Kensluborin løta undir Knúki

Umleið 120 fólk vóru savnaði undir Knúki í Mykinesi, sunnudagin 26. september, at minnast tey, sum lótu lív, tá rutuflogfarið úr Íslandi datt niður, fyri 40 árum síðani, tann 26. september í 1970.

Minnisløtan varð ikki lýst sum eitt alment tiltak, men fyrst og fremst fyri avvarðandi av vanlukkuni og onnur, sum á annan hátt vóru knýtt at vanlukkuni. Ein minnispláta, við nøvnunum á teimum, sum lótu lív, varð avdúkð.

Veðrið var rímiliga gott. Tað var yvirskýggjað, nakað av vindi og kalt, men gott sýnið og turt.Tað var gott at fólk hevði latið seg í heit klæðir. Til samanberingar kann nevnast, at fyri 40 árum síðani var tað býtandi kalt undir Knúki við nógvum regni og mjørka.

Ein nevnd hevur seinastu tíðina arbeitt við at fyrireika minningarhaldið. Nevndin hevur verið mannað við umboðum og eftirkomarum av teimum, sum lótu lív. Fleiri av teimum, sum komu frá vanlukkuni við lívinum og fleiri av eftirkomarunum av teimum, sum doyðu, vóru ikki við til jarðarferðirnar, og tí kann ein minnisløta sum hendan vera ein kærkomin og heiðurligur avslutningur av einum sorgarleiki, sum hevur sett sína sjónligu farleið í lívinum hjá teimum øllum.

Eitt lítið sangblað varð býtt út til fólkið, við skránni og tveimum felagssangum: “Tín miskunn, áh, Gud, er sum Himinin há,....” og “Boðar tú til allar tjóðir.” Dupultkvartettin í Ebenezer var boðin við, og teir settu sín serstaka dám á løtuna við sínum góða sangi. Teir sungu fleiri sangir og leiddu felagssangin, sum ljóðaði væl og inniligur undir Knúki hendan sunnumorgunin.

Kl.08.00 var farið av Sørvági. Tey, sum fóru við báti, máttu ganga niðan undir Knúk, sum tekur ein góðan tíma at ganga.

Heiløg jørð

Tey flestu høvdu ikki verið á staðnum áður, og kendist tað sum, at ein var komin inn á heilaga jørð. Avvarðandi gingu stillisliga millum steinarnar við sínum egnu tonkum, sum leitaðu aftur til løtuna, fyri 40 árum síðani, tá tey fingu óynsktu boðini. Fleiri av hesum 120 fólkunum hava aldri møtt hvørjum øðrum áður, hóast tey hava havt eina felags lagnu. Fólk heilsaðu upp á hvønn annan og góvu hvørjum øðrum eitt inniligt klemm. Nógvir ósvaraðir spurningar, hesi seinastu 40 árini, komu aftur til lívs, og avvarðandi og eftirkomarar nýttu høvi at tosa við hvønn annan, og onkrir ósvaraðir spurningar og leysir endar komu meiri uppá pláss, bæði undir Knúki og undir borðhaldinum, sum varð hildið á Hotel Vágum kl.15.00


Stýrimaðurin og flogternan

Tað, sum eisini gjørdi dagin til nakað serligt var, at stýrimaðurin, Páll Stefanson og flogternan, Valgerður Jónsdóttir, vóru við til minnisløtuna undir Knúki. Tað má hava verið ein serliga kensluborin løta fyri tey at standa við steinin, har flogfar teirra, fyri 40 árum siðani, neyðlendi. Fólk nýttu høvið at heilsa uppá tey og eisini at skifta orð við tey um tilburðin, og eisini at seta teimum onkrar spurningar. Stýrimaðurin segði við onkran, at hansara meting av vanlukkustaðnum er, at hevði flogfarið flutt seg ein góðan metur longur, hevði høgri vongur komið í steinin, sum annars kom at liggja beint við stýrhúsið, og so hevði hol komið á bensintangarnar, sum hevði ført við sær stóran eld á skaðastaðnum.

Sonur skiparan, Jens Bjarnason, var eisini við undir Knúki. Hann var 9 ára gamal, tá vanlukkan hendi, og pápi hansara var millum tey 8, sum lótu lív. Hann sigur, at hendingin stendur livandi í hansara minni. Hann hevði fleiri av familjuni við sær til Føroyar.

Steintór Jacobsen

Kl.10.40 byrjaði minningarhaldið. Tað var Steintór Jacobsen, sum sjálvur misti pápa sín í flogvanlukkuni, ið setti løtuna. Hann byrjaði við at nevna, at flestu av okkum kunnu minnast hvar vit vóru stødd og hvat vit høvdust at, tá vit fingu boðini um flogvanlukkuna í Mykinesi. Eisini kom hann inn uppá tímarnar í óvissu, um hvør hevði mist og hvør fekk síni kæru aftur á lívi. Eisini nevndi hann, at sálarlig kreppuhjálp var ikki til tá, og at tey avvarðandi fingu ikki loyvið at síggja sín i kæru, “hetta var við til at reisa nógvar óloystar spurningar,” segði Steintór.


Minnisplátan avdúkað

Tað var Oluffa Durhuus úr Klaksvík, sum avdúkaði minnisplátuna, sum er fest til steinin, har stýrhúsið kom at liggja, tá flogfarið steðgaði. Oluffa var saman við manni sínum við flogfarinum, tá vanlukkan hendi. Maðurin doyði og Oluffa fekk stóran skaða. Omaná steininum er ein pílur settur, sum vísir kósina, sum flogfarið hevði ímóti vanlukkustaðnum. Á plátuni stendur skrivað: 40 ára dagin fyri vanlukkuna tann 26. september 1970, tá ið rutuflogfarið TF-FiL til Føroyar við 34 fólkum fórst á hesum stað, settu eftirkomarar hjá teimum 8, ið lótu lív, hesa minnisplátu. Tey, ið lótu lív, vóru:


Martin Holm, 60 ár, Tórshavn.

Vilda Petersen, 56 ár, Vestmanna.

Ernst Petersen, 52 ár, Glyvrar.

Sofus Jacobsen, 52 ár, Klaksvík.

Hans Jacob Joensen, 50 ár, Klaksvík.

Bjarni Jensson, 45 ár, Reykjavík.

Gunleiv Durhuus, 35 ár, Klaksvík.

Brynleif Hansen, 33 ár, Vatnsoyrar.


Á plátuni er ein tekning, sum vísir hvussu nógvar metrar flogfarið flutti seg eftir vøllinum, áðrenn tað steðgaði. 80 metur frá minnisplátuni kann ein enn síggja stóra arrið í bønum, tá flogfarið tók í vøllin fyrstu ferð. Talan er um eina koparplátu.

Nú ber til hjá ferðafólki, sum ferðast úti í Mykinesi, at gera sær eina útferð undir Knúk, steðga á eina løtu og síggja staðið har fyrsta flogvanlukkan hendi í føroyskari rutuflúgving, og seta seg inn í viðurskiftini kring vanlukkuna.

Jógvan Fríðrikson, biskupur

Jógvan Fríðrikson, biskupur, hevði røðuna, væl fyrireikaður sum altið. Hann læs bíbliutekstin í Jóhannes evangeliið kapitul 17 og ørindi 3: “Og hetta er hitt æviga lív , at tey kenna teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið tú sendi, Jesus Kristus.” Hann byrjaði við at siga: “At vera avvarðandi er ein staðfesting av missi og tapi, ein av okkara kæru er farin, ein nýggj støða er komin í, og tað, sum var kemur ikki aftur. Sorgin er heimleysur kærleiki, tey syrgjandi sleppa ikki av við sín kærlieka, tí móttakarin er farin.”


Biskupur talaði eisini um sorgina hendan dagin fyri 40 árum síðani, sum rann saman við gleðini, tá boðini komu um tey 26, sum komu frá vanlukkuni við lívinum: “Hendan gleðin er samstundis ein djúp sorg saman við teimum, ið mistu, tí hin ektaða gleðin minnist veruleikan og hugsar um tey, sum lótu lív og teirra avvarðandi.”


Biskupur nevndi, at tað vóru 19 børn, sum mistu annað av foreldrunum undir vanlukkuni: “Hesi børn, sum í dag eru 40 ár eldri, hava steðga á og minnast síni kæru við virðing og tøkk, og fest nøvn teirra á eina plátu, sum er sett upp á ein klett undir Knúki. Eg trúgvi hetta er gott fyri okkum øll. Hóast tað er svárt at missa, er tað satt, ið sagt verður, “heldur missa teg, enn ongantið hava átt teg.”


Mykinesfólk fingu eina dygga viðurkenning frá biskupi: “Menniskjansliga tilfeingið var dygdargott úti í Mykinesi......fólk fóru inn í lagnuna hjá øðrum við sínum egna lívi sum íløga.” Biskupur endaði røðuna við at nevna tað óvikiliga í tí kristnu vónini: “Innflúgvingin er byrjað og vit lenda trygt í Himmalhavn.”


Endi

Miriam Rasmussen endaði hátíðarhaldið á Knúki, og takkaði øllum teimum, sum offraðu tíð og orku til at leita eftir flogfarinum undir sera vánaligum umstøðum. Hon takkaði eisini bygdafólkunum í Mykinesi fyri teirra serdeilis stóra leiklut í bjargingararbeiðinum.


Tey avvarðandi vóru boðin til døgurða á Hotel Vágar kl.15.00. Har var borðreitt við góðum døgurða. Ein hóskandi endi á einum minnisdegi, sum hevur hjálpt til at seta minnir frá vanlukkudegnum, fyri 40 árum síðani, í eitt greiðari samanhang.


Poul Jóhan Djurhuus

___________________