øðrum áður, hóast tey hava havt eina felags lagnu. Fólk heilsaðu upp á hvønn annan og góvu hvørjum øðrum eitt inniligt klemm. Nógvir ósvaraðir spurningar, hesi seinastu 40 árini, komu aftur til lívs, og avvarðandi [...] fingu boðini um flogvanlukkuna í Mykinesi. Eisini kom hann inn uppá tímarnar í óvissu, um hvør hevði mist og hvør fekk síni kæru aftur á lívi. Eisini nevndi hann, at sálarlig kreppuhjálp var ikki til tá [...] Biskupur nevndi, at tað vóru 19 børn, sum mistu annað av foreldrunum undir vanlukkuni: “Hesi børn, sum í dag eru 40 ár eldri, hava steðga á og minnast síni kæru við virðing og tøkk, og fest nøvn teirra
gomlu føroysku heitini um teir ymsu bátslutirnar. Orðini, tú brúkar, eru ein týdningarmikil partur av fakinum, og ansar tú ikki eftir, eru tey horvin, áðrenn tú veit av, tí ongin brúkar tey, ella brúkar tey [...] Bát eftir tørvi Tað eru nú fýra ár síðani, Terji gjørdi bátasmíð til sítt fulltíðarstarv. Og hóast kappingin frá plastbátunum er hørð, hevur Terji allatíðina havt nokk at gjørt hesi árini, bæði við at umvæla [...] men enn hevur hann ikki hildið seg til. Kappróðrarbátar eru hóast alt so nógv øðrvísi, enn tann føroyski báturin, at frægast man vera, at teir sum eru vanir við tað, taka sær av tí, heldur Terji. Gamlir siðir
Hann sigur sjálvur, at tað eru fólk frá miðfyristingini sum hava víst honum á spekulasjónsvandar við festiskipanini. Landsstýrismaðurin hevur arbeitt í loyndum, og tað eru bert heilt fáir persónar, sum [...] at so fáar kunngerðir sum møguligt eru neyðugar. Høvuðsorsøkin er, at fólk og vinnulív skulu kunna føla seg tryggan, tí ein løgtingslóg er væl grundfest og tí fólk og vinnulív skulu kunna føla seg trygg [...] trygdir og festibóndur mótið. Møguliga kann landsstýrismaðurin sissa fólk, um hann kemur út úr skápinum og greiðir fólki frá, hvør ætlanin er við einum slíkum sniðálopi, sum hetta má sigast at vera. Tá
tí eru fólk noydd at keypa eisini í Klaksvík. Tá Páll vantar onkra vøru so letur hann konuna ordna hetta. Hon bíleggur vøruna frá heilsøluni og síðani heinta tey sjálvi vøruna í Klaksvík. - Vit eru so [...] hvussu er tað, Páll. Skuldi John ikki koma aftur í gjár? - Jú, eg haldi at onkur segði tað! Tað eru ikki nógv fólk inni í handlinum í Árnafirði. Bert keypmaðurin Páll Olsen og tann eini kundin henda hósdagin [...] og tílíkt. Har eru ikki fullar hillar av vørum, men bert nøkur fá stykkir av hvørjum. Ongin orsøk er at hava ov stóra goymslu, tí kundakredsurin er avmarkaður - og aðrir stórir handlar eru í Klaksvík, sum
teirra ikki má raka. Ein mánað áðrenn sáttmálin gongur út, skulu partarnir verða samdir um hesi undantøkini. Eru teir ikki samdir, skal ein nevnd, har fakfelagið er í minniluta, skera ígjøgnum. Landsstý [...] bara fyri at verja tey fólkini, sum eru allarveikast. Vit hava havt nakrar støður í síðstuni, har sum mann hevur mett, at tað kemur ov tætt upp á, at lív og heilsa eru í vanda.” Hetta sigur Ruth Vang, uttan [...] ár í grannalondum okkara. Harvið mana ráðið og Ruth Vang fram ta fatan, at vit í Føroyum eru eftirbátar. Tað eru vit ikki! Og tá ið tey brúka orðið, grannalond, so meina tey altso bara við Danmark. Meira
skap. Men hann heldur samstundis, at vit eiga at gera meiri fyri at læra fólk at drepa grind. - Aðrastaðni er vanligt, at fólk skulu á skeið í at handfara vápn, og skulu taka veiðiprógv, áðrenn tey fáa [...] at mønustingarin verður kravdur grindareiðskapur ístaðin. Men tað skal ikki vera hvør sum helst mønustingari, sum hvør grindamaður sær ger eftir sínum egna høvdi. - Tað skal vera ein mønustingari, sum [...] leggja teimum lag á, at brúka reiðskapin í veruleikanum til at avlíva nakrar hvalir við, til teir eru komnir á lagið, og kunnu verða góðkendir grindamenn. Formaðurin í Grindamannafelagnum heldur, at tað
føroyskum politikki. Nógv fólk vóru møtt til fyrsta tíðindafundin hjá flokkunum, ið næstu árini fara at stjórna Føroyum. Fjølmiðlar, politikarar, valevnir, lobbyistar og vanlig fólk fyltu hølini, soleiðis [...] ungdóm, útbúgving og barnafamiljur. Harvið ynskir samgongan at tryggja, at tey, ið eru her, velja Føroyar til, meðan tey, ið eru í øðrum londum, kom aftur til Føroyar. Ikki óvæntað, so verður pensjónsnýskipan [...] soleiðis at allir stólar vórðu tiknir og fólk stóðu fram við vindeyguni. Longu í yvirskriftini sæst, at talan er um eitt skjal, har áhugamálini hjá trimum ymiskum flokkum skulu samansjóðast. Yvirskriftin er samansett
skafti. Sjálvt um uppgávurnar hava verið nógvar, so hevur hon altíð verið glað, tá ið fólk er komið inn á gólvið. Nógv fólk hevur altíð gingið inn á Dungan og ger tað enn, og skjót hevur hon verið at gjørt [...] Zachariassen, skipara. Hon er elst av níggju systkjum, tveir brøður hennara doyðu sum smádreingir, hini eru øll á lívi. Vit kunnu ætla, at tað hevur verið nógv at tikist við í einum heimi, har tey hava verið [...] henni ógvuliga væl at koma í eitt heim sum teirra, tí tey vóru jú tiltikin løtt, stuttlig og glað fólk, manga søgu og stuttligt upplivilsi hevur hon haðani. Eftir hetta kom hon á Sjómansheimið í Havn.
Seinastu árini eru vit aftur skelkað av meiningsleysum kríggi millum fólk, ið skuldu liva saman sum frændur og grannar. Líka so nógv fólk, sum læknavísindin hevur bjargað frá sjúku, líka so nógv fólk hevur framkomin [...] teimum londum, ið hava fylgt hesum einamest - USA, Ísland, Stórabretland, Estland og Írland. Hesi lond eru nú harðast rakt av altjóða fíggjarskrædlinum og haðani ávirkast allur heimurin – eisini Føroyar [...] forsømir at stýra teimum ótalmaðu kreftunum á fíggjarmarknaðinum. Høgni Hoydal spurdi, um hetta ikki júst eru royndirnar av okkara egnu kreppum og okkara egnu húsagangum undir heimastýrinum. - Skatta- og búsk
útbúgving kemur úr Danmark, og lógin er umsett og sett í gildi her á landi, men ikki er loyvt at seta fólk við hesi útbúgving í starv í Heimarøktini. Álvaratos, her haltar í stórum! Okkum vitandi hevur arbeiðsgevarin [...] hóast ein partur av útbúgvingini hjá hesum starvsfólkabólki júst er í Heimarøktini. Skiljið hetta, hvør ið kann. Vit hava ið hvussu so er ilt við at skilja hetta, og enn minni kunnu vit góðtaka slíka framferð [...] verða sett á stovn. Við myndugleikans signing verða miðsavnað heilt upp í 10 gomul og ofta illa sjúk fólk, sum ikki kunnu vera heima hjá sær sjálvum, men starvsfólkið, ið arbeiðir á hesum sambýlum, hevur