Sosialurin hevur fleiri ferðir tikið hetta mál upp – seinast í oktober, tá vit kundu vísa á, at pensjónsskipanin hjá landsstýrisfólkum eftir útrokningum pádregur landskassanum eina skuld upp á tvær milliónir krónur um árið fyri hvørt landsstýrisfólk – og soleiðis upp í 55,6 milliónir krónur fyri hvørt valskeið.
Tá Føroya valdsmiklasti politikari segði, at hann ætlaði at fáa málið í tingið fyri jól, so er tað eitt stórt problem fyri trúvirðið og ikki minst fyri signalvirðið, at tað kortini ikki eydnast.
Talan er um eitt smámál, sum lættliga kann fáast í gjøgnum politisku skipanina. Málið snýr seg heilt einfalt um, at landsstýrisfólk í staðin fyri at fáa tað sum svarar til upp í 125 prosent í pensjónsinngjaldi um mánaðin – eins og onnur fólk skulu fáa 15 prosent.
Tað er eyðsæð, at politikarar treyðugt vilja frásiga sær slík rættindindi. Fleiri løgmenn hava runnið undan – sum oftast við at seta eina nevnd. Kaj Leo Holm Johannesen útsetti eisini málið við at seta eina nevnd at gera álit, hóast tvey álit longu lógu á borðinum hjá honum frammanundan. Øll mæla tey til at broyta pensjónsskipanina, so hon líkist tí, sum vanlig fólk fáa.
Sum skipanin hjá landsstýrisfólkunum eru nú, so upptjena tey sær fulla tænastumannapensjón eftir at hava sitið átta ár í landsstýrinum. Vanlig fólk skulu brúka 37 ár at upptjena tilsvarandi pensjón.
Tænastupensjónirnar eru ein tikkandi bumba undir landskassanum – tí talan er um eina ovurhonds stóra almenna skuld, sum við landsstýrismannapensjónunum veksur við 55,6 milliónum fyri hvørt valskeið. Tí er tað í tøkum tíma, at ábyrgdarfullir politikarar taka sær um reiggj og broyta skipanina.
Hesaferð lovar løgmaður at fáa málið í tingið í janauar ella februar.
Tað er ein spurningur álit, at eitt slíkt mál blívur við at draga út. Tað er eisini ein spurningur um trúvirði á alla ta politisku skipanina. Men mest av øllum er talan um signalvirði, tá eitt mál sum tekur púra vitleys serrættindi frá politakarum ferð eftir ferð verður drigið út.
Løgmaður hevur nú høvi at vísa í verki tað, sum løgmann undan honum ikki megnaðu.










