvat verður brúkt í nútíðarføroyskum! Verður googlað eftir orðinum kjak sæst, at tað júst verður brúkt við merkingini ‘debatt, diskussión’.

Fleiri fittligar eygleiðingar eru í bókini, t.d. Botnurin (bls. 188), har víst verður á munin ímillum animate og inanimate (í- og úrsálan). Summi orð kunnu bara brúkast um fólk, t.e., subjektið má hava dragið [+ísálan] ella [+animate], sum tað verður kallað í málbókum. Tí ber ikki til, vísir André á, at siga, at botnurin fekk mein. Fólk kunnu fáa mein, neyvan ein botnur. Eisini mugu vit ansa okkum eftir teimum ymisku stílløgunum, sum eru í málinum og ikki brúka orðini bara líkasum so hissini, sum tá tað bleiv sagt, at atombumbur vórðu tveittar yvir Japan, bls. 188 og bls. 189. Ikki er gott at brúka tveita, tí tað hevur eina negativa merking, t.e., ‘grýta’. Her hevði kasta hóskað seg betur, vísir høvundurin á. Kortini er tað eisini áhugavert at síggja, hvussu André Niclasen ikki bara er eftir málrøktarum, men at hann eisini stundum finst at bløðum og útvarpi. Pettið Botnurin vísir júst hetta. Spurningurin er so, um André ikki fer í somu grøv sum teir menn og kvinnur, hann finst at, tí tað er kanska ikki undarligt, at fólk, sum skulu skriva tíðindastubbar og ikki hava stórvegis tíð, kanska heldur ikki holla málsliga bakgrund, fara skeiv. At fólk fara skeiv er væntanti, sbr. tað uppbýtið, sum N. Chomsky ger ímillum málførleika (competance) og performance.

Øll hava ein íbornan málførleika. Børn læra mál uttan nakran trupulleika, og tað er ikki treytað av intellegensi. Børnini læra málið, uttan at nakar tekur sær serliga av at geva teimum nakra frálæru, Chomsky Aspects of the Theory of Syntax. Hetta er tann sami spurningurin, sum Eivind Weyhe setur á bakpermuni: Hvat er móðurmálið? Og tað verður so elegant svarað av einum gomlum sumbingi, at tað er málið hjá mommuni. Hetta má øll (føroysk) málgransking og øll, sum arbeiða við málið alla tíðina leggja sær í geyma, t.e., ikki gloyma tað fríska talumálið, sbr. tað áhugaverda brævið, sum Heðin Brú skrivaði Christiani Matras, og sum er prentað aftast í bókini undir Appendiks. Heðin Brú eggjar Christiani Matras at koma til Føroyar at ferðast millum bygdir og har hoyra føroyskt. Tað er hetta, sum André íðiliga førir fram í bókini hjá sær, at vit mugu leggja størri dent á talumálið, respektera tað og ikki kroysta eitt kunstugt mál niður yvir fólk, við tí úrslitið, at fólk fara at føla seg sum málloysingar, og her liggur fongurin í bókini. At onkur setir spurningar við tann førda málpolitikkin alment og førir víðari tað kjak, sum var í Máltingi tey árini tíðarritið var virkið. Men eisini André hevur stundum ringt við at góðtaka talumálið, sum longu nevnt. Eitt annað dømi er á bls. 159, har hann leggur eftir einum útvarpsfólki, sum hevur brúkt orðið kostu fyri kusu ella kjósaðu. Eg veit ikki, um tað er danskræðslan, sum liggur aftanfyri, at viðkomandi hevur valt kostu. Tað sigur André, sjálvt um eg ivist. Málsliga haldi eg formin vera rættiliga interessantan, tí ein óvirkin bendingarending verður brúkt. Tað er hetta, sum eg meini í fyrstini av ummælinum. Bókin er ikki konsekvent. Høvundurin hartar málrøktina og sigur, at talumálið má fram, men tá ið so onkur fer av málinum, hevur høvundurin hug at harta. Men hví segði útvarpsmaðurin kostu? Tað er nógv áhugaverdari at kanna.

Ein stubbi er Barbararnir, har høvundurin tekur fram spurningin um danskt í Føroyum. Her kritiserar hann Móðurmálslærarafelagið. Eftir teimum sitatum, hann nevnir, ger hann tað av røttum, tí tað, sum er galið við føroyskari málrøkt er fløkjan av tjóðskaparøsing og máli, sum kom í longu tá ið tjóðskaparrørslan byrjaði. Málrøktin er ein ideologi. Tær eru trúarmynstur og gerðir, sum siga, at sumt er natúrligt, annað ikki. Altso, alt tað, sum vit gera er rætt, alt annað, tað, sum tit gera, er skeivt. Vit kenna hetta frá politikki og trúgv. Út frá blindari ideologi royna / royndu hesi fólk at fáa danskt burtur, men hví ikki, sum víst verður á, lata næmingin sjálvan velja? (bls. 110). Í sama petti viðger høvundurin stutt fleirmæli, har hann rætt vísir á, at málpsykologar hava víst, at fleirmælingar gerast ekstra kimilig málsliga.

Ein túr í Rúsini hevur hann eisini verið, og har finst hann at hvussu eitt nú sjerri verður stavað. Eg eri als ikki samdur her. Tvørturímóti er tað júst at respekterað føroyskt, at mann fer at stava fremmandu orðini eftir føroyskum reglum. Til dømis skriva sjerri og viski, eisini pubbur, men ikki kalvinistur fyri calvinistur, tí her er talan um eitt serligt rák, sum var í Europa. Sama við marxistur ikki marksistur.

Nortið verður eisini við skriftmálið, at tað má broytast. Jú, hvør so troystar sær at fara undir eitt slíkt arbeiði. J. Jakobsen kom við sínum vælundirbygda uppskoti, ella uppskotum, og bleiv illa viðfarin av serliga tjóðskaparfólki. Eivind Weyhe hevði eitt uppskot í hálvfemsunum, men tað bleiv tagt burtur. Tað er so hent. Bara einki siga, ístaðin fyri at vera so frægir ella fræg, at tora út í eitt orðaskifti um tingini. Kanska nevndin, sum í løtuni situr og arbeiðir við einum áliti um almennan málpolitikk verður opnari og hevur okkurt at siga um skriftmálið.

Niðurstøða

André hevur rætt tá ið hann sigur, at vit mugu góðtaka føroyskt sum tað er. At málrøktin ella hvør tað so er, ikki má sleppa at sensurera og skera fleiri orð burtur úr málinum, tí vit mugu hava allar nuansurnar tøkar. Tað er ikki nógv at siga til tað, tí tað passar. Tað kann ikki bera til, soleiðis sum tað hevur verið, og har eru dømir um tað, at onkur rættlesari sleppur / slapp at fara so illa við handritunum, at høvundarnir so at siga ikki kendu tey aftur. Tá hava vit ikki longur málrøkt, men sensur. Vit kunnu ikki hava eitt mál, sum er so monotont, at alt verður eftir høvdinum hjá teimum fáu. Jú, her hevur André Niclasen rætt, men tað er ikki altíð, at argumentatiónin er vatntøtt, m.a. tí hann ikki skilir ímillum diakroni og synkroni og onkuntíð generaliserar hanmn, sum var málið ein fullkomin, logisk skipan. Bókin er yvirhøvur eitt gott íkast til kjakið um føroyskt og hvønn veg vit skulu fara.