Hon er fødd í Streymnesi, dóttir Honnu og Zakaris Zachariassen, skipara. Hon er elst av níggju systkjum, tveir brøður hennara doyðu sum smádreingir, hini eru øll á lívi.
Vit kunnu ætla, at tað hevur verið nógv at tikist við í einum heimi, har tey hava verið so mong í húsi. Eitt vita vit, at hennara partur hevur ikki ligið eftir. Manga ferðina hava vit hoyrt frásagnir um, hvussu lívið var tá.
Sum heilt ung fór mamma til Havnar at hjálpa mostur síni við ymiskum fyrifallandi í húsinum, men skjótt vóru boð aftur eftir henni, tí omma livdi ikki altíð so væl og mátti fáa hjálp.
Hon kom tó aftur til Havnar at tæna, sum tað nevndist tá. Hetta mundi liggja væl fyri hjá henni, tí tá ið hon var liðug í tí fyrsta plássinum, varð hon biðin um at koma í tað næsta. Hvussu ofta hava vit ikki hoyrt um fru Restorff, Trygva og øll tey. Mamma hevur eitt so lætt sinni, so tað passaði henni ógvuliga væl at koma í eitt heim sum teirra, tí tey vóru jú tiltikin løtt, stuttlig og glað fólk, manga søgu og stuttligt upplivilsi hevur hon haðani.
Eftir hetta kom hon á Sjómansheimið í Havn. Kløkk bleiv hon fyrsta dagin, hon kom til arbeiðis, tá ið tey bjóðaðu henni vælkomnari og søgdu, at hetta var tann nýggja økonoman. Hetta vardi hana ikki, men røsk sum hon altíð hevur verið, tók hon hetta arbeiðið upp á seg. Har treivst hon eisini væl, og mong vinfólk hevur hon frá hesi tíðini. Henni hevur altíð dámt sera væl at gera mat og borðreiða, og tað hevur eisini verið sum ein reyður tráður í lívi hennara.
Í 1942 giftist hon við Poul Andriasi Jacobsen úr Syðrugøtu. Tey giftust inn í barndómsheimið hjá pápa, har omma og abbi, sum vóru blivin eldri eisini búðu. Pápi var einabarn, borin til kongsfestið á Dunganum. Tey fingu átta børn í trettan ár, fimm døtur og tríggjar synir.
Sum ung tóku tey við trúgv á Jesus, hetta livdu tey eftir, og vit vuksu upp í einum kristnum heimi. Sunnudag fóru vit í kirkju og sunnudagsskúla, og teir dagar, vit ikki vóru í kirkju, las pápi lestur.
Vit børnini máttu hjálpa til og fingu fastar uppgávur, sum skuldu gerast.
Mamma bant nógv, ikki bara upp á okkum, men eisini troyggjur at selja. Manga hugnaliga løtu høvdu vit, tá ið vit vetrardagar sótu hvør við sínum. Ein bant vøttir, ein onnur tumlar til vøttirnar, mamma og tann elsta systirin bundu ofta bul saman, og onkur onnur bant ermar. Minnist eisini, at vit sótu og nappaðu ull. Vetrarkvøldini sótu vit mangan og spældu whist. Tá var onki sjónvarp og eingin telda.
Synirnir vóru góðir innløgumenn, so teir komu mangan við fiski. Fugl og harur skutu teir, tá ið tann tíðin var. Mangan fingu teir nógvan fugl. Tá ið veiðan var komin í kjallaran, tóku konufólkini við, royttu og sviðu allan fuglin, mamma skrædlaði fiskin, gjørdi knettir, frikadellur og fiskabollar í hópatali.
Um heystið, tá ið fjøllini vórðu gingin, kom flettingin fyri. Mannfólkini flettu og konufólkini vaskaðu vembur. Síðani varð alt tikið upp, blóðpylsur, rullupylsur og kjøtpylsur vórðu gjørdar. Hetta var ikki smávegis arbeiði hjá mammu, tí vit plagdu at fletta uml. 60 – 70 seyðir.
Vit minnast hana sum eina raska kvinnu, ið hevur fingið nógv av skafti. Sjálvt um uppgávurnar hava verið nógvar, so hevur hon altíð verið glað, tá ið fólk er komið inn á gólvið. Nógv fólk hevur altíð gingið inn á Dungan og ger tað enn, og skjót hevur hon verið at gjørt ein góðan drekkamunn, men nú er sjónin farin at bila. Vónandi fær hon hjálp, tá ið hon um eina viku fer til Danmarkar at søkja sær heilsubót.
Mamma hevur verið einkja í níggju ár. Enn er sinnið ungt, og lætt hevur hon til láturs. Ikki er vanligt at blíva níti og hava sama hárlit, sum á barnaárum, men hetta kann sigast um hana.
Hetta, ið her er fest á blað, eru bert nøkur fá minni frá okkara barnaheimi. Tað kundi verið so nógv annað at skrivað um, men vit vilja bara takka mammu fyri alt, sum hon hevur verið fyri okkum og okkara. Hjartaliga tillukku á 90 ára føðingardegnum, Guds signing og eitt gott lívskvøld.
Leygardagin kl.13 fer hon at halda stóran føðingardag í kirkjukjallaranum í Gøtu, har familja, vinir og kenningar eru hjartaliga vælkomin.
Børnini við familjum