Trupulleikin var, at hesir sjey umsøkjarar ikki luku krøvini at fáa hesa løggilding, tí teir høvdu ikki verið til eina próvtøku, sum krevst. Men teir fingu kortini hesa góðkenning. Tá níggju aðrir grannskoðarar ikki fingu somu sersømdir - hóast teir høvdu somu útbúgvingarligu og verksligu royndir, sum hinir, kærdu teir.
Og umboðskvinnan er óvanliga harðmælt. Hon tosar um, at Innlendismálaráðið ikki hevur grundarlag fyri niðurstøðuni, at frágreiðingar frá Innlendismálaráðnum eru óskiljandi, at aðalstjórin í Innlendismálaráðnum er ógegningur, og at avgerðir av somu orsøk eru ógildugar. Umboðskvinnan heldur tað eisini vera serstakliga atfinningarsamt, at Innlendismálaráðið í hesum málið nýtir norskar reglur sum grundarlag, reglur, sum als ikki eru galdandi í Føroyum.
Umboðskvinnan vísir eisini á, at av tí at viðgerðin av málinum varð flutt úr Vinnumálaráðnum orsakað av ógegni, so kundi Vinnumálaráðið ikki á nakran hátt viðgera málið. Tí heldur Umboðsmaðurin talan vera um ósakliga fyrisiting í Vinnumálaráðnum, tí bæði embætisfólk og landsstýrismaðurin í vinnumálum settu seg í fleiri førum í samband við Skráseting Føroyar um málið og luttóku á fundi við umsøkjarar um kærurnar. Umboðsmaðurin sigur, at talan er um álvarsligar feilir og brek við viðgerðini hjá Innlendismálaráðnum og Vinnumálaráðnum, og tí hevur hon sent formansskapinum í løgtinginum, løgmanni og landstýrismonnunum í innlendismálum og vinnumálum frágreiðingina.
Uttan at vit á hesum stað skulu fara inn í smálutirnar í hesi frágreiðing, so bendir í øllum førum óvanliga hvassi samandrátturin í frágreiðingini á, at nógv er, sum als ikki gongur rætt fyri seg í Innlendismálaráðnum og í Vinnumálaráðnum.
Og tað er sera álvarsamt. Í blaðnum í dag viðgera vit júst stjórahøvd, sum rulla – ofta tí at leiðslan hevur tikið skeivar avgerðir, ella tí at myndugleikin oman fyri leiðsluna ikki hevur álit á leiðsluni meira.
So seint sum í síðstu viku avhøvdaði landsstýriskvinnan í Innlendismálum ein stovnsleiðara. Sera áhugavert verður nú at vita, hvussu leikur fer.










