ODDAGREIN: Business as usual

Soleiðis skírir løgmaður, Kaj Leo Jo­hann­e­s­en, støðuna, sum var í løg­ting­i­num sein­asta leyg­ar­morgun, tá fleiri mál vórðu skund­að í­gjøgn­um løg­ting­ið, sum skal í summarfrí í 11 vikur.

Løgmaður er lagdur undir at sita við vald­ið við tí einfalda endamáli – at hann vil so fegin sita við vald­ið. Tað er eitt kent fyri­brigdi, at pol­it­ik­ar­ar klistra seg so fastar at vald­i­num, og tí er tað eisini lætt at kasta løg­manni slíkt fyri í hesum døg­um, tá eing­in ann­ar enn hann sjálv­ur tyk­ist før­ur fyri at fáa hann frá vald­i­num. Men hes­um av­vísir løg­mað­ur sum vera man. Hann vís­ir hin­veg­in á, at vit hava nýggj­ar tíð­ir – at vit hava sett skjøt­il á eina broyt­ing­ar­tíð í før­oysk­um pol­i­tikki­, har ein­stak­ir ting­lim­ir ikki long­ur kunnu blok­era mál og hó­reiggja sær, sum teim­um lyst­ir.

Vit hava víst á tað áhugaverda við dags­ins pol­i­tikki – ikki bara hjá minni­luta­sam­gong­uni, men hjá teim­um skift­andi meir­i­lut­u­num, sum vísa seg í ting­i­num – at tað nú brád­liga ber til at við­gera eym mál, sum á­v­í­sir minni­lutar hava blok­er­að.

Og tá løg­mað­ur sig­ur, at fólk eru troytt av, at minn­i­lut­ar set­a alt í veð – bæði sam­gongu og flokk – fyri at steðga mál­um, tey per­són­liga ikki kunnu taka und­ir við, so kunnu vit ikki verða ann­að enn samd í, at hetta hev­ur ver­ið til stór­an ampa fyri pol­it­iska ar­beið­ið og hev­ur tarn­að neyð­ug­um re­form­um og broyt­ing­um.

Løgmaður vísir eisini á, at tað eru hes­ir somu blok­er­andi minni­lut­ar­nir, sum nú hava hug at ress­ast við, nu teir merkja, at pol­it­iska gongd­in gongur teimum ímóti.

Jú, tað er áhugavert at fylgja dags­­ins pol­i­tikki. Ikki minst tí, at ar­­beitt verð­ur tvørt­ur um sam­gongu- og and­støðumørk. Tað sást við makr­el­sam­gong­uni mil­l­um Tjóð­veldi og sam­gongu­na, og tað sást í »øl- og brenn­i­víns­sam­gong­uni«, sum sam­tykti søgu­liga broyt­ing í rús­drekk­a­lóg­ini.

Men eru nýggir tónar at hóma í pol­iti­ska ar­beið­­inum mill­um flokk­ar­nar á tingi, so eru eis­ini nýgg­ir tón­ar hoyra eitt nú inn­an­floks í Tjóð­veld­i­num í hes­um døg­um, nú ó­semja er mill­um lim­ir floks­ins í stjórn­ar­skip­an­ar­nevnd­ini, Høgna Hoy­dal og Sjúrð Skaale. Orð sum »lygn« og »ó­sann­indi« verða brúkt, hó­ast miðl­ar­nir sum ikki ein­a­ferð fáa skot­ið í skógv­ar­nar at leggja monn­um orð í munn­in. Vit fáa at síggja, hvussu leikur fer í hesi orrustu.

Men broytingar eru: Blokerandi minn­i­lut­ar missa vald, skiftandi meir­i­lut­ar gera søguligar semju, inn­an­hýs­is stríð um loysing – og ein feg­in løg­mað­ur, sum kann taka und­ir við næstan øllum.

Jú, business as usual, hví ikki tað?