Ein dagin fyrr í mánaðinum ringdi ein maður frá einum týskum náttúrufelagsskapi til okkum her á redaktiónini. Hann vildi hava eitt og annað at vita um grindadráp - og spurdi, um tað passaði, at grindamenn í Húsavík høvdu hildið eini grind um náttina við at binda hvalirnar fastar í bátarnar fyri síðani at drepa teir morgunin eftir. Slíkum kunnu vit grína eftir, men onnur taka hetta í álvara og trúgva slíkum søgum.
Ein annar maður úr Onglandi sendi okkum eitt brikslandi teldubræv herfyri - eisini um grindadráp. Hetta var meðan stríðið í Irak var upp á tað ringasta. Undirritaði kundi ikki lata vera við at svara, at hann skuldi venda aftur, tá hansara landsmenn ikki longur drepa fólk. Hann helt ikki, at hetta kundi samanberast. Men tað kann tað so avgjørt!
Stórabretland er eitt land, sum drepur fólk. Kanada, heimlandið hjá Paul Watson, er eisini eitt land, sum drepur fólk og sum ongantíð himprast við at fylgja amerikanarum út í víðu verð at drepa fólk. Frakland, heimlandið hjá Brigitte Bardot, drepur eisini fólk - og okkara egna kongaríki Danmark drepur eisini fólk.
Men almenna Føroyar drepur ikki fólk - og tað hava vit ikki gjørt í eini 200 ár. Men vit drepa grind. Vit drepa okkurt um eina promillu av grindahvalastovninum. Tað má vera stovnsrøkt, sum munar og sum er burðardygg. Men tað hevur helst ongan áhuga. Fyrilitið fyri náttúruni hevur valla heldur tann stóra áhugan hjá hesum náttúrumissiónerum. Heldur man tað vera spenningurin at sleppa á eina dramatiska ferð, sum er goldin av forkelaðum marglætisskrukkum, sum heldur áttu at nýtt peningin til at hjálpa neyðstøddum kring heimin. Brigitte Bardot kundi so passandi brúkt sínar pengar at hjálpt fólkum á kyrrahavsoyggjum, sum Frakland hevur kryplað við kjarnorkuspreinginum.
»Verden er af lave« var heitið á eini skúlabók, og hetta danska orðatakið kunnu vit so mangan sanna. Hóast vit hava rætt, so vinna vit valla ljóð fyri okkara sjónarmiðum úti í verð. Men grindadrápið fer helst í søguna, tí at grind ikki er mannaføði - tí júst tey lond, ið nógv av hesum umhvørvisfólkum umboða, hava dálkað okkum havið so illa.