ODDAGREIN: Dýrir almennir leiðarar

So hendi tað aftur. Ein almennur leið­ari verður sendur til hús við eini feit­­ari fráfaringarsamsýning.

Hesaferð snýr tað seg um depl­a­stjóran á eldradeplinum undir Al­mann­a­ver­k­i­num, sum er sendur heim við 712.000 krónum í løn fram til 1. mai næsta ár.

Tað er ikki meira enn eitt lít­ið ár síðani – tann 15. oktob­er í fjør – at boðað varð frá nýggj­um leiðslu­bygn­aði í Alm­ann­a­verk­i­num.

Boðað varð frá, at arbeiðið nú skal skip­ast í fimm deplum: Við­­skifta­­­depli, Menningardepli, Trivn­að­ar­depli, Veitingardepli og Eldra­depli.

Harafturat er stápurin skip­aður við fíggj­ar­leið­ara, starvs­fólk­a­leið­ara, KT-leiðara og fak-leiðara.

Síðani tá er stjórin sendur til hús – eis­ini við feitari fráfaringarløn. Og nú hevur fyribilsstjórin í Al­mann­a­verk­i­num gjørt av, at skipanin við eldr­a­depli skal niðurleggjast og deild­ar­stjórin sigast úr starvi.

Sambært fráfaringaravtaluni, sum Sosialurin hevur fingið innlit í, eitur orsøkin bygnaðarbroytingar, tí at virksemið hjá Eldradeplinum er flutt inn undir Menningardepilin. Tí er starvið sum depilsstjóri fyri Eldradepilin verður niðurlagt.
Um tað er allur sannleikin, vita vit ikki. Men almannastjórin segði við Rás2 í dag, at hann við hesum »hevur skapt frið, so at arbeiðast kann víðari...«
Ikki tí, hetta er einki eindømi, sum aðalstjórin í Almannaráðnum, sum eisini er settur stjóri í Alm­ann­a­verkinum, hevur gjørt. Hetta er púra vanlig mannagongd, tá al­mennir stjórar og almennir leið­ar­ar verða sagdir úr starvi. Tá fáa teir ovurstórar og góðar fráf­ar­ing­ar­lønir.
At talan heldur er um eitt sjúkt syst­em heldur enn eina almanna leiðslu, sum ikki hevur virðing fyri skatta­krónum, er tí eyðsæð.

Men hevði talan verið um fólkið á gólv­i­num, um heimahjálpir ella um vask­i­konur í almannaráðnum, sum skuldu sigast úr starvi, so hevði eingin fráfaringaravtala verið gjørd. Teir fáu dagar, tær hava í upp­­sa­gnartíð, hevði uttaniva skula ver­­ið brúkt fult út til arbeiði, um tær skuldu gjørt sær tankar um at fing­­ið løn.

Men høgur og lágur eru ikki líka. Og so­ slett ikki í okkara almennu skip­­an, har politikarar sjálvir ganga und­­an við at tiltuska sær sersømdir. Hví skulu alemnnir leiðarar so ikki eis­i­ni sleppa?
Bara fólkið ikki fær somu rætt­indi, so gongur tað nokk...