ODDAGREIN: Ein ólógligur fólkaskúli

– Spurningurin er, um politikararnir vita, hvat teir eru í ferð við at gera, og um for­eld­ur eru varug við, um børn teirra fáa teir tímar, tey eiga at fáa. Hetta kann bara enda galið.

So ber­søgin var for­mað­ur­in í Før­oya Lær­ar­a­fel­ag, Her­álv­ur Ja­c­ob­sen, í síðstu viku. Hann vísir á, at komandi skúla­ár verða 300 und­ir­vís­ing­ar­tím­ar um vik­una tikn­ir frá fólka­skúl­a­num, og mið­firr­aðu tím­ar­nir minka úr 15 nið­ur í 13 pro­sent.
Hann held­ur, at hetta eru sera stór­ar spar­ing­ar, tá 1.000 tím­ar um vik­una longu vórðu tikn­ir síðsta ár.
Herálvur Jacobsen vísti eisni á, at í fjør varð sagt, at nú var skor­ið inn á bein.

Hel­ena Dam á Neyst­a­bø, lands­stýr­is­kvinna í skúla­mál­um segði við Sos­i­al­in í no­vem­ber í fjør, at tey í Menta­mál­a­ráð­num tá longu høvdu spart tað, sum hon held­ur at tað ber til at spara og tí skulu ant­in fleiri peng­ar til, ella um­fat­andi bygn­að­ar­broyt­ing­ar til fyri at varð­veita ein skúla á norð­ur­lendsk­um støði.

Formaðurin í lærarafelagnum er kom­in til ta nið­ur­støðu, at vit ikki longur kunnu halda fólk­a­skúl­a­lógina. Hann vís­ir á, at skúla­leiðsl­ur­nar sótu longu fyri hetta skúla­ár­ið við svarta­peri, tí tær høvdu ilt við at fáa alt at hanga sam­an, og nú er støð­an bara versn­að upp­aft­ur meiri. Leiðsl­ur­nar skulu finna loysn­ir; ein máti er at leggja flokk­ar sam­an fyri at spara tím­ar, men flokk­ar við 40 til 60 næm­ing­um er eing­in hald­bar loysn, sig­ur Her­álvur Jacobsen.

Ilt er at vita, hvørjum vit skulu trúgva, tí lands­stýr­is­kvinn­an var so ber­søg­in í nevndu grein í Sos­i­al­i­num, at vann hon ikki ljóð fyri sín­um krøv­um, so fór hon at leggja lands­stýr­is­sess­in frá sær.

Og lurta vit eftir formanninum í Før­oya Lær­ar­a­fel­ag, so er Helena Dam á Neysta­bø langt síð­ani kom­in har til, at hon – sambært sær sjálvari – skuldi leggja landsstýrissessin frá sær til frama fyri fólkaskúlan.

Men pol­itikkur er so nógv. Oluf Palme segði, at politikkur er at vilja – og at vilja broyt­ing­ar. Men um »broyt­ing­ar­nar« eru at slúka egn­ar kam­el­ar og lata standa til, so er poli­tikk­ur ikki nógv verd­ur. Og jú, tað er al­tíð vanda­mik­ið at lova ov nógv – sum til døm­is at seta sína egnu pol­itisku karr­i­eru í veð.

Men at rokna við, at dagsins minn­ilu­ta­stýri í Tinga­nesi megn­ar at fremja ein skúla­re­form, ella at makrel­sam­gong­an eis­ini blív­ur ein komm­unu- og skúl­a­sam­gonga, sum megn­ar ætlaðu re­form­ar­nar, tað er kanska í so bláoygt.

Men kanska skuldu háttvirdu ting­fólk kom­i­ð nið­ur á jarð­ar­hædd og við­gjørt dags­ins real­pol­i­tikk – sum til dømis før­oyska fólka­skúl­an, sum sam­bært lær­a­r­a­for­mann­i­num stend­ur fyri falli og lógarbroti.