viðgjørt dagsins realpolitikk – sum til dømis føroyska fólkaskúlan, sum sambært læraraformanninum stendur fyri falli og lógarbroti. [...] formaðurin í Føroya Lærarafelag, Herálvur Jacobsen, í síðstu viku. Hann vísir á, at komandi skúlaár verða 300 undirvísingartímar um vikuna tiknir frá fólkaskúlanum, og miðfirraðu tímarnir [...] nú var skorið inn á bein. Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í skúlamálum segði við Sosialin í november í fjør, at tey í Mentamálaráðnum tá longu høvdu spart tað, sum hon heldur
tænastumannapensjón eftir at hava sitið átta ár í landsstýrinum. Vanlig fólk skulu brúka 37 ár at upptjena tilsvarandi pensjón. Tænastupensjónirnar eru ein tikkandi bumba undir landskassanum – [...] – tí talan er um eina ovurhonds stóra almenna skuld, sum við landsstýrismannapensjónunum veksur við 55,6 milliónum fyri hvørt valskeið. Tí er tað í tøkum tíma, at ábyrgdarfullir pol [...] vísa á, at pensjónsskipanin hjá landsstýrisfólkum eftir útrokningum pádregur landskassanum eina skuld upp á tvær milliónir krónur um árið fyri hvørt landsstýrisfólk – og soleiðis
tosar um, at Innlendismálaráðið ikki hevur grundarlag fyri niðurstøðuni, at frágreiðingar frá Innlendismálaráðnum eru óskiljandi, at aðalstjórin í Innlendismálaráðnum er ógegningur [...] als ikki gongur rætt fyri seg í Innlendismálaráðnum og í Vinnumálaráðnum. Og tað er sera álvarsamt. Í blaðnum í dag viðgera vit júst stjórahøvd, sum rulla – ofta tí at leiðslan hevur tikið [...] flutt úr Vinnumálaráðnum orsakað av ógegni, so kundi Vinnumálaráðið ikki á nakran hátt viðgera málið. Tí heldur Umboðsmaðurin talan vera um ósakliga fyrisiting í Vinnumálaráðnum, tí bæði
Hesaferð snýr tað seg um deplastjóran á eldradeplinum undir Almannaverkinum, sum er sendur heim við 712.000 krónum í løn fram til 1. mai næsta ár. Tað er ikki meira enn eitt lítið ár síðani – [...] fíggjarleiðara, starvsfólkaleiðara, KT-leiðara og fak-leiðara. Síðani tá er stjórin sendur til hús – eisini við feitari fráfaringarløn. Og nú hevur fyribilsstjórin í Almannaverkinum gjørt av, at [...] – tann 15. oktober í fjør – at boðað varð frá nýggjum leiðslubygnaði í Almannaverkinum. Boðað varð frá, at arbeiðið nú skal skipast í fimm deplum: Viðskiftadepli, Menningardepli, Trivna
Auswich í sambandi við herferð móti grindadrápi. Nei sjálvandi kunnu dagsins týskarar ikki gera við, at forfedrarnir vóru slíkir barbarar ímóti mannaættini. Men tað átti ikki verið so trupult [...] vera barbarar, tí vit drepa grind. Men hetta man vera eitt gott dømi um, hvussu lítið sokallað globaliserað fólk skilja av tí heila. Almenna heimasíðan hjá Sea Shepherd visti nú um dagarnar [...] í siviliseraða heiminum, og sum als einki pláss eigur í Evropasamveldinum«, skrivar Sea Shepherd millum annað á heimasíðuni. Jú so víst er tað í nógv størstan mun talan um glantrileik
redaktiónini. Hann vildi hava eitt og annað at vita um grindadráp - og spurdi, um tað passaði, at grindamenn í Húsavík høvdu hildið eini grind um náttina við at binda hvalirnar fastar í bátarnar fyri síðani [...] brikslandi teldubræv herfyri - eisini um grindadráp. Hetta var meðan stríðið í Irak var upp á tað ringasta. Undirritaði kundi ikki lata vera við at svara, at hann skuldi venda aftur, tá hansara landsmenn [...] Fyrilitið fyri náttúruni hevur valla heldur tann stóra áhugan hjá hesum náttúrumissiónerum. Heldur man tað vera spenningurin at sleppa á eina dramatiska ferð, sum er goldin av forkelaðum marglætisskrukkum
annars niður yvir Jørgen Niclasen fyri einum ári síðani, tá hann varð valdur til formann við eini demokratiskt ivasamari valskipan, sum Fólkaflokkurin hevði til at velja formann [...] almenna valstríðnum hevur einki verið hoyrt um hetta stríð, so um tað hevur fylt nógv í Fólkaflokkinum, so man tað vera innanhýsis. Jørgen Niclasen royndi at lítisgera útsøgnina hjá Sjúrði Olsen [...] kann hava havt sína ávirkan – men størstu ávirkanina man vantandi politikkurin hjá Fólkaflokkinum í Tórshavnar Býráð hava. Hóast Fólkaflokkurin hevur havt trý umboð – og fýra seinasta árið
Jørgen Niclasen sigur, so støðan eins álvarsom, tí ein fíggjarmálaráðharri má ikki siga ósatt. »Skattanýskiapnin hjá donsku Javnaðarstjórnini líkist tí í nógvar mátar skattanýskipanini [...] sum tey ikki fingu til hoyringar. Tað er sera áhugavert, at Jørgen Niclasen, sum undirskrivar seg sum fíggjarmálaráðharri, soleiðis boðar frá, at danska javnaðarstjórnin nú tekur undir [...] t, at tað átti at fingið størri yvirskriftir, enn eitt tíðindaskriv frá Fólkaflokkinum. Hvar eru fakfeløgini, sum so mannsterk hava mótmælt? Hvar eru allir búskaparfrøðingarnir, sum
hann sjálvur tykist førur fyri at fáa hann frá valdinum. Men hesum avvísir løgmaður sum vera man. Hann vísir hinvegin á, at vit hava nýggjar tíðir – at vit hava sett skjøtil á eina broytingartíð [...] ávísir minnilutar hava blokerað. Og tá løgmaður sigur, at fólk eru troytt av, at minnilutar seta alt í veð – bæði samgongu og flokk – fyri at steðga málum, tey persónliga ikki kunnu taka undir [...] a, og tað sást í »øl- og brennivínssamgonguni«, sum samtykti søguliga broyting í rúsdrekkalógini. Men eru nýggir tónar at hóma í politiska arbeiðinum millum flokkarnar á tingi, so eru
Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Starvsmannafelagið og Føroya Lærarafelag. Og tey skjóta bæði eftir samgongu og andstøðu – Javnaðarflokki [...] fyrst. Almennu fakfeløgini meta ikki, at hetta eigur at verða góðtikið. Endamálið við at stovna nýggjan flokk er at tryggja og styrkja vunnin fakfelagsrættindi Føroya fólki at frama.« Tað eru ikki [...] virðiliga jarðaði med alla, tá tey søktu fullveldisskútuna. Men at stovna nýggjan flokk á vinstraveinginum fer bara at nøra um sundurlyndið, sum longu hevur so góðan gróðrarbotn í hesum landinum