ODDAGREIN: Deyðin skal hava eina orsøk

»Deyðin skal hava eina orsøk«, segði Jørg­en Niclasen í Degi & Viku fríggj­a­kvøld­ið í sambandi við, at Sjúrður Ol­sen, býráðslimur Fólkafloksins í Havn, gav Jørgeni Niclasen skuldina fyri, at Fólkaflokkurin fekk eitt søg­u­liga vánaligt val í Havn.

Kritikkurin heglaði ann­ars nið­ur yv­ir Jør­g­en Nicl­a­sen fyri ein­um ári síð­­ani, tá hann varð vald­ur til for­mann við eini dem­o­krat­iskt iv­a­sam­ari val­­ski­p­­an, sum Fólk­a­flokk­ur­in hevði til at velja formann. Ser­liga tað, at Ann­ika Olsen fekk 1344 at­kvøð­ur á løg­tings­val­i­num, meðan Jørg­en Nicla­sen bert fekk 382.

Sambært Sjúrði Olsen hevur hetta stríð­ið fylt nógv í valstriðnum til komm­­u­­n­­­u­­val­ið – hann sig­u­r, at velj­ar­in ­revs­ar nú Fólkaflokkin í Havn. Tað er tó ilt at síggja, hvar hetta stríð­ið hevur fylt. Í almenna val­stríð­num hevur einki verið hoyrt um hetta stríð, so um tað hevur fylt nógv í Fól­k­a­f­lokkinum, so man tað vera inn­an­hýsis.

Jørgen Niclasen royndi at lítis­gera út­søgn­ina hjá Sjúrði Ol­sen við at siga, at komm­un­u­val­ið í Havn var ein fólkaatkvøða um Heð­­in Mort­en­sen. Tað kann væl verða, at so var. Men valla er or­søkin til vantandi und­ir­tøk­una hjá Fólka­flokk­i­num at finna har. Førdi politikkurin hjá sam­gonguni kann hava havt sína á­virk­an – men størstu ávirkanina man vant­andi pol­i­tikk­urin hjá Fólka­flokk­i­num í Tórshavnar Býráð hava. Hó­ast Fólk­a­flokkurin hevur havt trý umboð – og fýra seinasta ár­ið, so hava Heðin Mortensen og hans­ara fólk havt frítt spæl, tí mót­spæl kom einki frá andstøðuni í bý­ráð­num.

Tú kanst siga, at tað er so lætt hjá ein­um kar­is­mat­isk­um borgarstjóra at vinna stór­sig­ur – men upp­aft­ur lætt­ari er tað, tá hann onga mót­støð­u fær, sum hann nátúrliga átti at fing­ið frá eini árvaknari and­støðu.

Men Jørgen Niclasen situr uttan iva trygg­ur í sínum formanssessi. Tað vildi verið ein politisk kata­stro­fa fyri Fólk­a­flokk­i­num, um tey bara so mik­ið sum um­hugs­að­u at koyra hann frá sum for­mann. Eing­in formaður í Fólkaflokkinum hev­ur nakrantíð fyrr megnað at fing­ið flokki­num so stóra á­virk­an, sum Jørg­en Nicl­a­sen. Við øll­u­m atkvøðuneytunum í Sam­bands­flokk­i­num hevur Jørgen Niclasen frítt spæl.

Óvist er, um Annika Olsen hevði megn­að tað sama, sum Jørgen Nicl­a­sen hevur megnað. Jørgen Nicla­sen hevur so prógvað sítt virði sum for­mað­ur Fólkafloksins.