Tá legði landsstýrismaðurin eitt broytingaruppskot til lógina um landsjørð fyri tingið. Hetta lógaruppskotið grípur inn í tey mest grundleggjandi viðurskiftini ella frambrotini sum samtykt vóru av løgtinginum í 2007. Landsstýrismaðurin metir støðuna so hættisliga, at hann seinast í lóaruppskotinum setur grein sum sigur, at uppskotið fær afturvirkandi kraft frá tí degið, tað er framlagt. Sum landsstýrismaðurin sjálvur segði verður hetta undantaksvís gjørt, tá talan er um álvarslig viðurskiftir til dømis tá talan er um spekulasjón og undandrátt.
Landsstýrismaðurin má hava okkurt álvarsligt í hyggju og vita um ting, sum bert fá vita um. Hann sigur sjálvur, at tað eru fólk frá miðfyristingini sum hava víst honum á spekulasjónsvandar við festiskipanini. Landsstýrismaðurin hevur arbeitt í loyndum, og tað eru bert heilt fáir persónar, sum hava vitað nakað sum helst um hetta arbeiðið, ið byrjaði fyrst í juni í ár. Landsstýrismaðurin hevur tó ikki nakran skikkaðan advokat, tí sambært sakini hevur hann verið noyddur at keypa sær uttanhýsis advokathjálp frá Sp/f Bjørn á Heygum, ið hevur skrivað lógaruppskotið. Eg sum helt, at almenna fyrisitingin hevði juristar til slíkt.
Hendan dagin 13. august 2008 mistu bankar trygdir og festibóndur mótið. Møguliga kann landsstýrismaðurin sissa fólk, um hann kemur út úr skápinum og greiðir fólki frá, hvør ætlanin er við einum slíkum sniðálopi, sum hetta má sigast at vera.
Tá slíkt hendur og ein so tíðandi persónur loypur so ógvusligan hvøkk á fólk, henda misskiljingar og entá kunnu fólk siga tað sum heldur skuldi verið ósagt. Eitt annað fyribrigdið, ið ger seg galdandi tá almeningurin viðgerð festiviðurskiftini er fákunna um faktisk viðurskiftir festarar liva undir. Vit sum arbeiða innaliga við hesum dagliga hugsa ikki um, at almenningurin ikki veit, hvussu viðurskiftini veruliga eru, og har skal eg verða tann fyrsti at taka í egnan barm fyri ikki at kunna nóg nógv. Hinvegin í einari knappari viðmerking til fjølmiðlar er sjáldan tíð til grundgevingar og grundleggjandi og drúgvar frágreiðingar. Tað snýr seg um feitar yvirskriftir.
Men hvat fær ein landsstýrismann at gera so ógvuslig inntriv í eina løgtingslóg sum varð samtykt av løgtinginum fyri einum ári síðani. Ein setningur sum javnan er at hoyra frá skilagóðum politikarum er, at ein lóg skal vera so væl skrivað, at so fáar kunngerðir sum møguligt eru neyðugar. Høvuðsorsøkin er, at fólk og vinnulív skulu kunna føla seg tryggan, tí ein løgtingslóg er væl grundfest og tí fólk og vinnulív skulu kunna føla seg trygg og skulu kunna tilrættaleggja sítt lív og trygt gera íløgur eftir lógarinnar teksti og anda. Kunngerðir eru hinvegin amboð landsstýrismansins at regulera eftir innan lógarinnar karmar og anda. Vit kunnu so bert spyrja háttvirda løgting, um tað eru trygg kor at trekkja hvørja tonn úr eini lóg eitt ár eftir at hon er sett í gildi.
Tað er ein misskiljing, at tað var vinnan ella Bóndafelagið sum gjørdi lógina frá 2007. Soleiðis gongur tað sjálvandi og til alla guðs lukku ikki fyri seg, og tað vóni eg, at fólk við skili innast inni vita. Hinvegin so vita flestøll eisini, at fakfeløg og bransjufelagskapir annars royna at ávirka politikarar og sannføra teir um, hvørji sjónarmið tey hava. Somuleiðis er tað fremsta uppgáva fakfelagsins at gera myndugleikarnar varugar við, tá ein skipan er ótíðarhóskandi og ótolandi at arbeiða innan, og tað kunnu vónandi øll ákæra Bóndafelagið og formannin fyri.
Hinvegin so var tað í 2005 fyri einaferð skyld ein landsstýrismaður, sum tók landbúnaðin í álvara. Hann lurtaði eftir okkara grundgevingum, hvat vit høvdu at føra fram. Hann ikki bara lurtaði (sum nógvir politikarar gera), men hann handlaði eisini við at seta ítøkilig ting í verk.
Í juni 2005 setti Bjarni Djurholm, sum tá var landsstýrismaður ein arbeiðsbólk til at endurskoða landbúnaðarviðurskiftini seratakliga festiskipanina. Bólkurin varð samansettur við fólki frá landsumsitingini eins og fólki vald av vinnuni. Stjórin í Búnaðarstovuni, sum er landsstýsismansins høgra hond í landbúnaðarmálum, var formaður og samskipari í bólkinum. Bólkurin fekk ein greiðan arbeiðssetning at arbeiða eftir. M. a. varð sagt, at talan ikki var um at einskilja jørðina hvørki innangarðs ella uttangarðs. Hinvegin so var setningurin í stuttum, at dagføra vinnuligu karmarnar hjá festibóndum soleiðis, at teir komu ájavnt við onnur vinnurekandi. Tað skuldi ikki verið meiri enn rímiligt.
Arbeiðsbólkurin hevði støðugt samskiftið við landsstýrismannin eins og at landsstýrismaðurin í fleiri førum kunnaði landsstýrið um gongdina í arbeiðinum. Dømið eru um, at landsstýrismaðurin ávegis broytti arbeiðssetningin efir at landsstýrið samdist um tað. Landsstýrismaðurin sendi ávegis uppskot til politisku flokkarnar til viðmerkingar, og tá bólkurin handaði landsstýrismanninum tilmælið varð stórur kunnandi fundur á Búnaðarstovuni, har allir løgtings- og landsstýrislimir vóru bodnir við.
Lógaruppskot var síðani gjørt. Hetta lógaruppskot varð ígjøgnum allar hugsandi slúsur í landsumsitingini sum slík eisini eiga. Løgdeildin í landsstýrinum, løgmansskrivstovan og ein røð av juristum og serfrøðingum settu síni fingramerki á uppskotið, sum síðani varð sent til hoyringar. Eftir hetta var uppskotið lagt fyri tingið og beint í vinnunevndina har Hendrik Old var formaður.
Í Vinnunevndini fekk uppskotið drúgva og sakliga viðgerð, har allir hugsandi partar vóru innkallaðir fyri at fáa øll sjónarmið fram. Eftir hetta varð álit skrivað, og lógin samtykt.
Orsøkin til at Bóndafelagið av øllum alvi royndi at ávirka politiska myndugleikan til at gera ábøtur á festiskipanina var,at gamla festiskipanin var ein eftir nútíðarinnar sjónarmiði ónýtilig skipan. Eingin rekrutering var at hóma, og eingin fekst at gera neyðugar ábøtur fyri ikki at tala um íløgur á festigarð. Hesi viðurskiftir eru ov drúgv at koma nærri inn á her. Men Bóndafelagið sá tað sum sína fremstu uppgávu at gera politikarar varugar við støðuna, fyri at ikki alt skuldi standa og forfalla ella í ringasta føri framleiðslan steðga heilt upp.
So skjótt nýggja LØGTINGSLÓGIN varð samtykt hómaðust spírarnir koma undan. Ungar familiur sum vóru ávegis av festigørðunum vendu í durunum og settist aftur. Festarar føldu seg nú ájavnt við onnur og tordu at hugsa frameftir. Summir settur sær fyri at vaksa um sítt virksemi, meðan aðrir settust saman við borðið at tosa um samstarv og útbyggingar. Incitamentið fekk fulla megi og festi í neistan hjá unga ,um nú sá sær møguleikan fyri at trívast, tí nú kundu tey endiliga góðtaka treytirnar fyri lívsdygd ájavnt við onnur og karmarnar um vinnulívið. Nú kundi ein festibóndi agera sum onnur vinnurekandi í landinum og undir áleið somu treytum. Tað mátti ikki verið ov nógv kravt.
Øll almenna jørðin, bøurin, fjøllini, áirnar, vøtnini, luftin og sjógvurin varð als ikki rørd og er framvegis almenn ogn, har eingin uttan landsstýrismaðurin hevur nøkur rættindi.
At enda vil eg heita á øll sum hava áhuga fyri festiviðurskiftunum um at seta seg inn í lóg um landsjørð frá 2007. Hon finst á HYPERLINK "http://www.logir.fo" www.logir.fo undir búnaðarviðurskiftir.
Til seinast er tað mín vón, at vinnunevndin avvísir hesum lógaruppskoti. Eg vil eisini loyva mær at koma við eini inniligari áheitan á landsstýrismannin í búnaðarmálum Tórbjørn Jacobsen um at taka lógaruppskotið aftur! Lat okkum síðani setast við borðið og tosa um viðurskiftini.